mánadagur 5. august 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88
TÍÐINDI
túrin, so var tað ikki heilt
uttan trupulleikar.
Sum partur av flog
ætlanini
skuldu
teir
lenda í Erbil, sum liggur
í kurdiska partinum av
Irak. Talan var um ein
vanligan
brennievnis
steðg, men tá tyrlan
hevði sett seg, komu toll
myndugleikarnir og tóku
passini frá teimum trim
um.
Kurdistan
verður
í
ávísan mun stýrt av
ymiskum ættarbólkum,
og tær avtalurnar, ið eru
fingnar í lag við onkran,
telja møguliga ikki hjá
onkrum øðrum, og tað
var júst hetta, sum hendi
á tyrluplássinum í Erbil.
- Vit fingu ikki passini
aftur! Annar av hinum
báðum hevði flogið fyri
onkran høvding í økinum,
og tí var okkurt komið
í klemmu við onkran
annan ættarbólk. Eg fekk
so at vita, at eg kundi fáa
mítt pass aftur og fara á
flog, men eg fór jú ongan
veg uttan hinar.
Teir komu hóast alt
á flog aftur allir samlir
og settu beina kós móti
turkiska markinum. Tá
teir nærkaðust marki
num
hoyrdist
eitt
amerikanskt
hernaðar
flogfar í radionum, sum
fortelur teimum, at teir
høvdu ikki loyvi at flúgva
inn í Turkaland.
- Tá hugsaðu vit, at vit
fóru ikki aftur til hatta
sirkusið í Erbil, so vit lótu
sum luft og hildu áfram.
Restin
av
túrinum
gekk sum ætlað. Átta
dagar og 3.300 fjórðingar
eftir fráferð setti tyrlan
seg í Alicante í Spania.
Hevur avbjóðingar
at búgva í Katar
Katar hevur møguleikar
fyri tey, sum vilja hava
flúgvitímar. Men tað er
heldur ikki bara eitt spæl
at flyta hagar, og neyðugt
er at vita, hvat tað er fyri
umhvørvi, ið flutt ferður
til.
- Nú um summarið er
ikki útiverandi - tað er
alt ov heitt og fuktigt. Í
grundini eru vit ikki úti í
frá mei til september. Vit
gera sum best ber til at
leggja eina gerandisrutu,
soleiðis at vit fáa keypt
inn og gjørt ørindi beint
aftaná arbeiðstíð, og so
fara vit beint heim. So eru
vit inni til dagin eftir - tað
ber rætt og slætt ikki til
at vera uttandurða, sigur
Fróði.
- Um veturin royna
vit at fara eitt sindur út í
oyðimørkina. Tað er tann
deiliga tíðin her. Summar
tíðin er heilt forferdilig,
tá er deiligt at fara heim
til Føroyar. Men tá vit so
koma heim til Føroyar,
so eru vit hvítari enn øll
onnur, bara tí at vit eru
ikki uttandurða her.
Tey, sum arbeiða fyri
Gulf Helicopters, búgva
fyri seg í einum avgirdum
býlingi. Talan er um ein
rættiliga
fjøltáttaðan
starvsfólkahóp, og tískil
gongur
meginparturin
av samskiftinum fyri seg
á enskum. Somuleiðis
er skúlin hjá børnunum
eisini ein altjóða skúli við
enskum
undirvísingar
máli.
Við hús tosa Fróði og
tey tó føroyskt, og hetta
verður ivaleyst hent, um
flytast skal heim aftur til
Føroyar.
- Elsta gentan verður 16
nú í summar, so vit hava
hugsað um at venda nøs
ini heimeftir. Men tað er
ilt at siga, hvat framtíðin
hevur at bjóða uppá, sig
ur Fróði Waag.
steinar@sosialurin.fo