mánadagur 5. august 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88
TÍÐINDI
NÝTT HANDILSSKIP
TIL STREYMNES
Vermland er heimahoyrandi í Streymnesi
Frants Jensen
– Vit hava fingið eitt gott
skip. Tað fer at sigla við
alifóðri og øðrum innan
skers í Norra, men onkur
túrur verður nokk eisini
til Ísland og aðrastaðni,
sigur
Niels
Andrias
Mortensen.
Eigarin og reiðarin vil
ikki upplýsa prísin, skip
ið er keypt fyri. Hann
heldur bara, at teir hava
fingið væl fyri pengarnar.
Tað var 25. juni, at
felagið hjá Niels Andrias
Mortensen, Sp/f Verm
land,
yvirtók
skipið.
Síðani hevur tað verið í
Póllandi, har ymsar um
byggingar eru gjørdar.
Sigla fyri Skretting
og Evos
– Vit hava siglt fyri
Skretting
síðani
2001.
Síðstu árini hava vit havt
skipið Vestland til hesa
siglingina. Men virksemið
er vaksið, og nú hava vit
tvey skip og fara at sigla
bæði fyri Skretting og
Ewos, sum nú samstarva,
sigur Niels Andrias Mort
ensen.
Langtíðaravtalur eru
gjørdar fyri bæði Vest
land og Vermland, so at
skipini fara at hava nógv
at gera.
– Vit fara at sigla við
alifóðri í Norra og millum
Norra og Ísland. Vestland
fer at sigla fóðrið runt til
alararnar í Íslandi, men
møguliga eisini túrar í
Norra.
Fleiri umbyggingar
Vermland er bygt í 2008
og lastar 2700 tons av
alifóðri,
sum
er
tað
dupulta í mun til Vest
land. Skipið brúkar eisini
lutfalsliga minni olju í
mun til Vestland.
Eftir ætlan skulu nakr
ar umbyggingar gerast
afturat umborð í januar,
tá ið blásiútgerð skal set
ast upp, skipið skal fáa
síðuskrúvur, og ein skip
an verður gjørd, so at
skipið kann liggja við eitt
alibrúk, uttan at neyðugt
er at binda tað fast, ein
sokallað DP-skipan.
Undir danskt flagg
Fyribils fer Vestland at
sigla undir føroyskum
flaggi, men tað kann vera,
at hann fer undir danskt
flagg.
– Hetta er vegna kapp
ingarføri. Tá ið vit bunkra
í Norra er eitt avgjald á
eina krónu fyri liturin.
Øll skip, sum sigla undir
NOR og NIS og tey, sum
eru undir EOS skipan,
kunnu fáa hetta avgjaldið
afturgoldið. Við at fara
undir danskt flagg, so
eru vit undir EOS, og vit
klára ikki kappingina,
um vit ikki fáa hetta
endurgoldið, sigur Niels
Andrias Mortensen.
Seks mans á
hvørjari vakt
Tað eru bara føroyingar,
ið fara at sigla við. Seks
mans vera á hvørjari vakt,
og teir verða umborð í
fimm vikur og hava so frí
í fimm vikur. Tríggir av
hvørjari vakt eru fluttir
av Vestland umborð á
Vermland. Á tann hátt
verða fólk við royndum á
báðum vaktunum á báð
um skipunum. Skiparar
vera Johnny á Túgvu og
Jonhard Jóanesarson.
Skipið er 90 metrar
langt, 13,7 metrar breitt og
eitur 2950 tons deyðvekt.
Motorurin er ein 2000
Hk. Wartsila.
frants@sosialurin.fo
Mikukvøldið í síðstu viku kom
nýggjasta skipið í flotanum,
handilsskipið Vermland, á
Hvalvík. Tað er Niels Andrias
Mortensen í Streymnesi, sum
hevur keypt skipið úr Hollandi