Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI mentunarliga menningin seyra niður við smáum brellbitum. Eitt dømi: Nakrir næm­ingar vildu gera ein stuttfilm, um nakr­ ar innbrotstjóvar sum skuldu stjala ein kost­ nað­ar­miklan máln­ ing. Men fyri at kunna skriva handritið máttu næm­ingarnir fyrst seta seg inní hvat tað vórðu fyri málningar vit áttu á Háskúlanum, og knappliga bleiv tað ein spennandi undir-verk­ ætlan fyri at læra meira um mannin Miki­nes og hansara máln­inga­list. Eitt annað dømi, sum er púra feskt, er frá Dansieksperimentinum har helmingurin av teim­ um 70 ungu fólk­un­um ongantíð høvdu verið á Háskúlanum. “OK tit, koreografiin hjá Dianu venur niðri í Ras­musar­ stovu í dag! - Hvør er Rasmus?”, spurdi onkur.... Og so fingu vit høvið til at vísa teimum vøkru myndina hjá Gregorius­ sen, og fortelja teimum um Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Rasmus á Háskúlanum, sum undir dulnevninum Regin í Líð skrivaði Bábels­torn­ið, fyrstu føroysku skald­ søguna fyri 110 árum síðani, Glámlýsi, Føroya Flora, Fiskimannafelagið, Sjálv­stýrisflokkurin og so frameftini... Tit kenna søguna, men tað gjørdu tey ikki. “Og kom líka við útum, síggja tit hasar stóru steinarnar? Tað vóru Símun og Rasmus sum stovnaðu Háskúlan, og teimum at takka kun­ nu vit dansa her í dag.” Onkur heldur kanska at hetta man ikki muna serliga væl? Møguliga er tað ikki so nógv, nei. Men tað er tó nakað. Og helvtin av onkrum er fram­vegis meira, enn 100% av ongum. Hvat høvdu Rasmus og Símun sagt, um teir onkurs­vegna frættu, at populerasta skeiðið á Há­ skúlanum 120 ár seinni, var eitt modernað dansi­ eksperiment? Halda tit at teir høvdu sagt: “Hip-Hop á Háskúlanum? Nei, tað var ikki gamalt.” Neyvan. Eg hugsi, at teir høvdu verið glaðir. Tí tað skapar trafikk á háskúlanum og til­knýti til stovnin. Nå. Orsøkin til hví eg haldi at ØLL ung skuldu farið á Háskúla, ikki í staðin fyri Mið­náms­ skúla, men í øllum før­ um áðrenn ella aftaná: Menta­skapur kann ongan­tíð “náast” við eini stýrdari lestrarætlan har onkur úr erva við lógum og kunngerðum fyllir konkreta før­leika­ menn­ing uppí hesi smáu kørini, inntil tey eru full. Mentaskapur og menn­ ing eru ein drúgv pro­ sess, í eini tíðarrøð sum er alt annað enn bein, í besta føri eitt dialektisk- kaotisk bland, og við einum úrsliti sum einki vist kann sigast um framman­undan. Annað enn tað, at tað fyri ein stóran part er “lysten der driver værket”, og at megin-parturin av tær verður myndaður saman við øðrum menniskj­um. Hetta er eitt týdningarmikið argu­ ment sum eg fari at koma aftur og aftur til. Umframt at verða drúgv, eru mentaskapur og menning eisini ein djúp og breið tilgongd sum sjálvandi eisini eigur at umfata kultur- kanon og tey klassisku dannil­sis-idealini um upp­lýsing til høvdið. Men eg tori at pástanda, at meginparturin av myndan­ini og menningini seyrar so líðandi niður gjøgn­um fleiri ymisk løg av sosialum og skap­andi tilgongdum, har næmingurin bara er, og við tí sum hann ella hon bara ger. Sam­an við øðrum. Sig mær ikki bara hvat tú veitst. Vís mær hvør tú ert. Og tað er eisini júst her vit skilja tann áhuga­ verda týdningin sum listin og tað kreativa arbeiðið hevur fyri at menna felagsskapin, gjøgn­um myndanina av menniskjum. Skap­andi tilgongdir menna før­ leikar­nar til abstrak­sjón, refleksjón og diskus­ sjón. Til fascina­sjón og forvitni. Djúp­hugs­ni og nærveru. Sam­skifti og samstarv. Álit, tol­semi og ikki minst, sam­kenslu. Tá talan er fólks­ligan felagskap og saman­ hangskraft, ella sum tað so vakurt eitur á før­oyskum, savning­ar­ megi og samfesti, so eru omanfyri nevndu egin­ leikar rættiliga avgerandi. Og hava politikarnir tørv á einum meira “rasjonell­um” argumenti, so bendir nógv gransking á, at ein størri dentur á mentan og list, bæði innan skúlagátt og í sam­ felagnum annars, kann verða við til at skapa vøkstur til vinnuna, um­ vegis nýhugsan og ný­ menning. Hóast vit aldrin kunnu brúka excell-ørk til framrokna fíggjarligu úrslitini av okkara íløgum í mentan og list, so áttu visjonerir politikararar at víst dirvi, og bara satsa. Hava tit brúk fyri íblástri, so kunnu tit fara eit túr til Íslands: Í verstu krepputíðum reisa tey, mitt í Reykjavíkar Miðbýi, ein stóran flottan tjóðpall. Í Føroyum grava vit tunlar, til bilar, sum opin­bart ALLIR skulu parkerast á Skálatrøð. Með­an búskapurin boom­ar. Heldur enn at trýsta øll ungfólk skjótast gjør­ ligt gjøgnum ta somu f ø r l e i k a - m e n n a n d i pylsu­maskinuna, sum uppá stutt sikt kanska kann tryggja teir røttu heilarnar til arbeiðs­ mark­naðin og kapp­ ingar­førið, so áttu okkara fólkavaldu, í sama anda, at raðfest eina meira djarva, fjølbroytta og fría alment-mennandi skúla­skipan. Hetta kundi uppá longri sikt, og meira burðardygt, tryggja hendur, hug og hjørtu hjá okkara ungu, sum heil menniskju. Fáa tey ungu persónligt frælsi og harafturat veru­liga ávirkan á bæði form og innihald av síni egnu læring, so koma tey kanska sjálvi til ta niður­ støðu, at okkara mentun­ ar­arvur ikki bara er vakur og verdur at varðveita á tjóðsavninum, men at ”tey gomlu” eisini kunnu tala beinleiðis til okkara tíð og okkara trupulleikar. At leita aftur til røturnar er faktiskt nakað av tí mest modernaða og pro­gressiva vit síggja í lond­un­um kring okkum. Kunst­urin er so sjálvandi at nýtulka tað siðbundna onkursvegna, so før­ oy­ingar kenna gagn og nýggja gleði við tað góða gamla. Og í so máta er tað als ikki óhugsandi, at røttu atgerðirnar í mun til onkrar av okkara størstu avbjoðingum í framtíðini, liggja í fortíðini. At skilja náttúrugivnu javn­vág­ir­ nar, at røkja umhvørvið, at gagnnýta tilfeingið, at duga sær hógv, og kenna nøgdsemi, hava eftir mínum tykki, størri týdning fyri tjóð-skapan­ ina, og kunnu eisini gera okkum væl sjálvbjargnari sum tjóð, enn hendan stuttskygda gongdin vit eru vitni til í dag, í einum bløðrubúskapi sum er alt annað enn sjálvberandi... Slota vit eftir andanum í verkunum hjá teimum ið tóku stig til jólafundin, til føroyingafelag, og ikki minst til Føroya Fólka­ há­s­kúla, so er tað, fyrst og fremst og framvegis MENTANIN sum kann fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum, og megnar at gera okkum veru­liga sjálvbjargin. Tí hava vit ikki mál og mentan, og eru ikki tær fremstu drívmegirnar í samfelagnum upp­lýs­ing­ in og andin, hugskotini og listin, so er vandi fyri at vit gerast ókritisk og býtt, at okkara sjálvsfatan og savningarmegi svinnur, og at okkara fólkaræði følnar. Tí hevur tað av­gerð­ andi týdning at vit, sum lítil tjóð, varðveita og al­samt menna okkara mentunar­stovnar, ikki minst Føroya Fólka­há­ skúla. TÁ byggja vit land. Við at mynda, menta og menna tað einstaka menniskja, og felagskapin allan. Føroya Fólkaháskúli var stovnsettur í 1899, og hevur sostatt virkað, og ávirkað, í 120 ár. Og sam­bært uppmøtingini í dag, so doyr hann ikki í ár. Vit eru errin av at hava verið ein part­ur av hesum stolta mentunar­ stovni seinastu 5 árini. Birita, børnini og eg hava havt tað gott her á Háskúlanum, og við hes­ um fara vit at takka fyri okkum, og ynskja tykk­ um øllum eina góða Ólav­ søku. Birita fær seinasta orðið, ella rættari sagt, sang­in.