mánadagur 5. august 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Gott fundarfólk,
Eg vil takka Háskúla
felagnum fyri, at eg fekk
hetta høvið, at halda
røðu.
Og
eg
visti
eisini
umgangandi hvat evni eg
skuldi velja. “Myndan og
Mentaskapur av ungum
menniskjum og leiklut
urin hjá Føroya Fólkahá
skúla, framyvir”, max 15
minuttir. Og so gjørdi eg
sum tey flestu ið verða
biðin siga nøkur orð, eg
fór í bókahillarnar at leita
fram orð hjá øðrum: Hvat
hava politiskir filosoffar,
prestar,
pædagogar,
psykologar og sosiologar
sagt tey seinastu 2000
árini
um
upplýsing,
dannilsi,
mentaskap,
myndan, búgving, bún
ing, osfr. osfr.
Men
knappliga,
so
hugsaði eg nei. Hetta
skuldi ikki verða ein so
vorðin
akademisk
og
yvir-intellektuel
røða.
Gjørdi tí av IKKI at
prýða meg við lántum
fjaðrum,
men
heldur
royna at verða í tí sum
eg ikki longur visti uppi
í høvdinum, at eg visti.
Ella sum Theodor prestur
segði í Útvarpinum her
fyri tá hann og onnur
gløgg
fólk
stríddust
við at allýsa hugtakið
“dannilsi”: Mentaskapur
er tað sum er eftir, tá vit
hava gloymt tað vit hava
lært. Tann gløggi lurtarin
fer kortini millum reglur
nar at hoyra bæði Aristo
teles,
Kant,
Goethe,
Grundtvík, Weber, Haber
mas og Theodor Eli Dam
Olsen, men herfrá og
næstu 15 vónandi bara
14 minuttirnar fari eg at
droppa name-dropping
ina, og geva meg yvir til
míni egnu orð og mínar
egnu praktisku royndir og
sannkenningar seinastu
fimm undanfarnu árini á
Háskúlanum.
Ein lítil tjóð hevur, um
nøkur, tørv á eini sterkari
mentan. Og tí mugu
hennara mentunarstovn
ar verða høgt í metum.
Eitt av týdningarmestu
endamálum
háskúlans
er, enn sum áður, at geva
fólkinum eitt gott kjøl
festi í mentan, máli og
søgu okkara. Menningin
av føroyskari sjálvsfatan
og medviti er, eftir mín
um tykki, ikki bara gott
og
gagnligt,
men
al
neyðugt. Og tað hevur
onki við heimføðisligheit
ella
avmarkandi
tjóð
skaparhugsan at gera.
Tvørturímóti, er tað ein
fortreyt fyri at tú verður
eitt búgvið og mentað
menniskja, at tú hevur
fast undir fótum.
At kenna seg sjálvan,
og at hvíla í sær sjálvum,
eru
góðir
eginleikar,
ikki minst hjá ungum
menniskjum á veg út
í lívið, annaðhvørt tey
eru heima, ella fara út í
heim. Altjóðagerðin, sam
skiftismøguleikarnir og
tey fremmandu málini
í útlendsku miðlunum,
bera við sær nógv gott
og gagnligt, men fyri ikki
at verða tikin av fótum,
og hvørva í eini globalari
mainstream-melduródn,
so krevst mentunarligt
mótstøðuføri.
Føroya
Fólkaháskúli
má tí framvegis gjarna
verða uppalandi og klass
iskt dannandi við góð
um innspræningum av
”kultur-konserves”.
Fyri tí ikki sagt, at tað
ikki kann verða umstrítt,
hvat tað er sum býr í
okkum og bindur okkum
saman. Á einum háskúla
eru ongar heilagar kýr, alt
kann viðgerast kritiskt.
Her skulu vit ikki bert
borðreiða við standard
versjónunum av teimum
uppruna-ser-føroysku
fyribrigdunum, tí okkara
tjóðarmentan er hvørki
statisk
ella
homogen.
Vit skulu hinvegin eggja
teimum ungu til at taka
lut í orðaskiftinum, um
hvussu søga og samleiki
okkara eisini kann al
lýsast. Tey mugu, uppá
egnar premissir, fáa aðrar
og øðrvísi møguleikar at
sansa og sanna hvat ein
føroyingur kann vera.
“Hvørji eru vit?” er ein
obligatoriskur
spurn
ingur tá eg havi Sam
felag við næmingunum.
Seinast spurdu vit: Skulu
vit broyta okkara aldar
gomlu
veiðumentan
-
Gevast við at drepa grind,
tí víðgongdir felagskapir
hótta við at boykotta
tónleikarar sum ikki vilja
boykotta
G-festivalin?
Tað haldi eg ikki sjálvur.
Og tað nýtti eg eisini
høvið til at siga hart. Eg
veit ikki, kanska stúrdi
eg sjálvur eitt sindur
fyri at tey ungu heldur
vildu hava G-festival enn
grind? Men hinvegin, so
var Paul Watson kanska
tað besta sum kundi
henda fyri okkara áhuga
í grindadrápinum, kanska
serliga hjá teimum ungu.
Tí nú skal annarhvør
ungur
maður
verða
mønustingari, fáa license
to kill, og rap-bólkurin
Swangah yrkir fangandi
tekstir har øll tey ungu
syngja við: “FOKK PAUL
WATSON!”
Dømið er einfalt, men
rættiliga áhugavert. Og
fyri meg (og onnur eldri
fólk) ógvuliga læruríkt.
Í fyrsta lagið, hava vit
onga orsøk at kenna
okkum
hótt
av
mót
stríðandi
meiningum,
hvørki millum ættarlið,
ella lond. Tí tað er í mót
støðuni, millum mein
ingar sum brótast og
brýnast, at vit mennast.
Í stillstøðuni deyðin – í
mótstreyminum
lívið.
Um so allar meiningar
eru líka góðar, tað er ein
annar spurningur sum
liggur uftanfyri hesa av
handling at viðgera.
Men í øðrum lagi reisir
dømið spurningin, um
hvussu vit frægast læra
tey ungu sjálvi at skilja og
velja, hvat vit skulu taka
til okkum, hvat vit skulu
tulka av nýggjum, so tað
hóskar til ein føroyskan
samanhang,
ella
hvat
vit bara skulu lata fara
framvið, tí tað hvørki er
gott ella gagnligt? Tað
gera vit sjálvandi, eisini,
við at siga teimum hvat
vit halda... men ikki hvat
vit halda at tey skulu
halda. Tí ung læra best
um tú vísur teimum álit,
og gevur teimum frælsi
og ábyrgd. Er endamálið
at mynda tey ungu til
upplýstar medborgarar,
so skulu vit heldur geva
teimum nøkur amboð, til
sjálvi at viga og viðgera
sannleikarnar
kritiskt,
og soleiðis geva teimum
hegni til síggja størri
samanhangir, og at taka
støðu til spurningar sum
viðkoma teimum sjálv
um. Tey skulu fáa hug at
brúka sína rødd til at gera
sína ávirkan galdandi.
Borgari er eitt sentralt
hugtak sum eftir mínum
tykkum skal aktiverast
aftur. Fyrr varð tosað
um borgaraskapin, og
at gera sína borgarligu
skyldu Í samfelagnum...
Røða hildin á Ólavsøkufólkafundinum hjá Føroya Fólkaháskúla 28.juli 2019
Á einum háskúla eru
ongar heilagar kýr