Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Gundadalur Tað er ongin gleði at hóma í Gundadali, tá Alex Troleis bríksl­ar fyri seinastu ferð. Einki mál í eini annars hend­ ing­aríkari grannauppgerð er úrs­litið. HB er omaná tað mesta av dystinum og kundi havt vunnið. B36 spælir ikki upp til sítt besta, men ein javn­ leikur er eisini tvey tapt stig fyri B36 í FM-kappingini. Liðskiparin avsettur Tað hevur verið ein ávís ónøgd við avrikini hjá HB í Evropa. Til grannauppgerðina er tað lið­skiparin, Jógvan Rói David­ sen, ið rindar prísin. Hann byrj­ar á bonkinum, meðan Hørður Askham avloysir á høgra bakki. René Shaki Joensen byrjaði inni í Belfast móti Linfield, men hann byrjar aftur á bonk­ in­um móti B36. Heimir Guð­ jóns­son, venjari hjá HB, velur heldur Dan í Soylu. B36 hevur Erling Dávidsson við frá byrjar, eftir at hann hevur sitið yvir á ólavsøku við leik­banni. Jákup á Borg, venj­ ari hjá B36, byrjar fyri fyrstu ferð í ár við Hannesi Agnarsson á vonginum. HB omaná Tað er HB, sum er við yvirlutan í fyrra hálvleiki. B36 hevur tvey góð álop, har Hannes Agnas­son sleppur leysur í høgru, men tað blívur ikki til meir. Tað eydnast HB at fáa trýst B36 nakað aftur á vøllin. Ser­ liga liggur væl fyri, at spæla bólt­in í vandamikla økið utt­ an­fyri brotsteigin. Bæði Adri­ an Justinussen og Ari M. Olsen koma til góðar skotstøður. Eftir innlegg úr høgru er ein lívligur Pætur Petersen eisini í góðari skotstøðu, men tveir verjuspælarar hjá B36 tveita seg fyri. Sandoyingurin á vinstra vongin spældi kanska sín mest sannførandi dyst í HB-troyggj­uni, nú hann av­ loysti leikbannaða Símun Samu­elsen. Eisini hevur HB ein góðan stútara eftir horna­ spark, men B36 sleppur við skrekk­inum. Hendingaríkasti minutturin Tað er rokaligt í 25. minutti. Eftir frísparksinnlegg skorar Er­ling Dávidsson, tá hann stútar bóltin í málið. Dómarin bríksl­ar tó fyri frísparki. -Teir eru nógv betri í fyrra hálvleiki. Teir eru fyrst á øll­ um, men vit fáa eitt mál, sum dómarin kolldømur. Eg veit ikki fyri hvat, sigur Jónas Tór Næs eftir dystin. Sjónbandamyndirnar vísa, at Eli F. Nielsen renir Ara M. Ols­en umkoll. Hendingin hev­ ur ikki ávirkan á málið. Tí kann kjakast, um tað var býtt av spælaranum hjá B36, ella óneyðugt hjá dómaranum at døma. Her skal sigast, at Alex Troleis var ivaleysur í døm­ing­ ini og gjørdi skjótt av. Tað ger Teitur M. Gestsson eisini. Hann setur spælið í gongd við at senda Pætur Pet­ er­sen avstað móti málinum hjá B36. Á veg inn í brotsteigin fær hann eitt skump í ryggin og fer umkoll. Dómarin dømur einki. -Eg haldi at Pætur fær eina hond í ryggin, men tá hevur dóm­arin akkurát kolldømt eitt mál hjá B36. Tað er kanska ov heitt akkurát tá, til at taka eina stóra avgerð. Ein annan dag hevði hann kanska dømt tað, sigur miðvallarin hjá HB, Tróndur Jensen. Bara sekundir seinni kemur miðvallarin hjá B36, Magnus H. Jacobsen, við eini glíðandi takling, sum kostar gult kort. Hon er ógvuslig og elvir til øði millum spælararnar. Samanlagt er talan um ein hendingaríkan fyrra hálvleik, har HB er omaná, meðan B36 fær eitt mál kolldømt. Heilaskjálvtar merkja seinna hálvleik Seinni hálvleikur er merktur av fleiri steðgum. Tað verða gjørdar fimm útskiftingar, men fleiri ferðir liggja menn eisini og halda um høvdið. Ein av teimum er miðverjin hjá B36, Andrias H. Eriksen. Hann stendur í manngarð, tá Adrian Justinussen roynir seg við dundurskoti. Andrias fær bóltin beint í høvdið. Hann fær hjálp og kemur inn aftur, men fáar minuttir seinni gev­ur hann skarvin yvir leggur seg á vøllin. Løtu seinni renna innskifti René Shaki Joensen og Erling Dávidsson saman, tá teir fara eftir einum innleggi. Báðir koma upp á beinini, men aftur gongur bara ein løta. Tá liggur vinstri bakkurin hjá B36, Alex Mellemgaard, eftir at hann hevur stútað bóltin vekk, men verður árendur av Sebastian Pingel, ið leggur nógv fyri í royndini at røkka innlegg­in­ um. - Eg havi sjálvur havt skaða í høvdinum og tað er so um­ ráðandi at takla tað beinan­ veg­in. Eftir tvær ferðir hevur dóm­arin eisini eyg­ uni eftir tí, sigur Jónas Tór Næs, ið hevur sitið uttanfyri alt fjør við líkn­andi skaða. -Tað vekur altíð onkra kenslu í mær, tá okkurt hendir við høvdinum. Eg toli tað slett ikki og haldi altíð, at dómarin skal steðga dystinum um­gang­ andi, sigur Jónas Tór Næs. Tvey mist stig Tað endar við málleysum javn­ leiki, sum nokk er best hugs­ andi úrslitið fyri kapp­ing­ar­ neytarnar KÍ, NSÍ og Víking. Tí er eisini skjótt at rokna seg til, at bæði HB og B36 kenna hetta sum tvey mist stig. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Málleyst í Gundadali: -EG MINNIST IKKI HENDINGINA Andrias Eriksen mátti út, eftir at hann fekk bóltin í hvødið. - Eg minnist ikki tað stóra frá hendingini. Minnist ikki sjálvt skotið ella um eg hoppaði í múrinum ella ikki. Eg fekk kvalma teir næstu minuttirnar sum gingu. Tað var tað, sum gjørdi at eg valdi at fara út, sigur Andrias H. Eriksen Fyri fyrstu ferð í trý ár endar tað við málleysum javnleiki millum HB og B36. HB hevur munin og kundi vunnið, men tað er B36 sum fær eitt mál kolldømt HB OG B36 SPENTU BEIN FYRI HVØRJUM ØÐRUM