týsdagur 6. august 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89
TÍÐINDI
Kallsgarður
ætlar at taka
gjald
– Tað fara um 15-20.000 ferðafólk út
í Kallin um árið. Tað eru tó bara nøkur
heilt fá, ið ringja áðrenn og biðja um
loyvi ella biðja um ferðaleiðara, sigur
Jógvan Joensen, bóndi á Kallsgarði
á Trøllanesi. Kallsgarður fær sostatt
millum lítið og einki burturúr fíggjarliga
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Vit ætla at taka gjald fyri at
fara út til Kallin, men vit eru
ikki rættiliga komin á mál við
tí enn. Sum nú er liggur næst
an einki eftir, sigur Jógvan
Joensen.
Ein av náttúruperlunum í
Føroyum, har nógv ferðafólk
vitja, er Vitin á Kallinum
norðast á Kalsoynni. Hóast
nógvir ”kundar”, so gevur
hetta ikki nakað fíggjarligt til
fólkið á staðnum.
Seinnu árini hevur tað
verið ein stórur trupulleiki,
at ferðafólkatalið er vaksið so
nógv, tí umstøðurnar á Trølla
nesi eru ikki til teir nógvu
bilarnar, og hagin slítist illa.
Kallsgarður hevur lýst við,
at teir bjóða fram ferðaleið
ara, men tað er sera sjáldan,
at nakar biður um at fáa
ferðaleiðara út í Kallin.
Nær tey á Kallsgarði skipa
seg og seta gjald á, er tó ikki
greitt enn.
Ein annar trupulleiki er
parkeringspláss.
– Tað mangla parkerings
pláss her. Tað verður park
erað allastaðni, og tað órógv
ar okkum, sum búgva her. Nú
í hoyggingini sleppa vit ikki
altíð út á bøin við maskinun
um og onkuntíð sleppa vit
ikki fram av brunnunum, sig
ur Jógvan Joensen, bóndi.
Nógv ferðafólk fer norður á Kallin á Kalsoynni hvørt ár. Sum
nú er ganga tey flestu ókeypis. Mynd: faroephoto.com
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Síðani 2. apríl hava eigarar og
festarar av Nípuni í Vágum
veitt tænastu til útlendingar,
ið ynskja at fara út í náttúru
perluna Trælanípuna.
Ánararnir hava skipað seg
við
parkeringsplássi,
skúri,
vesum, kaffi, gjaldstøð og
kunning um Trælanípuna og
Vágar. Teir sita vakt frá tíðliga
á morgni til seint á kvøldi. Og
øll, sum hava áhuga, fáa ferða
leiðarar við sær, sum á norður
lendskum, enskum ella týskum
máli greiða frá søguni og hvat
annars er at síggja.
– Eg kann siga so mikið, at
99,8 prosent av teimum, ið
hava verið ferðina, koma sera
væl nøgd aftur og siga, at tað
var ein fantastisk uppliving,
sigur Jóhannus Nattestad.
Fleiri á lønarlista
– Vit gleðast um, at fólk nú í tí
staðbundna økinum kunnu
fáa inntøku úr staðbundnu
ferðavinnuni. Vit hava fleiri
fólk á lønarlistanum. Dagliga
eru millum tveir og fýra ferða
leiðarar, sum fara við bólkum
út í Trælanípuna. Tvey av
teimum hava útbúgving sum
ferðaleiðarar, og hini hava
nógvar royndir, sigur Jóhann
us Nattestad.
Bólkarnir, ið fara avstað, eru
ymiskir í stødd, men vanliga
eru millum trý og 15 í hvørjum
bólki.
Ferðafólkini
eru
úr
nógvum londum, bæði teimum
norðurlendsku
londunum,
Onglandi og nógvum londum
úr Evropa. Millum annað eru
nógvir týskarar og italienara.
Umframt ferðaleiðarar, so
sita vanliga ein ella tveir per
sónar á vakt.
– Ofta er neyðugt at hava
minst tveir persónar á vakt í
senn, tí annars fáa vit ikki fat
ur á øllum ferðafólkunum, sig
ur Jóhannus Nattestad.
Bara útlendingar gjalda
Hagaparturin Nípan hevur av
gjørt bara at taka gjald frá
útlendingum. Tað kostar 200
krónur fyri hvønn at fara út,
og um onkur ynskir at hava
ferðaleiðara við, so kostar tað
450 krónur fyri hvønn.
Børn frá 7-15 ár rinda 100
krónur, og avsláttur verður
givin til bólkar.
– Vit hava verið lagalig og
eisini givið avsláttur, sigur Jó
hannus Nattestad.
Peningur verður ikki tikin
frá føroyingum, ið fara út í
Trælanípuna, men heitt verður
á tey um at ganga eftir gøtun
um.
Tað eru umleið sama tal av
føroyingum sum fara út í
Trælanípuna, sum útlendingar.
Tað vil siga millum 30 og 100
um dagin.
Útlendskir bólkar royna at
snýta
– Vit hava upplivað nakrar
ferðir, at útlendingar koma,
sum skelda út, hví vit taka
pengar at ganga út á Nípuna,
tá ið tað er ókeypis at ganga í
flestu øðrum støðum. Tey vilja
ikki gjalda, og sleppa so ikki út.
Tað eru hesi, ið koma við ring
um ummælum. Men øll tey, ið
hava verið túrin við okkum,
koma við sera góðum ummæl
um, sigur Jóhannus Nattestad.
Hann vísir eisini á, at tað
eru bólkar, ið royna at fara
upp um hegnið aðrastaðni.
– Herfyri vóru um 20 út
lendingar, sum fóru upp um
hegnið aðrastaðni. Eg kom
fram á teir, og tá sá eg, at har
var ein enskur ferðaleiðari,
sum hevði verið við einum
øðrum bólki 14 dagar framm
anundan. Nú var hann við ein
um nýggjum bólki. Sjálvur tók
hann og hansara felag nógvar
pengar frá útlendsku ferða
fólkunum. Pengarnir fóru í
teirra egna lumma, men teir
vildu ikki gjalda okkum, sum
eiga jørðina, fyri at sleppa út í
Trælanípuna, sigur Jóhannus
Nattestad.
Betra um gøturnar
Eigararnir av hagapartinum
Nípuni hava fingið fitt av inn
tøku, síðani teir byrjaðu at
taka gjald frá útlendingum.
Men teir siga, at nógvir pengar
eisini eru farnir út fyri at
skapa umstøðurnar fyri ferða
vinnuni.
– Vit hava gjørt nógv fyri at
betra um gøturnar út í Træla
nípuna. Vit hava eisini brúkt
pengar upp á skúrin, vesi,
parkeringspláss, gjaldstermin
al, eins og nógvir pengar eisini
fara fyri út í lønarútreiðslum.
Vit hava eisini fingið nakað av
stuðli, sigur Jóhannus Natte
stad.
Hann vísir eisini á, at nógv
skal gerast afturat:
– Vit skulu gera gøtu frá Riv
inum út á fossin. Vit skulu
eisini betra um gøtuna fram
við vatninum, so tað er nógv,
sum skal gerast afturat, sigur
Jóhannus Nattestad.
Nú hoyrist fuglaljóð aftur
Eitt gleðiligt, ið er hent, síðani
at tað nú er meir skipað at fara
út í Trælanípuna, er, at fuglur
in nú er afturkomin.
– Í fjør hoyrdist einki fugla
ljóð í haganum, tí tá gingu fólk
allastaðni. Hetta er broytt. Nú
hoyrast tjøldur, lógv, spógvi og
aðrir fuglar láta. Tað er sera
stuttligt at hoyra, sigur Jó
hannus Nattestad.
Hagaparturin Nípan hevur sett skúr upp við Miðportrið við Ovarugøtu, har ferðafólk
vanliga fara út í Nípuna, og har verður so goldið. Mynd: faroephoto.com