Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Svangaskarður Eftir seks dystir í Europa League við tveimum sigrum, tveim­um javnleikum og tveim­ um teprum tapum er KÍ úti av ársins kapping. Síðani KÍ aftur meldaði seg í toppin av før­ oyskum fótbólti, hava úrs­lit­ini verið góð. KÍ hevur hesi trý árini spælt 12 dystir. Tríggjar ferðir hevur KÍ vunnið. Tvær ferðir móti Tre Fiori úr San Marino og eina ferð móti Birkikara av Malta. Fimm ferðir er endað við javnleiki, meðan fýra dystir eru taptir. Tríggjar ferðir er KÍ komið víðari. Móti Tre Fiori, Bir­kikara og Riteriai. KÍ hevur útmerkað seg sum eitt lið, ið leggur nógv fyri í fyri­reikingunum og satsar nógv upp á Evropa-fótbólt. Tað hevur sambært UEFA giv­ið KÍ 5,4 milliónir krónur í vinn­ingi. Hartil kemur søla av at­gongu­merkjum og sjón­varps­ rættindum. Her verður mett at heimadystirnir í ár hava givið nakrar hundrað túsund í inn­ tøkum -Vit hava í ár valt at satsa nógv upp á Evropa. Tí fara vit eisini í góðari tíð til úti­ dyst­ir­nar og fyrireika okkum væl. Tað er ymiskt hvussu nógv hvør ferð kostar, men tað er áleið helmingurin av inn­tøkunum frá UEFA, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Hann sigur millum annað, at tað er stórur munur á prísi­ num í Litava og Sveis, sum hava verið tvey tey seinastu ferða­ mál­ini. KÍ er í løtuni í holt við at umbyggja vøllin við Djúpu­ mýru, so KÍ kann spæla sínar dystir í Klaksvík í framtíðini. -Vit høvdu nokk ikki slopp­ ið at spælt móti FC Luzern í Klaksvík, tí teir hava yvir hundrað áskoðarar við, men vøllurin er klárur til góð­kenn­ ingar, sigur Tummas Lervig. Ongin munur á liðunum KÍ byrjar við teimum somu ellivu, sum byrjaðu í Sveis, tá FC Luzern vann tepurt 1-0. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, segði undan dystinum, at hann vónaði at halda lív í dysti­ num so leingi sum gjørligt. Í ein hálvan tíma er ongin munur á liðunum. Bæði liðini spæla uttan váða og tykjast føla seg fram. Serliga verjan hjá FC Luzern hevur brúk fyri, at venja seg við graslíkið. Páll A. Klettskarð er ein støðug hóttan og vinnur fleiri luftdystir. KÍ fær eina ávaring. FC Luzern sleppur ígjøgnum í vinstru, men ongin fær fatur á innlegginum. Tá ein hálvur tími er farin gongur galið. Bless­ing Eleke stríkur avstað í vinstru og sleppur til innlegg. Hesa ferð er Idriz Voka fyrstur á og skorar. -Trupulleikin er, at Eleke blívur isoleraður við einum spælara hjá okkum í einum stór­ um øki, og fær sett hann av. Tað var ein umstillig og vit vistu, at onkur fór at koma. Ómeta­liga harmligt at málið kemur tá, tí kanska vit kundu havt fingið fleiri nervar í dystin, sigur Mikkjal Thomassen. Yvirleggjarin í vegin Í seinna hálvleiki leggur KÍ nógv fyri fyrstu løtuna. Størsta møgu­leikan fær Deni Pavlovic, tá hann stútar eitt hornaspark á tvørstongina. Hesa løtuna er KÍ omaná, men tað merkist eisini sum dyst­urin gongur, at FC Luzern byrjar at fáa yvirvág. -Eg haldi, at FC Luzern dugdi væl at vera á odda og gera tað tor­ført fyri KÍ, sigur Rógvi Jacob­sen, ið var viðmerkjari hjá FM1 til dystin. Seinasta partin av dystinum tykist sum um, at FC Luzern hevur tamarhald á støðuni. Ser­liga miðverjarnir byrjaðu at vinna sínar tvídystir, og tí var sjáldan at KÍ veruliga fekk hótt málið seinasta hálva tíman. Mikkjal Thomassen er fegin um avrikið, men ásannar eisini at munurin ár liðnum í styrki er stórur. Tí er tað eitt bragd, at KÍ megnar at gera uppgerðina so spennandi, men tað kostar eisini seinastu løtuna. -Munurin er, at vit spæla til okkara maksimala allan dystin. Tað eiga allir spælararnir rós uppi­borið fyri. Allir spælararnir raka eitt óhugnaligt toppstøði í dag. Tað ger at vit fingu ein javnan dyst, sigur Mikkjal Thomas­sen. Spælarametingar Hóast KÍ tapur dystin móti FC Luzern, so er talan um eitt gott avrik frá heimaliðnum. KÍ hev­ur fyrireikað seg væl og tað sæst aftur á avrikinum. Kristian Joensen er sannførandi í tí mesta sum hann ger. Miðverjan við Deni Pavlovic og Jesper Brinck stend­ur sterk, meðan bæði Jóan­nes K. Danielsen og Ísak Simon­sen spæla væl upp. Á miðjuni gongur Jákup B. Andreasen á odda. Hann vinn­ur fleiri bóltar og setur seg eisini í gjøgnum í fleiri førum. Simen Sandmæl er sterkur á bóltinum, meðan Semir Hadzi­bulic hevur eitt sindur verri við at koma í dystin, men dugur væl at vinna sær nøkur frí­spørk. Av teimum fremstu er Páll A. Klettskarð mest í spælið við luft­dystum, har hann vinnur flestar í fyrra hálvleiki, men missur takið í seinna hálvleiki. Jóan­nes Bjartalíð er altíð góður fyri góðar deyðbóltar, og Patrik Johannesen er ein støðug hóttan í dystinum. Sum heild spælir KÍ hendan dystin væl. Tað manglar tíverri eitt mál, sum kundi sett lív í upp­gerðina. Samanlagt hevur KÍ umboðað føroyskan fótbólt væl í Evropa. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR KÍ er úti av árins Europa League, men klaksvíkingar kunnu vera stoltir av avrikinum í ár. FC Luzern er ein ov stórur biti, men KÍ spælir sum eitt stórfelag. – Vit hava valt at satsa upp á Evropa í ár, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Europa League: MIKKJAL UM KÍ Í EVROPA Í ÁR -Vit hava fingið øgiliga góð úrslit sum heild. Vit kunnu verða stoltir av hesum summarinum í Evropa. Vit síggja eisini, at nógvir spælarar veksa og tað fara vit at royna at umseta til eina góða seinnu hálvu. KÍ GONGUR Á ODDA Í EVROPA