mánadagur 5. august 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tey øru brotsspørkini
og sjálvmálini
Tað eru tvær støður, sum eg havi fest meg við
í føroyskum fótbólti seinastu vikurnar.Tann
fyrra er brotssparkið, sum EB/Streymur fekk á
Argjum, hin er 1-0 málið hjá B36 á ólavsøku.
Døming hevur og fer altíð at verða ein
kjakpunkt í fótbólti. Tað eru nakrar støður, har
tú altíð kanst kjakast um tað er brot ella ikki,
síðani eru tað mátin dómarin velur at leiða
dystin – og so eru tað hesar hendingarnar, ið
bara dómarin sær.
Rúni Gaardbo hevur eins og aðrir mangan
verið umtalaður vegna sínar dømingar. Hann
hevur eins og øll onnur nakrar styrkir og nakar
veikleikar. Eg haldi oftani at hann dømur fínt,
tí spælararnir vita, at teir verða revsaðir fyri
sín brot. Men á Argjum ger hann eitt, sum eg
haldi skal lúkast úr døming sum heild.
Tá 95 minuttir eru farnir kemur eitt frípsark
innfyri. Tað er 1-0 til AB og EB/Streymur
trýstur fyri at fáa mál. Innleggið er alt ov høgt
og ongin er í nær námind at fáa bóltin, men
Rúni Gaardbo bríkslar fyri brotssparki, sum nú
er útfalsavgerandi.
Sjónbandanmyndir og viðmerkingar frá
umtalaðu persónunum benda á, at talan í besta
føri hevur verið um ein ágrýtnan verjuspælara,
ið hevur havt armarnar úti. Mín trupulleiki við
støðuni er, at um dómarin velur at døma slíkt í
95. minutti, so má hann eisini døma allar hinar
ferðirnar slíkar støður koma fyri - ikki bara í
yvirtíðini.
Eg hevði skilt tað, um tað var í stríði um
bóltin, um brotið var serliga grovt, ella at
dómarin hevði átalað spælararnar beint
áðrenn. Men bara at velja eitt brotsspark
í 95. minutti út av fleiri støðum tænir ikki
fótbóltinum.
Nú eri eg uppvaksin á Argjum og motiv
er skjótt at skjóta mær í skógvarnar, men
eg átalaði júst somu hending í 2015, tá AB
fekk líknandi brotsspark yvirtíðini móti B36
í Gundadali. Tað er ríkiliga torført at vera
dómari, og helst gera vit í miðlunum tað heldur
ikki lættari, tá vit í heilum átala dømingar. Í
hesum førinum haldi eg tó, at ongin vinnari er
– serliga ikki fótbólturin.
Nú er eisini komin inflatión í sjálvmálini.
Árni Frederiksberg skorar púra greitt upp
á fríspark móti Víkingi á ólavsøku, men Atli
Gregersen fær akkurát høvdið á og órógar
málverjan, so bó
Málið er noterað sum sjálvmál, men eg
haldi at til eina og hvørja tíð, so má ivin koma
áleypandi spælaranum til góðar. Tað er Árni,
sum skjýtur og rakar málið. Eg hevði skilt tað,
um bólturin greitt var á veg út til málspark,
men at ein verjuspælari snittar bóltin er
ikki sjálvmál – tí so verður sjálvmál skjótt
toppskjútti!
trondur@sosialurin.fo
John Petersen,
landsliðsvenjarin
hjá kvinnum, hevur
kunngjørt hvørjar 20
skulu dystast við Wales
og Hvítarusslandi. Øll
fimm feløgini í bestu
deildini eru umboðaði
Tróndur Arge
Kvinnulandsliðið
hevur
í
dag
havt tíðindafund í hølinum hjá
Fótbóltssambandinum í samband
við EM-undankappingardystirnar
móti Wales og Hvítarusslandi.
John Petersen, landsliðsvenjarin
hjá kvinnum, hevur kunngjørt
hvørjar 20 eru úttiknar til hópin.
Talan er um fýra útisetar og 16
spælarar í heimligu kappingini.
Øll liðini í Betri deildini er
umboðaði. HB hevur flest spælarar
við fimm. Fyrsta uppgávan er
hósdagin 29. august klokkan 17 á
Tórsvølli móti Wales. 3. september
spæla Føroyar í Hvítarusslandi.
Hini londini í bólkinum eru
Norra og Norðurírland. Týsdagin
8. oktober spæla Føroyar og Norra
á Tórsvølli. Føroyska liðið spælir
tríggjar dystir í ár, og fimm dystir
í 2020.
trondur@sosialurin.fo
ØLL FELØGINI Í
BESTU DEILDINI
UMBOÐAÐI
Kvinnullandsliðið:
Hópurin:
Málverjar:
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/
B68
Lív Arge Poulsen, Sundby (Danmark)
Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF
(Norra)
Rakul V Magnusen, (EBS/Skála)
Katrina Akursmørk, KÍ
Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jacobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC
Nordsjælland(Danmark)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Áleyparar:
Sarita Maria Mittfoss, B36
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB