Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 TÍÐINDI nú tykir mær, at borgari er blivin eufemisma fyri ein passivan klient, ein ið hevur brúk fyri hjálp FRÁ sam­felagnum. Á Føroya Fólkaháskúla er mentaskapur, tjóð­ skap­ur og sjálvbjargni, so­statt tríggjar síður av somu søk, og so at skilja royna vit at fremja tjóðar­bygging hvønn einasta dag, við at menna og menta menniskju. Ser­ liga tey ungu. Tí tey eiga morgindagin. Men apropos kultur- konserves: Skalt tú fáa ungfólk at koma á Háskúla so noyðist tú altso at dyrgja við onkr­ um øðrum enn Føgrulíð, føroya fólks songbók og ull er føroya gull. Skil meg rætt, eg havi elskað og dyrkað føroyskan dans síðani eg var 7 ára gamal, men skalt tú appelera til ungfólk í dag, so mást tú møta teimum ungu har tey eru, við akkur­át tí sum tey hava áhuga fyri. Beint nú. Vit kunnu samanbera hesa av­bjóðing við ein annan mentunarbera, Kringvarp Føroya, ið eins og vit, fær almennar pengar fyri alment dannilsi. Í fólksins tæn­astu skulu vit eitast at geva borgarunum upp­lýsing um sítt egna lív og samfelag, og stuðla upp­undir teirra mentun­ ar­ligu og fólka­ræðis­ligu førleikar. Tað ljóðar flott. Og tað sýnist einfalt. Men tað er tað ikki. Í dagsins fjølbroytta miðlalandslagi er kapp­ ingin um upp­merk­semi hørð, og tosað verður, heldur ikki her longur, um borgarar, men brúkar­ar. Tey eldri, og tey intellektuellu, tað eru vit, kritisera Kringvarpið fyri at verða lættisoppakent og improviserað, banalt snakki-útvarp, uttan manu­skript. Men eg kenni uppaftur fleiri ung fólk sum ONGANTÍÐ opna Kringvarpið, hvørki sjónvarp ella út­varp. Og tað er ein demo­ krat­isk avbjóðing, eftir­ sum KVF er okkara ein­ asti skattafíggjaði og tískil “ó-heftasti” miðil. Kann­ingar frá okkara granna­londum benda á akkurát tað sama, at tað serliga eru teir ungu miðlabrúkarnir sum eru ó-trúgvir. Miðilin skal vilja teimum nakað, og verða nakað fyri tey. Men megnar miðilin ikki at møta teimum, og á teirra egna máli miðla teimum tað sum hevur teirra áhuga og týdning fyri teirra lív, so siga tey bara farvæl og takk. Tá nyttar tað einki at vit vaksnu seta okkum uppafturá og siga: nei altso tey ungu í dag eru bara simpulthen so strævin altso... nei, tá eg var ungur, tá.... Nei, Tað er okkara ábyrgd. Avbjóðingin fyri Kring­ varp Føroya og Føroya Fólka­há­skúla er í botn og grund tann sama. Vit skulu raðfesta kvalitet, ja, men vit noyðast sam­ stundis at raka breitt, so vit hava okkurt til øll. Tað ræður um, at sníkja tað tunga tankagóðsið inn við tí lætta og lekkra. At skapa áhuga, fyri at fáa undirtøku, og at fast­halda undirtøku, fyri at fáa úrtøku. Yvirskipaða succes- kriteriið er tal av fólki. Tí vilt tú selja nakað, so mást tú sjálvandi fyrst hava kundar í butikkina. Ambisjónin má verða at øll koma í handilin tí tey eru forvitin, og at fólk flest fáa okkurt virðis­ mikið við sær heimaftur. Klárar Kringvarpið ikki at fanga og fasthalda áhugan hjá teimum ungu, so zappa tey bara yvir á onkran annan miðil sum er fullur av fake-news, til stóran miss fyri felagskapin og fólka­ræðið. Og egnir Há­ skúlin ikki við t.d. filmi, sjón­leiki, tónleiki, sangi, ritlist og modernaðum dansi so verða vit bara vald frá, í kappingini við onnur áhugaverdari til­ boð. Fidusurin er, fyrst at fáa tey inn á skúlan, fyri síðani at lata ta Myndir: Oddfríður Rasmussen 2019 / Føroya Fólkaháskúli