mánadagur 5. august 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Signhild
svomið World
Cup í Tokyo
Signhild Joensen hevur luttikið á trimum teinum í World
Cup-stevnu í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo, og í Tbilisi
í Georgia hava ungar hondbóltskvinnur vunnið stórsigur
Pætur Albinus
FORMIL 1
Lewis Hamilton (Mercedes)
nærkast
í
hvørjum
sínum
sætta heimsmeistaraheiti eftir
at hann í gjár vann sína átt
andi kappkoyring hetta kapp
ingarárið. Hesaferð varð koyrt
í Ungarn. Max Verstappen
(Red Bull) hevði eina løtu eina
stóra leiðslu, men eitt pitstop
hjá Lewis Hamilton, har hann
fekk skjótari dekk á bilin, gav
honum møguleikan at vinna
seg tann hálva minuttin inn
aftur á Max Verstappen. Hann
yvirhálaði hann tá ið trý um
før vóru eftir og fór fyrstur
um málstrikuna. Danski Kevin
Magnussen
(Haas)
bleiv
nummar 13 og fekk einki stig.
Lewis Hamilton er nú 62 stig
fremstur í samlaðu HM-kapp
ingini frammanfyri Mercedes-
liðfelagan, finska Valtteri Bott
as. Einans sjey stig aftanfyri
Bottas er Max Verstappen.
Næsta kappkoyring verður í
Belgia 1. september.
HONDBÓLTUR
Føroysku U17-genturnar lut
taka í hesum døgum í EM-und
ankapping í Tblisi í Georgia.
Føroyar eru í bólki við Serbia,
Ukraina, Grikkalandi og Bulg
aria. Fyrsti dysturin var ímóti
tí helst sterkasta landinum,
Serbia,
fyrradagin.
Føroyar
løgdu eitt góðtikið avrik eftir
seg og taptu 30-26 eftir hálv
leiksstøðuna 13-11 til Serbia.
Føroyar vóru tætt við at javna
í seinna hálvleiki, men tættari
enn 16-17 komu tær ikki í hes
um dystinum, har Jana Mittún
varð kosin til dagsins føroyska
leikara. Hon var eisini topp
skjútti. Málskjúttarnir vóru:
Jana Mittún 7, Elsa Egholm 5,
Rannvá Olsen 4, Brynhild Páls
dóttir 3, Lív Bentsdóttir Zach
ariasen 3, Natasja Hammer 2,
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1 og
Frida Holm Jacobsen 1.
Annar
dysturin
varð
spældur í gjár, og tá gekk
betur. Føroyar vunnu greiðan
37-20-sigur á Bulgaria eftir at
hava verið á odda 18-12 í
hálvleikssteðginum. Tað var
serliga síðstu 10 minuttirnar,
at føroysku genturnar øktu
nógv. Hendan dystin varð Elsa
Egholm
kosin
til
besta
føroyska leikara í dystinum.
Føroysku málskjúttarnir vóru:
Elsa Egholm 9, Jana Mittún 8,
Lea Mortensen Mørk 6, Lív
Bentsdóttir
Zachariasen
4,
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3,
Sára Sigrunardóttir 3, Brynhild
Pálsdóttir 1, Frida Holm Jacob
sen 1, Rannvá Olsen 1 og Her
vør Niclasen 1. Triði dysturin
byrjaði í morgun kl.11.00 ímóti
Grikkalandi.
Í dag og í morgin er for
kunnug vitjan í Føroyum, her
nakrir danskir heimsmeistarar
luttaka á venjingarlegu, sum
Hondbóltssamband
Føroya
skipar fyri. Umframt føroyska
Jóhan á Plógv Hansen, so eru
landsliðsleikararnir
og
lið
felagar
hansara í BSV, Nikolaj Øris
Nielsen, Nikolaj Markussen og
Jesper Nøddesbo, eisini við.
Venjingarlegan
er
fyri
aldursbólkarnar U10 til U16.
Mikukvøldið kl.20.00 verður
vinardystur ímillum Føroyar
og
Bjerringbro-Silkeborg
í
høllini á Hálsi í Havn.
SÚKKLING
Torkil Veyhe og liðfelagarnir á
danska liðnum, Riwal Readyn
ez, hava frá hósdegnum fram
til í gjár luttikið í fronsku
kappingini, Tour Alsace. Torkil
var ein av seks súkklarum á
liðnum í hesi kappingini, har
hann hevði sum uppgávu at
vera hjálpari hjá kapteyninum
á liðnum, Andreas Kron. Kron
bleiv nummar átta í samlaðu
kappingini, og Riwal Readynez
bleiv nummar 17 av teimum 25
liðunum.
Torkil
Veyhe
var
í
útbroti á fyrsta
teininum, men hann
og hinir í útbrotinum vórðu
fangaðir av feltinum tríggjar
kilometrar
áðrenn
mál
strikuna.
SVIMJING
Signhild Joensen hevur sein
astu dagarnar svomið í World
Cup-stevnu í japanska høvuðs
staðnum, Tokyo. Hon luttók í
ryggsvimjing - á 50, 100 og 200
metrum. Í fyrstu kappingini,
sum var í 50 metrum, svam
hon tíðina 30.26. Hetta rakk til
eitt 22. pláss av teimum 27 lut
takarunum. Í 100 metrum
svam hon tíðina 1:04.14, sum
gav eitt 20. pláss av 22 luttakar
um. Í 200 metrum svam hon
tíðina 2:19.20. Har bleiv hon
nummar 11 av 12 svimjarum í
innleiðandi kappingini.