mánadagur 5. august 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hetta er ein bók, sum ítróttar
skrivarin,
Raphael
Honig
stein,
hevur
skrivað
um
núverandi venjaran hjá Liver
pool, Jürgen Klopp.
Tað er ongin beinleiðis
samrøða við høvðuspersónin
í bókini, men í fleiri førum
verður hann siteraður frá
øðrum greinum og sam
røðum. Tó sleppur tú tætt at
høvðuspersóninum, tí fleiri
beinleiðis samrøður eru við
persónar, sum standa honum
heilt nær.
Millum annað systirni og
øðrum, sum eru uppvaksin
saman við honum, ella hava
verið nær, tá Jürgen Klopp
var ungur. Tú sleppur ein
túr afturum lívið hjá Jürgen
Klopp, men tað er ikki tað
sama uttan eina samrøðu við
høvðuspersónin sjálvan.
Tá tú hevur víst hesi
bókini áhuga, so er sannlíkt at
tú kennir ein part av søguni
hjá týska venjaranum. Serliga
tíðin í Borussia Dortmund
er væl kend, men
her
sleppur
tú
eisini nærri einum
ungum
Jürgen
Klopp,
sum
við
Bundesliga-hári
spælir
flestu
av
sínum dystum í 2.
Bundesliguni.
Hann
er
fólkahetja í Mainz,
har hann við fáum
eginleikum,
men
stórum dirvi spældi
nógvar
dystir.
Síðani tók hann við
sum venjari.
Jürgen
Klopp
stríðist eisini fyri
at sleppa framat,
tí undan honum
eru fáir venjarar í toppinum,
sum ikki eisini hava drúgvar
royndir
sum
spælarar
í
Bundesliguni.
Bókin endar við tíðini
í Borussia Dortmund, har
Jürgen Klopp í sjey stendur
á odda, áðrenn han skiftir til
Liverpool. Lítið og einki er um
tíðina í Liverpool, tí bókin er
útgivin í 2017.
Tað er samrøður við fleiri
spælarar frá eitt nú Borussia
Dortmund, men tú fær ikki
taktisku
smálutirnar
við,
men heldur verður rundar
vendingar sum kontra
og ”gegenpressing”.
Ein fín lýsing av
Jürgen Klopp, men ikki
ein bók, sum fær hárini
at reisa seg.
LES HANA UM: Tú er
Liverpool-fjeppari og
gjarna er eitt sindur
vanur við at lesa.
IKKI
LESA
HANA
UM: Tú væntar at fáa
taktisku
uppleggini
ella røvarasøgur frá
Jürgen Klopp sjálvum
HVUSSU ER AT LESA:
Eitt sindur turr og
krevur at tú hevur
stóran
áhuga
fyri
Jürgen Klopp
HVAT
SIGUR
TÚ:
Hon er ein brúkilig
gáva til ein Liverpool-
fjeppara og sær gott út
á bólkahillini
FAKTA: Raphael Honigstein
er ein týskur ítróttarskrivari,
sum
er
høgd
virdur
í
heimlandinum,
har
hann
eisini hevur skrivað bøkur
um týska landsliðið. Hann er
eisini á Twitter.
Við fullari ferð:
Søgan um Jürgen Klopp
Vikan ið fór
KÍ tapir á
Svangaskarði 1-0
ímóti FC Luzern og
er við samlaðum
2-0-tapi úti av
øðrum umfari í
Europa League.
HB má lúta 1-0
á útivølli ímóti
Linfield og rýkur
úr 2. umfari í
Europa League við
samlaðum 3-2-tapi.
Vði ársins úrslitum
í evropeiskum
fótbólti er greitt
at Føroyar í 2021
einans fáa trý lið
við út í Evropa.
VB setir Martin
Skarnvad í starv
sum venjara og
felagið boðar
samstundis aftur
frá luttøku í fremstu
kvinnudeildini í
hondbólti.
Aganevndin
staðfestir seks
dystir drúgva
leikbannið hjá
Deni Pavlovic, men
KÍ kærir víðari til
yvirkærunevndina.
NSÍ vendir 0-2 til
3-2-sigur á Víkingi
og leggur seg á
odda í Betrideildini.
AB vinnur óvæntað
1-0 á Skála.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Lukas Giessing
Aldur: 19
Yrki: Fótbóltur (AB)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Geza Turi
2. Dia Midjord
3. 1998
4. Rókur í Jákupsstovu
5. Áki Johansen
6. Ormurin Langi
7. KÍ
8. Rebekka Fuglø
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvør veteranur hevur verið eykamálverji tveir teir síðstu
dystirnar hjá KÍ í Europea League?
2 Hvør kendur hondbóltsvenjari er nýggjur hjálparvenjari á
A-landsliðnum hjá monnum?
3 Nær varð HM í fótbólti seinast spælt í Fraklandi?
4 Hvussu eitur formaðurin í Svimjisambandi Føroya?
5 Hvør er venjari hjá føroyska U17-landsliðnum hjá
dreingjum?
6 Hvør bátur vann samlaðu FM-kappingina hjá
10-mannaførum í ár?
7 Hvat lið er á odda í Betrideildini hjá kvinnum í løtuni?
8 Hvussu eitur føroyski rennarin í myndini?
Hví valdi tú at koma
til Føroya at spæla?
- Eg valdi at koma til Føroya
fyri at fáa fasta spælitíð og
hár á bringuna við at spæla
vaksnamannafótbólt.
Tú ert hálvur
føroyingur, kanst tú
greiða frá hvussu?
- Mamma er donsk og pápi er
føroyingur. Hann eitur Julian
Hansen og er fyrrverandi
spælari og venjari í Føroyum.
Hvussu hevur byrjanin
hjá tær verið í Føroyum?
- Byrjanin hevur verið góð. Øll
hava tikið væl ímóti mær og
hjálpt mær í gongd, og so var
tað sjálvandi eisini deiligt at
skora í fyrsta dystinum.
Hvat er størsti munurin
á Betrideildini og
ungdómsfótbólti í
FC Midtjylland?
Størsti munurin er nokk tað
fysiska. Tað er sera fysiskt
í Føroyum í mun til haðani
eg komi frá við nógvum
tekniskum
og
taktiskum
fótbólti.
Hevur tú framvegis
ætlanir um at spæla í
Danmark ella aðrastaðni
uttanlands?
-
Eg
havi
bara
skrivað
sáttmála
í
fýra
mánaðir
her, men eg havi tó als ikki
hugsað um framtíðina enn.
Málsetningurin er sájlvandi
at koma so langt sum gjørligt,
og Føroyar síggi eg sum eina
lopfjøl víðari.
OYGGJALEIKIR