Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Steinar Patursson Fróði hevur frá barns­ beinum havt áhuga til tyrlur. Sum smádrongur var hann nakrar túrar við tyrluni hjá Atlantsflog, millum annað til Fugl­ oyar, og hetta dámdi hon­um væl. Tá hann sum flutti niður við konuni, tí hon skuldi undir lesnað, gjørdi hann av at taka ein tyrlu­tíma í Roskilde. Í Roskilde bar til at fáa ein hálvan tíma av teori og ein hálvan tíma í tyrluni, og aftaná saman­ lagdi tímin var yvirstaðin gjørdi Fróði av, at hetta skuldi vera yrkið hjá hon­ um. - Eg var heilt seldur. So gjørdi eg av, at hetta fór eg at gera, um tað bar til. Tað er ein dýr útbúgving, og tú mást gjalda hana sjálv­ur. Hetta er ikki nakað, sum tú skalt gera fyri pengarnar, men bert um tú brennir fyri tí. Endaði í Katar Eftir at tyrluútbúgvingin var komin upp á pláss, fekk Fróði arbeiði hjá Atlan­tic Airways sum stýri­maður í 2006 og fram til 2010. Í 2008 var tó ikki so nógv at gera heima í Før­oyum, so Fróði gjørdi av at hyggja eftir øðrum møgu­leikum. - Sum stýrimaður royn­ir tú at byggja tær upp royndir til at verða skipari, og vit flugu ikki serliga nógv júst tá. Eg visti, at leiðarin hjá okkum, Hans Erik Jakob­ sen, hevði verið í Katar nakrar ferðir og flog­ ið, og hann hevði fram­ vegis samband til Gulf Helicopters. Hann fekk so upp í lag, at eg kom til Katar at flúgva í einar níggju mánaðir í 2008. Flúgvitímarnir í Ka­ tar vóru nógvir, og í 2010 fór Fróði síðani til Danmarkar at ar­beiða, har hann fleyg í Norð­ sjón­um í nøkur ár. Sam­ band­ið til Katar varð tó ongantíð slept, og Fróði hevði pappírini til bæði AW 139 og Bell 412 tyrlur­ nar, ið vórðu nógv brúkt­ ar í Katar. So tá konan varð liðug at lesa í 2011 gjørdu tey av at flyta til Katar við børnunum, og í 2012 var Fróði sostatt aftur í Golf Helicopters. Flúgvingin er í frálandavinnuni Flúgvingin hjá teimum í Gulf Helicopters er fyri tað mesta í frá­landa­ vinnuni. Umleið 100 boripallar eru í sjón­um kring Katar, og nógv starvs­fólk í frá­landa­ vinnuni skulu flúgvast aftur og fram. At flúgva sama teinin dag um dag kann gerast eitt sindur møðsamt, sigur Fróði, so tá hann hoyrdi, at ein starvsfelagi skuldi flúgva eina út­ leigaða tyrlu til Spania, bjóð­aði hann seg fram at koma við á túrin. - Tað er hóast alt meira hugaligt at vera tveir, so hevur tú onkran at tosa við. Og so hevði eg hug at flúgva okkurt annað enn tað vanliga. Tað gerst rættiliga eins­tátt­ að at flúgva sama tein­ in hvønn dag. At flúgva her í flógvanum er ikki tað sama sum at flúgva heima í Føroyum, har uppgávurnar eru rætti­ liga ymiskar. 8. juni sat Fróði so við tveimum starvsfeløgum í Bell 412 tyrluni á veg til Span­ia. Frá Katar til Spania í 8 dagar At flúgva tílíkan tein til Spania er ikki bara sum at siga tað - í øllum førum ikki, tá flogið verður úr Katar. Í 2017 slitu Saudi Arabia, Emiratini, Bahrain og Egyptaland diplo­mat­isk sambond við Katar. Viðurskiftini eru fram­vegis tey somu landana millum, og hetta inniber eisini, at Katar­ isk flogfør sleppa ikki at brúka loftrúmið hjá granna­londunum. Sam­ stund­is er amerikanskt trýst á Katar um ikki a brúka iranskt loftrúm. Um hugt verður eftir einum landakorti, sæst skjótt, at hetta er ein trupul­leiki, um flúgvast skal til Spania. Einasta leið­in, ið er eftir at fara, er norð­ur gjøgnum flógvan og inn gjøgnum Kuwait og Irak. Irak er ikki júst trygg­ asta landið at ferðast gjøgnum í tyrlu. Har eitt flogfar kann sveima til næsta flogvøll, um tað hevur eitthvørt tekniskt brek, so má ein tyrla niður júst har, sum hon, skuldi okkurt hent. At seta eina tyrlu niður í ongamannalandi í iraksku oyðimørkini í dag er ikki heilt vandaleyst, men hóast teir komu snikka­leysir gjøgnum 44 ára gamli klaksvíkingurin Fróði Waag býr í Katar, har hann flýgur tyrlu fyri Katariska flogfelagið Gulf Helicopters. Flúgvitímarnir í Katar eru nógvir, góðir møguleikar eru fyri at fáa sær royndir, og herfyri fleyg Fróði eina tyrlu úr Doha til Alicante í Spania. Men tað er ikki bara sum at siga tað at búgva í Katar, og tú mást fyrireika teg til veðurlagið, sigur Fróði, sum nú hevur verið í Katar síðan 2012 TYRLAN TÓK FRÓÐA TIL KATAR