Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 8. desember 2004 35 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo KOMANDI FILMUR Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Mikudagin 08.12.kl. 2000 Mikudagin 08.12.kl. 2245 Hósdagin 09.12.kl. 2000 Hósdagin 09.12.kl. 2245 Frumsýning fríggjadagin 10. desember Mikudagin 08.12.kl. 1600 Mikudagin 08.12.kl. 1800 Hósdagin 09.12.kl. 1600 Hósdagin 09.12.kl. 1800 Mikudagin 08.12.kl. 2115 Hósdagin 09.12.kl. 2115 Mikudagin 08.12.kl. 1900 Hósdagin 09.12.kl. 1900 Mikudagin 08.12.kl. 1645 Hósdagin 09.12.kl. 1645 – Seinasta sýning VIÐMERKINGAR Nýskapan innan føroyska vinnulívið - hvør eigur bóltin? Steinbjørn Hardlei Stjóri í spf. Hugin Virkisráðgeving Nýskapan hevur seinastu tíðina verið nógv frammi í Føroyum. Í alsamt vaksandi altjóðagerðini herðast krøv- ini til føroyska vinnulívið og samfelagið sum heild, fyri at vit kunnu standa okkum í kappingini og skapa neyð- uga búskaparvøksturin, sum skal geva okkum tey livikor- ini, ið vit ynskja í hesum landi. Í høvuðsheitum hava vit 3 grundleggjani sløg av nýskapan: - 1) Gransking við stór- um G, t.d. finna heilt nýggj produkt, t.d. heili- vágur móti HIV smittuni, ella okkurt tílíkt. - 2) Lágprísgrunda ný- skapan t.v.s. nýskapan, ið tryggjar einari fyritøku ein lágprís fyrimun mót- vegis kappingarneytun- um. - 3) Kunda- og brúkara- basera nýskapan, t.v.s. ný- skapan, ið er grundað á eina holla vitan um núver- andi og komandi tørvin hjá kundum og brúkarum. At samanseta vitan og førleikar á ein nýggjan og virðisskapandi hátt. Kann bæði vera ein stigvís lítil broyting av tænastuni ella produktinum ella ein meira radikal broyting. Fokus er her eisini uppá at nýskapa arbeiðsprosessir- nar, og tað verður gjørt við at hyggja inn í allar týð- andi arbeiðsprosessir í virðisketuni hjá fyritøk- uni. Í ein stóran mun snýr tjakið í Føroyum seg um pkt. 1, nevnliga at vit eiga at seta fokus á gransking í Føroy- um. Harumframt verða eyguni vend móti tí al- menna fyri at taka initiativ, og fyri at fíggja munandi partin av granskingarkostn- aðinum. Eg vil ikki koma nógv inn á pkt. 2 tað lágprísgrundaða nýskapanina, tí eg meini ikki at vit skulu kappast um at vera lágprísframleiðari. Tó er tað væl altíð soleiðis at einhvør fyritøka vil hava eina so effektiva framleiðslu sum gjørligt. Henda nýskap- anin er serliga grundað á at nýta tað tøkniligu menning- ina til fulnar í framleiðsluni. Tá ið vit fokusera uppá at effektivisera tað menniskja- ligu arbeiðsprosessirnar so eru vit í pkt. 3 niðanfyri, og tað er serliga har at mítt fok- us er. Veruleikin er tann, at heimsins búskaparvøkstur verður í størsta mun skapt- ur av tí kunda - og brúkara- baseraða nýskapanina (pkt. 3) eisini nevnd tann markn- aðarbaseraða nýskapanin. Umleið 80% av búskapar- vøkstrinum verður skaptur við hesum slagi av nýskap- an. Hetta bera raðfestingar- nar, og tjakið í Føroyum í dag ikki brá av. Hendan nýskapanin snýr seg um at byggja omaná eina tænastu ella produkt við smærri ella størri virðis- skapandi broytingum. Tað snýr seg eisini um at ný- skapa sínar arbeiðsprosessir bæði innanhýsis í fyritøkuni og millum fyritøkuna og sínar samstarvsfelagar. Av- gerandi fyri at vera fremstur á sínum øki er at duga at broyta sínar arbeiðsprosess- ir, tænastur og produkt sam- an við tørvinum hjá kund- unum. Tað krevur eitt málrætta arbeiði við nýskapan, og skal skipast gjølla. Nýskap- anin skal grundast á neyvar kanningar um marknaðin, mentan, trends, kundatørv o.s.fr. Harumframt er tørvur á sølufólki, ið hevur neyð- ugar førleikar at finna og menna marknaðin. Tað krevur at fyritøkur hava starvsfólk á marknaðinum, ið hava neyðugu vitanina og førleikan at síggja hesar broytingar. Hesi starvsfólk kunnu antin vera samstarvs- felagar hjá fyritøkuni ella starvsfólk, ið fyritøkan hev- ur keypt við at keypa feløg á hesum marknaði. Hetta seinasta er t.d. nakað, ið vit síggja íslendingar eru sera aktivir at gera í løtuni. Teir so at siga keypa sær markn- aðaratgongd og -vitan, og eru tí frá fyrsta degi til reið- ar at taka kappingina upp. Men grundleggjandi snýr tað seg fyrst og fremst um at vit í Føroyum mugu skapa arbeiðsumhvørvi, ið eru nýskapandi. Tað merkir at fyritøkurnar skulu skapa eitt arbeiðsumhvørvi har rúm er fyri læring og ymiskleikan- um. Tí, er tað nakrastaðni har nýskapan trívist og mennist, so er tað har mørk- ini og ymiskleikin møtist. Vit skulu tora at dyrka ym- iskleikarnar hjá hvør øðr- um, tora at møta hvør øðr- um við ymiskum hugsanum og sjónarmiðum. Hava evn- ini, viljan og hugin at skapa rúm og møguleika á teimum einstøku arbeiðsplássunum at royna nakað nýtt. Broyta vanar og byggja upp nýggj- ar vanar og hugsanir um hvussu tingini skulu gerast - ikki hvussu tey skulu gerast tey næstu 20 árini - nei hvussu tey skulu gerast inntil marknaðurin og tørv- urin hevur hava lagað tað soleiðis at vit aftur skulu broyta vanar. Tað handlar stutt sagt um at vit skulu skapa arbeiðspláss har starvsfólkini trívast og mennast við teimum áhald- andi broytingum sum eyð- kennir tíðina í dag. Hetta er tað grundleggj- andi kravið til alt samfelag- ið í dag, og tí gevur tað ikki meining bert at tosa um hesar broytingar innan hesa ella hasa vinnuna ella hend- an ella handan bólkin í samfelagnum. Vit skulu skapa hetta ný- skapanarumhvørvi í øllum lutum í okkara samfelag, frá ansingarstovnum, skúl- um, útbúgvingarverkinum, til almennu og privatu arbeiðsplássini. Tað snýr seg um at skapa strukturar og møguleikar at nýskapa bæði innan ta almenna og ta privata, bæði á almennum arbeiðspláss- um og privatum arbeiðs- plássum. Tað snýr seg um at skapa ein skúla og eitt útbúgvingarverk, ið stuðlar tey ungu til nýskapan. Men hvør eigur initi- ativið? Tjakið í Føroyum í dag er merkt av at vinnulívið bíðar eftir, at tað almenna stingur út í kortið hvar vit skulu fara og setur neyðugan pening til leiðina. Men tað er vinnu- lívið, ið eigur at stinga út í kortið hvar vit skulu fara komandi árini. Tað er vinnu- lívið, ið eigur at svara spurningum sum t.d. hvørjir førleikar hava vit brúk fyri um 5-10 ár, hvat krevur framtíðin av okkum fyri at vit skulu standa okkum í kappingini? Hvørjir al- mennir karmar eru neyðug- ur fyri at vinnulívið kann mennast komandi árini? Hetta er t.d. ein avgerandi partur av einum málrættað- um útbúgvingar- og menn- ingarpolitikki sum politiski myndugleikin skal orða - men vinnulívið stendur á síðulinjuni og bíðar eftir hesum politikki - og kemur at standa longi uttan so at vinnulívið tekur bóltin og gevur neyðuga innsparki til politisku myndugleikarnar. Harumframt sýnist tað sum um at vinnulívið í stór- an mun bíðar eftir at tað al- menna skal byrja eina mun- andi gransking í Føroyum. Hetta samstundis sum tann marknaðargrundaða ný- skapanin stendur í stað. Aft- ur her er tað føroyska vinnu- lívið, ið eigur bóltin tá ið vit tosa um nýskapan. Í fyrsta umfari eru tað ikki stórar íløgur, ið skulu til fyri at byrja eina nýskapanarpro- sess. Tað er innan tað privata vinnulívið at møguleikarnir eru bestir at skapa arbeiðs- pláss, ið eru nýskapandi, tí avgerðarprosessin er ikki tengd at so ymiskum áhuga- málum sum í tí almenna. Tí eigur og kann vinnulívið ganga fremst, og vera fyri- mynd tá ið umræður at skapa arbeiðsumhvørvi, ið eru nýskapandi. Tað skal vera føroyska vinnulívið, ið er lokomotivið, sum dregur okkum fram ímóti einum betri og ríkari samfelag, og ikki tað almenna. Ein tann størsta avbjóð- ingin føroyska vinnulívið stendur fyri komandi árini er at menna leiðsluførleik- an. Stórur partur av leiðsl- unum í Føroyum í dag megna ikki at skapa eitt ar- beiðsumhvørvi á fyritøkum teirra, ið stimbrar og eggjar starvsfólkunum at koma við sínari vitan og hugskotum. Hetta er í dag ein forðing tá ið vit tosa um Nýskapan í føroyska vinnulívinum. Framtíðin krevur at vit eru heimsmeistarar í tí vit gera ella at vit luttaka á ein- um liði, ið saman er heims- meistari í tí vit bjóða út. Framtíðin krevur at vit eru dugnalig til at sam- starva um serførleikar og servitan, ið síðani skulu ný- skapa saman. Bæði innan- landa, í fyritøkuni og mill- um fyritøkur, og í samstarvi við fyritøkur uttanlanda. Hvussu skapa vit eitt nýskapandi umhvørvi? • Vit geva fólki møguleika at hugsa og arbeiða á ein øðrvísi hátt. • Vit dyrka ymiskleikan við at tryggja at ymisk sjónarmið og hugsanir møtast, heldur enn at forða hesum. • Vit geva fólki møguleika at koma við hugskotum, og viðgera hesi hugskot málrætta. • Vit løna nýskapandi avrik. Eitt nýskapandi umhvørvi er eyðkent av : • Einum felags máli, álit og virðing fyri hvør øðr- um. • Góðum evni at undrast og seta spurnaðartekin við tað verandi. • At leiðslan torur at sleppa takinum og geva starvsfólkunum rúmd og ávirkan. • At leiðslan er framsíggin. Tað er hetta, ið er stóra av- bjóðingin í Føroyum í dag. Tí eru vit í Føroyum sum heild ikki til reiðar at leypa í fótafetini hjá íslendingum. Vit hava ikki tey grund- leggjandi nýskapanarevnini enn. Vit kunnu siga at okk- um væntar evnini at grulva áðrenn vit fara upp at ganga - men tá ið vit hava lært at ganga (og tað ivist eg ikki í at vit læra!) fara vit eisini at læra at renna og tað skjótt eisini! Tí við hesum út- gangsstøði er potientiali stórt í Føroyum í dag! STIÐIN Tann elsta bók, sum er prentað um Føroyar, er tann hjá Lukkas Debes Longu í 1673 skrivar hann, at ein dagdvølja hjá føroyingum er at telva, og at bæði kvinnur og menn duga hetta sera væl. Hetta hevði helst eingin sagt Garry Kasparov frá tá hann var her, tí so hevði hann ikki verið so bilsin at ein skúladrongur í Kollafirði vann á honum. Fáir munnu framvegis teir føroyingar vera, sum ikki hava sitið við eitt talvborð, og tí er tað ikki av tilvild, at tann søga, sum eysturríkar- in Stefan Zweig skrivaði um eina løgna talvhending hev- ur havt áhuga her á landi. Ein av teimum, sum hava hildið hesa søgu vera merk- isverda, er Axel Tórgarð. Honum dámdi hana so væl, at hann fór undir at týða hana og las hana upp í útvarpinum, har hon vakti miklan ans. Nú hevur hann týtt hava enn eina ferð, og er hon komin út hjá forlagnum Stiðjanum. Henda bók kom upp- runaliga út í 1943 eftir at høvundurin hevði tikið seg av døgum, vónbrotin um ta lagnu sum fosturlandi hansara Eysturríki var fyri, niðurhælað av bølmenn- unum hjá nasistunum. Ímyndin av hesum harka- liðum er tann talvheims- meistarin, sum hann her skapar í hugaheimi sínum. Tað er merkisvert at síggja hvussu nógv hesin líkist Bobby Fischer, sum varð føddur sama ár sum søgan hjá Zweig kom út. Men tann sum spælir ímóti honum líkist Bobby á tann hátt, at eins og Bobby gavst at spæla tá hann gjørdist heimsmeistari, so kemur hesin ikki longur enn til at vinna eina ferð á verandi heimsmeistara. í hesi bók, so lítil hon enn er í vavi, speglast søgan í farnu øld. Her síggja vit stríðið millum demokrati og totalismu, millum stór og smá lond eins og tað millum mentanarloysi og ómentan. Talvsøga eftir Stefan Zweig útkomin á føroyskum!