Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógv er koppað á høvdið 1.DEILD: 07 Vestur hevur mist fleiri spælarar, og B68 hevur fingið fleiri nýggjar spælarar Jóannes Hansen Kappingin í næstbestu deildini er longu trý umfør gomul eftir summarsteðgin. 07 Vestur er einasta liðið, sum hevur møguleika at flyta upp. Hóast 4-1 tap á Sandi ígjár, so er 07 Vestur framvegis á triðja plássi. Um tað verður enda­støðan, so ber tað uppflyting við sær. Manningarligu vánirnar at flyta upp eru ikki styrknaðar kring summarstaðgin. Undan summarsteðginum flutti Ken Fagerberg úr 07 Vestur og í TB, og í summarsteðginum fluttu tríggir spælarar aftrat, sum hava verið nógv á liðnum, úr 07 Vestur – tveir til TB og ein til VB. Martin Tausen og Eirkur M. Ellendersen fluttu í TB, og Heri Kjærbo í VB. At so nógvir eru farnir úr felagnum ber við sær, at 07 Vest­ur liðið síðani summar­ steðg­in mest sum bara hevur verið mannað við lokalum spæl­arum. B68 hevur fingið tríggjar spæl­arar, sum undan summ­ar­ steðginum umboðaðu Víking í næstbestu deildini og tríggjar spælarar úr Serbia. Loyvini hjá serbisku spælarunum eru ikki komin upp á pláss. Tí var eing­ in teirra við, tá ið B68 leyg­ ardagin tapti 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ, sum er topplið. Tonni Thomsen var einasti spælarin, sum er leigaður úr Víkingi, sum var við ímóti NSÍ. Hinir báðir – Hjalti Strømsten og Pól Enok Hansen – vóru leikbannaðir. Víkingur vann leygardagin 2-1 í Klaksvík, og Víkingur er næstfremst – eitt stig aftanfyri NSÍ. 16 ára gamli Noah Mneney legði Víking framum 2-0. Tað gjørdi hann við framúr góðum máli, tá ið hann dró eftir allari KÍ hálvuni og fram til bak­linj­ una, áðrenn hann sneiddi fram­við tveimum og úr spísk­ um setti bóltin í handara síðu­ netið. 15. umfar 20. juli KÍ – B36 4-1 (3-0) 1-0: Darius Lewis 15. 2-0: Jens Joensen 22. 3-0: sjálvmál 32. 4-0: Børge Petersen 64. 4-1: Gilli Samuelsen 71. Víkingur – NSÍ 3-1 (2-0) 1-0: Arnbjørn Svensson 20. 2-0: Arnbjørn Svensson 22. 2-1: Andri Benjaminsen 65. 3-1: Geza David Turi 88. B71 – HB 1-2 (1-2) 0-1: Hanus Pauli Danielsen 2. 0-2: Hanus Pauli Danielsen br 39. 1-2: Tijani Mohammed 42. 16. umfar 26. juli EB/Streymur – B68 1-1 (0-0) 0-1: Bárður Ó. Jensen br 49. 1-1: Jákup Dahl-Olsen 88. Víkingur – B71 2-1 (0-1) 0-1: sjálvmál 34. 1-1: Bergur Gregersen 80. 2-1: Martin Klein 89. NSÍ – KÍ 1-0 (0-0) 1-0: Andri Benjaminsen 51. 07 Vestur – Skála 5-0 (3-0) 1-0: Tór-Ingar Akselsen 12. 2-0: Solomon Kwao 15. 3-0: Hørður Egilsson 18. 4-0: Solomon Kwao 69. 5-0: Dann Fróðason 73. B36 – HB 3-0 (1-0) 1-0: Benjamin Heinesen br 38. 2-0: Heini í Skorini 57. 3-0: Árni Nielsen 60. 17. umfar 3. august KÍ – Víkingur 1-2 (0-1) 0-1: Geza David Turi 36. 0-2: Noah Mneney 84. 1-2: Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen 95. B68 – NSÍ 1-3 (0-1) 0-1: Mórits Heini Mortensen 38. 0-2: Óli H. Olsen 51. 0-3: Pætur Turiðarson Skipanes 75. 1-3: Esmar Clementsen 84. Skála – B36 2-2 (1-1) 1-0: Andreas Egeberg Jacobsen 19. 1-1: Niels Johnsson 27. 2-1: Jan Ingason Hansen 60. 2-2: Mathias Thomsen 66. HB – EB/Streymur 2-2 (0-0) 1-0: Villiam Klein 53. 2-0: Martin Dam 66. 2-1: Tóki Johannesen 71. 2-2: Fríði Johansen 88. 4. august B71 – 07 Vestur 4-1 (1-0) 1-0: Aron Clementsen 34. 2-0: Markus Clementsen 50. 2-1: Asbjørn Heðinsson 59. 3-1: Aron Clementsen 66. 4-1: Clayton Soares 72. Støðan https://www.faroesoccer.com/ content.php?pid=50 Máltindurin Clayton Soares B71 11 Aksel B. Danielsen KÍ 9 Andri Benjaminsen NSÍ 9 Solomon Kwao 07 Vest 8 18. umfar 8. august 07 Vestur – Víkingur 9. august KÍ – Skála 10. august EB/Streymur – B71 HB – B68 B36 - NSÍ Noah Mneney skoraði framúr mál, tá ið Víkingur leygardagin vann 2-1 í Klaksvík.