týsdagur 6. august 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
8-10/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2019
ALTJÓÐA FESTIVALUR
Í KLAKSVÍK
Komandi dagarnar verður Summar
Festivalurin hildin fyri sekstandu
ferð, og enn einaferð kann fest
ivalurin í Klaksvík bjóða túsundtals
gestum vælkomnum til tríggjar
dagar við stórum altjóða bólkum
og tí besta føroyska.
Fyrsti Summar Festivalurin varð
hildin í 2004. Festivalhugtakið var
spildurnýtt í Føroyum, og Klaks
vík kundi ikki reypa sær av stór
um tónleikatiltøkum. Tí var tað ein
vágin tanki, tá ið Summar Festi
valurin fyrstu ferð kom á føroysku
summarskránna. Men undirtøkan
var góð frá byrjan, og Summar
Festivalurin er við árunum vorðin
størsta tónleikatiltak í landinum.
Summar Festivalurin er eisini
størstur á tann hátt, at hann hevur
landsins størsta pall við bestu
útgerðini. Sera nógv orka verður
løgd í stóra pall á Vágsbøi, tí hann
skal geva føroyingum konsertir,
sum teir annars bert kunnu uppliva
í útlondum. Og festivalurin hevur
drigið stór altjóða navn til Føroya.
Nøvn, sum vit fyri 10-15 árum síð
ani ikki kundu hugsað um at fáa til
landið at spæla.
Tá ið Rasmus Seebach í ár fer
at spæla á Vágsbø, verður tað eitt
stórt show við nógvari pallútgerð,
tónleikarum,
kórsangarum
og
annað. Ein orsøk til, at tað ber til
at hava konsert við Rasmus See
bach í Føroyum er tann tøkniligi
førleikin hjá Summar Festivalinum
og samstarvspørtum.
Fleiri útlendskir gestir
Í ár standa fleiri útlendskir bólkar á
skránni enn undanfarin ár, og talan
er um fjølbroyttar bólkar.
Rasmus Seebach er tann stóri
poppsangarin og hittmakarin, sum
bæði børn, ung og vaksin dáma.
Hansara fangandi sangir raka fólk
í øllum aldri, og konsertirnar við
Rasmus Seebach eru framúr – ikki
minst tí, at hann sjálvur dugir so
serstakliga væl at upptraðka og
hava samband við áhoyrararnar.
Nico & Vinz eru úr Noregi og
hava roynt at staðið á tónatind
unum við sanginum »Am I Wrong«.
Eisini teir eru kendir fyri góðar pall
framførslur, og teir fara at fevna
áhoyrarafjøldina við eksotiskum
popphittum.
Chris Norman var í sjeyti árunum
sangari í bólkinum Smokie, og síðan
hann fór burtur úr, hevur hann havt
yrkisleið sum solistur. Tá hann fer
á pallin, kann hann tríva í stóru
Smokie-hittini, sum hann sjálvur
sang upprunaliga, og sangir, hann
hevur útgivið sjálvur. Hetta verður
ein hugnalig løta, sum ikki minst
tey tilkomnu fara at njóta.
Síðani filmurin Bohemian Rap
sody kom út, hevur rockbólkurin
Queen fingið nýggja stórtíð, og í ár
verður tónleikurin hjá Queen fagn
aður á Vágsbø. Tað ber ikki til at
fáa Queen til Føroya í løtuni, og tí
hevur Summar Festivalurin funnið
ein framúr heiðursbólk í Onglandi.
Killer Queen er kanska tað besta
Queen showið, tú kanst uppliva,
og tað verður ein stórfingin løta
á Vágsbø, tá ið bretarnir fara at
framføra tey stóru Queen hittini.
Summar Festivalurin hevur eisini
gestir úr Noregi og Svøríki. Svenska
vísusongkvinnan Elona Planman
ferðast mest sum uttan íhald við
sínum sangum, og nú kemur hon til
Føroya. Rockbólkurin Kongkamarat
fer at framføra í Tjaldinum, og
norski vísusangarin Ola Nordskar
verður at hoyra á Torginum.
Afturat hesum koma teir mongu
føroysku bólkarnir og sangararnir.
Føroyskir tónleikarar spæla ein týð
andi leiklut á landsins størsta tón
leikatiltaki.
Fólkalív
Summar Festivalurin er meira
enn bert tónleikur. Festivalurin er
eisini fólkalív, hugni og vinarlag.
Hundraðtals campingvognar leita
til býin, nógvir bátar finna sær
trygga havn, og tjøldini gerast
alt fleiri í tali í tjaldbygdini mitt á
festivaløkinum.
Stemningurin á Summar Festi
valurin er framúr góður. Fólk hugna
sær, lurta eftir tónleiki, syngja við,
práta og spáka sær annars runt á
festivaløkinum.
Í tríggjar dagar verður ljómandi
tónleikur av tríggjum útipallum, og
eisini í ítróttarhøllunum, har Silva
land heldur til, verður ymiskt undir
hald og tónleikur.
Vit ynskja øllum eina góðan
Summar Festival!
VÆLKOMIN
Á SUMMARFESTIVAL
Heilsan frá Jógvani Skorheim,
borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu,
til Summarfestivalin 2019
Tiltøk og átøk, sum savna býin, eru eitt virði, sum eg virðismeti
ómetaliga høgt. Tí tað eru slíkar løtur, at vinnulív, kommuna,
handilslív og borgarar veruliga arbeiða fyri sama endamáli, nevniliga
at kunnu bjóða gestum nær og fjar vælkomnan til okkara bý, har vit
gera okkum út soleiðis, at okkara gestir fáa eina serstaka uppliving.
Tað er ein heilt serlig kensla, tá býurin so smátt verður
fyrireikaður til Summarfestivalin. Kampingvognar, bátar, bilar, telt
og hópin av gestum seta ein serligan dám á býarmyndina. Borgarar
í Klaksvík prýða um sítt heim og kenslan av, at her fer okkurt stórt
at henda merkist, líkamikið hvønn veg tú vendir tær.
Summarfestivalurin fer í ár av bakkastokki fyri 16. ferð, og
hevur Summafestivalurin avgjørt slóðað fyri, tá talan er um at
savna fólk í Klaksvík, ja úr øllum landinum. Hóast tað onkur ár
hevur verið baldrut, so hava fyriskipararnir havt dirvi til áhaldandi
at menna Summarfestivalin. Slíkt áræði eiga vit sum festivalgestir
at virðismeta og ikki minst fegnast um.
Søgan hevur víst, at um vøran er góð, so er kundin glaður, og vit
kunnu bara ásanna, at vøran er so mikið góð, at fólk í túsundatali
velja at vitja festivalin, sum hjá nógvum er vorðin eitt av størstu og
bestu hæddarpunktunum um summarið í Føroyum.
Árið í ár er onki undantak, tí skráin til ársins festival er á tremur við
spennandi tónleiki úr millum annað Onglandi, Danmark og Noregi.
Saman við øllum teimum fantastisku tónleikanøvninum úr Føroyum,
ja, so vitnar Summarfestivalurin enn einaferð, at fjølbroytni er
ómetaliga stórt, og at Summarfestivalurin er tónleikatiltakið, har
hittini og fólkini hittast.
Góðu fyriskiparar og góðu vit øll, sum tilsamans skapa
Summarfestivalin hvørt einasta ár: Hjartaliga til lukku við teimum
16 árunum! Hetta fantastiska tiltakið flýgur framvegis høgt, og lat
okkum øll í felag síggja til, at so kann vera í nógv ár afturat.
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, øll somul – og góðan
Summarfestival!
Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Summarfestivalblað 2019
Útgevari: Sosialurin – serblað í sambandi við Summar Festivalin 2019
Prent: Prentmiðstøðin – borið í hvørt hús í Føroyum
Myndir: Álvur Haraldsen, Jens Kristian Vang, Anton Højgaard og fleiri