Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 Fleiri av føroysku útisetunum hava verið í dysti um vikuskiftið. Hallur Hansson útmerkaði seg við máli og sigri á Brøndby, meðan Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin í dramatiskum 3-3 javnleiki Tróndur Arge Hallur Hansson var við frá byrjan og spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir á útivølli vunnu 2-1 á Brøndby í dysti í donsku superliguni. Hallur Hansson legði AC Hors­ens á odda við einum góð­ um stútara tá bert fimm minuttir vóru farnir av dyst­in­ um. Bert fimm minuttir seinni javnaði Brøndby. AC Horsens fekk sigursmálið tá ein tími var farin. Talan var um eitt sjálv­mál, ið finski verju­spæl­ arin hjá Brøndby, Paulus Araj­ u­uri gjørdi tá hann snittaði bólt­in í egið mál. AC Horsens hevur nú vunnið tveir og tapt tveir í fýra teimum fyrstu dystunum í nýggja kappingarárinum í Superliguni. Komandi sunnu­ dag tekur AC Horsens móti FC Midtjylland á CASA leikvøll­in­ um í Horsens. Jóan Símun í dramatiskum javnleiki Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum allan dystin, tá Arm­inia Bielefeld í kvøld spældi hendingaríkan 3-3 javn­ leik móti VfL Bochum í 2. Bund­es­liguni í Týsklandi. Føroyski landsliðsspælarin, sum nú er fluttur aftur á mið­ vøllin, fekk eina góða byrjan upp á dystin. Gestirnir úr Biele­feld komu á odda bæði 1-0 og 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Síðani kom ferð á heima­ liðið. VfL Bochum minkaði um munin við brotssparki og løtu seinni var javnleikur 2-2. Inn­ skifti Simon Zoller var um at blíva dagsins hetja, tá hann legði VfL Bochum á odda 3-2 fimm minuttir fyri tíð. Í yvirtiðini gjørdi Vfl Boch­ um sjálvmál, tá Anthony Lo­ silla tveitti seg fram og sendi eitt innlegg í egið mál, so at Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld fingu eitt stig. Arminia Bielefeld hevur nú tvey stig fyri tveir dystir. Lítil føroysk spælitíð í Norra Brann Bergen vann tryggan sigur á úti­ vølli, og Kristi­ansund fekk javnleik á úti­vølli. Før­ oy­ing­arnir sluppu á vøllin í seinna hálv­ leiki. Meinhard Ols­en fekk 24 min­ uttir á vøll­in­um móti Vaalerenga á úti­ vølli. Dysturin endaði við javn­leiki 1-1. Sean McDermott í mál­inum hjá Kristiansund fær heið­urin í norskum miðlum fyri, at Kristiansund slapp úr Oslo við einum stigi. Fyri føroyingafeløgini, Brann Bergen og Kristiansund var tað ein góðkendur dagur í norsku tippiliguni í gjár. Men tá talan var um føroyska spæli­tíð var talan um ein slak­ ari dag. Brann Bergen vann trygt 3-0. Gilli Rólantsson fekk av øllum spælitíð, men hann kom ikki á vøllin fyrrenn sjey min­ utt­ir vóru eftir av vanligu leik­ tíðini. Fyrr í vikuni spældi Kristi­ an­sund ein rimmar venj­ing­ar­ dyst móti Manchester United á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. United vann tepurt 1-0. Komandi sunnudag tekur Kristiansund móti Odd Gren­land á heimavølli. Brann spæl­ir ikki aftur fyrrenn sunnu­dag­ in 18. august í tippi­ liguni. Tá spælir Brann á útivølli móti Mjøn­dalen. Heini vann, Viljormur tapti - Finnur var uttanfyri Fremad Amager vann á úti­ vølli, Vejle tapti á heimavølli, og Roskilde fekk javnleik utt­ an at hava Finnur Just­inus­sen á vøllinum. Tað gekk ógvuliga misjavnt hjá føroyingaliðunum í næst­ bestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá lið hansara Fremad Amager vann ein góðan 1-0 útisigur á gamla føroyinga­ liðn­um, Vendsyssel FF í Hjørr­ ing. Pierre Larsen skoraði sigurs­málið í 73. minutti. Viljormur Davidsen kom inn frá byrjan í seinna hálv­ leiki, tá liðfelagarnir hjá hon­ um í Vejle vóru aftanfyri heili 0-3 móti Nykøbing. Viljormur og Vejle bøttu um í seinna hálvleiki, og eydnaðist tað eis­ ini Viljormi at koma á mál­talv­ una, men undirskotið frá fyrra hálvleiki gjørdist ov dýrt hjá Vejle tá samanum kom, og tapti heimaliðið 2-4. Finnur Justinussen fekk onga spælitíð tá lið hansara, FC Roskilde á heimavølli spældi javnleik 1-1 móti Skive. Komandi sunnudag tekur Frem­ad Amager móti Skive. Kom­andi leygardag spælir Vejle útidyst móti Vendsyssel FF í Hjørring. Komandi sunnu­ dag vitjar FC Roskilde í Kold­ ing. Brøndby – AC Horsens 1-2 (1-1) 0-1 Hallur Hansson (5.) 1-1 Kamil Wilczek (10.) 1-2 Sjálvmál (60.) Superliga: 1 FCK 4 dystir 4 0 0 9 - 4 12 S 2 FCM 4 4 0 0 5 - 1 12 3 Brøndby 4 2 1 1 9 - 6 7 4 SønderjyskE 4 2 1 1 7 - 4 7 5 OB 4 2 0 2 9 - 7 6 6 FC 4 2 0 2 7 - 5 6 7 Hobro 4 1 3 0 7 - 6 6 8 AC Horsens 4 2 0 2 5 - 6 6 9 Randers 4 1 2 1 8 - 7 5 10 AaB 4 1 1 2 4 - 5 4 11 Lyngby 3 1 0 2 3 - 7 3 12 AGF 3 0 1 2 2 - 4 1 13 Esbjerg 4 0 1 3 1 - 5 1 14 Silkeborg 4 0 0 4 3 - 12 0 (livescore.dk) Ranheim – Brann Bergen 0-3 (0-2) 0-1: Daouda Bamba (19.) 0-2: Vito Wormgoor (45. br.) 0-3: Gilbert Koomson (90.) Vaalerenga - Kristiansund 1-1 (0-1) 0-1: Bent Sormo (8.) 1-1: Matthias Vilhjálmsson (76.) Vejle – Nykøbing FC 2-4 (0-3) 1. 0-1 Mathias Gehrt 8. 0-2 Mathias Kristensen (br.) 44. 0-3 Lars Pleidrup 66. 1-3 Kjartan Finnbogason 85. 2-3 Viljormur Davidsen 86. 2-4 Mikkel Dahl HALLUR SKORAÐI Í SIGRI Á BRØNDBY