Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8-10/08 SUMMAR FESTIVALURIN 2019 19 Hann hevur eina ta bestu rock­ røddina í Føroyum og dugir framúr væl at framføra – líka­mikið um tað er til stórar festi­valar ella smáar konsertir. Jens Marni Hansen telist millum teir royndu tón­leikar­ar­nar á før­ oyska tónleikapallinum. Hann hevur spælt í fleiri ymisk­um bólkum og hevur eisini ført seg fram sum solistur – bæði á útgávum og á palli. Jens Marni er ein av trúgvu vin­ unum hjá Summar Festi­vali­num og hevur framført fleiri ferðir áður á festivalinum. Hans­ara framførslur hava altíð verið fram­úr góðar, og tað er hugaligt hjá Summar Festivalinum at bjóða Jens Marna væl komnan á Summ­ar Festivalin 2019. Hann spælir á Torginum. Ingibjørg Hansen úr Mikladali er ein sera evnarík songkvinna, sum hevur verið við á Summar Festivalinum nakrar ferðir. Hennara framførslur hava verið hugtakandi, og í mið­depli­num er tann framúr góða røddin hjá ungu kvinnuni. Einaferð í tíðini vann Ingi­bjørg Barnaprixið, men hon nógv vatn er runnið í ánni síðani, og hon hevur ment seg til eina fjølbroytta songkvinna, sum kann syngja og tulka nógv ymisk tónleikasløg. Magni Christiansen hevur altíð havt framúr gávur at standa á palli. Og hann hevur ofta prógv­ að sítt listarliga fjølbroytni – líka­mikið um tað er country, gos­pel ella rock’n roll, sum er á skrán­ni. Seinnu árini tykist tó, sum hevur Magni veruliga spent seg út á tónleikapallinum. Kví­ví­k­ ingurin hevur sent fimm fløgur á marknaðin, og tað lýsir væl saktans ambitiónirnar hjá hon­ um, tá fløgan hesa ferð varð tik­ in upp í Nashville. Tað kundi bent á, at tað fyrst og fremst er country, sum er á skrán­ni hjá Magna, men so er ikki. Gospel-tónleikurin hevur altíð átt sín stóra lut hjá Magna, og tað er væl eingin ivi um, at eisini hetta fer at fylla sín part á palli­num í Klaksvík. Og líkamikið, hvørjir tónarnir verða, so skulu vit rokna við eini framførslu, har áhoyrarin verður mest sum drigin at pallinum. Magni hevur heilt serlig evni at fram­føra og at innliva seg sjálvan í framførsluna. Ein saman­seting, sum aloftast ger løtuna til eina intima tón­leika­ upp­living hjá teimum, sum eru kom­in at lurta. Danny & The Veetos spæla fólks­ligan popptónleik, sum hevur slóðir bæði til fólkatónleik og framrættaðan popp – og ja, elektróniskan tónleik. Danny & The Veetos komu sum eitt frískligt lot yvir før­ oyska tónleikapallin í 2013, og síðani hava teir innspælt, útgivið og framført við nógvari orku.  Danny & The Veetos hava vunn­ið hjørtu við sangum sum »Sunnukvøld í mai«, »Alright«, »Farvæl« og »Stúr ei meir«. Bólk­urin hevur eisini nýggjari sangir í viðførinum, og nú eru teir aftur til reiðar at spæla á land­sins størsta tónleikatiltaki. Manninginí Danny & The Veetos er nakað broytt, síðani teir spældu á Summar Fest­ivali­ num seinast, men nú sum áður er Danny Baldursson sangari og odda­maður í bólkinum. Blátt Gras er framúr country­ bólkur, sum bæði spælir blue grass, americana og meira traditionel­lan countrytónleik. Teir spæla sum ein væl smurd maskina og syngja sera sannførandi fleirraddað. Blátt Gras hevur givið tvær út­ gávur út. Tann seinna, »Fram­ vegis«, kom í fjørheyst. Báðar útgávurnar eru innspældar í studio í USA. Ljóðføri sum mandol­in, violin, banjo, dobro og munn­harpa setta sín eyðkenda dám á tónleikin hjá bólkinum. – Eg havi sagt tað fyrr, at eg eri ikki sørt ovfarin av teirra tón­ leika­ligu evnum, men tað setur mína tónleikaligu virðing á eitt rættiliga høgt støði, skrivaði Fríð­álvur Jensen í ummæli av sein­astu útgávuni hjá bólkinum. Blátt Gras hevur verið nógv spælt í útvarpi, og teir vunnu í 2015 FMA heiðursløn fyri sangin »There is Room at the Table«. Blátt Gras er heimahoyrandi í Vág­um og hevur verið virkið síðani 2012. Manningin í bólki­ num er: Richard Johansen, Terji Johannesen, Johan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad og Ragnar Joen­sen. Páll Finnur Páll hevur síðani aldars­skiftið verið millum mest mar­kantu bólkarnar í føroyskum tón­leiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemt­andi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hitt­bólk­ar­nar í nýggjari tíð.  Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólki­num veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum.  Sang­ir­nar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sang­ir sum »Forelskaður sjón­ leikari«, »Herbergið«, »Eg fari mín egna veg«, »Grannin«, »Mín russiski vinur« og fleiri.  Og eingin er sum Páll Finnur Páll, tá ið teir spæla hesar sang­ ir live. Rani Nolsøe, sum tey flestu munna kenna sum ein av oddamonnunum í Frændum, spælir við egnum bólki á Summar Festivalinum hesaferð. Rani Nolsøe hevur útgivið fleiri sangir sum solistur, og hann fer at spæla hesar sangir – eitt nú »Føroyar er mítt land«, »Flemish Kap« og »Nærmast tá«. Rani fer eisini at tríva í nakrar av sangunum, sum hann hevur skrivað til Frændur – til dømis »Men í nátt« og »Zelot«. Saman við Rana Nolsøe spæla Henning Hjalt Nicodemussen (trumm­ur), Jógvan Fróði Baldvins­son (bass), Eyðun Ranason Nolsøe (gittar) og Pætur við Keldu (ljóm­borð). DANNY & THE VEETOS BLÁTT GRAS PÁLL FINNUR PÁLL RANI NOLSØE JENS MARNI INGIBJØRG HANSEN MAGNI FÆR ALT AT KÓKA Hóast nógv ár á palli, tykist Magni Christiansen ongan tíð at hava verið betur fyri, enn hann er í løtuni Unga songkvinnan úr Klaksvík fer nú at framføra á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð. Mong komu at kenna Victoriu á Lakjuni, tá ið hon innspældi eina serstakliga góða útgávu av jóla­sanginum »Mary Did You Know« í 2017. Victoria hevur havt einstakar almennar framførslur, og nú fáa fólk møguleikan at upp­liva hana á landsins størsta tón­leika­tiltaki. Victoria á Lakjuni og hennara tónleikarar spæla í Tjaldinum. VICTORIA Á LAKJUNI