Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 TÍÐINDI Virkin politikari stillar upp aftur fyri Sambandsflokkin Fyrrverandi landsstýrismaðurin og tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, Johan Dahl, ætlar sær aftur á ting, nú løgtingsval verður seinast í mánaðinum Árni Gregersen Um tað eru sambandsveljarar, saum hava longst eftir einum valevni á sambandslistanum, sum signalerar áræði og handli­kraft, so er maðurin nú at finna. Johan Dahl hevur tikið endaliga støðu og bjóðar seg fram á sambandslistanum til komandi val. -Ja, eg havi hugsað meg væl um og eg haldi eg framvgis havi nakað at geva politisku skipanini, sigur Johan Dahl, sum ikki stillaði upp til sein­ asta løgtingsval fyri fýra árum síðani. -Tað gjørdi eg ikki, tí eg haldi, at tað er avgerandi, at tey sum eru í politikki eisini hava eitt tætt tilknýti til ger­ andislívið í samfelagnum. Við øðrum orðum, at tey eisini hava eitt vanligt arbeið inní­ mill­um, sigur Johan Dahl. Síðani hevur hann arbeitt í televinnuni í fýra ár fyri kin­ esiska telerisanum Hua­wei, uttan at vera uppí polit­ikki. -Eg havi tó ikki onki gjørt.. tí seinastu árini havi eg verið formaður fyri Føroya Val, sum er valfelagið hjá Sambands­