týsdagur 6. august 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Páll Róland Poulsen - 95 ár
Ólavsøkudag fylti Páll Róland Poulsen
95 ár, og tey flestu av hansara samtíðar
ættarliði eru farin um gátt ævinleikans,
men Páll var væl fyri at práta við í
telefon føðingardagin. Hann hevur jú
allar dagar havt eitt gløgt, inntonkt og
opið høvd.
Og hetta er ikki frá fremmandum,
einkasonur tann kenda, vælhýrda og
hittinorðaða fiskiskiparan, Símun hjá
Póli (...men, tað er bara oyn skipari á
Polo) úr Svínoy og Josefinu Matras av
Kirkju, so belest og vitandi at skifta orð
við.
Familjan fluttu í 1930’unum til Klaks
víkar, har ið realskúli var. Seinni las
Páll eitt skifti búskap niðri, men hugur
hansara stóð meiri til tekniskar mentir
og til allan tekst yvirhøvur.
Haldi mestan, at hann mundi duga
orðabókina hjá skyldmanninum, Chr.
Matras (og M. A. Jacobsen), uttanat,
sum kom í 1928.
Lívsleið hansara bleiv ein onnur. Eft
ir køna útbúgving í Bretlandi fingu vit
ein framúr radio-mekanikara (radarar
o. a.), sum tað tá æt. Umframt at hann
hevur latið úr hondum og týtt fleiri
tung verk við til føroyska tungu - líka
frá ”Pilgrim Church” (Pálmara-sam
koman) til tað neyva “Gudsorðið” ár um
ár í Dimmalætting, og sum nú er í
Norðlýsinum – og bara viðmerkt, prp.
Av sínum hegni kom hann persón
liga – um nakar - at kenna og samstarva
við tann framúrskarandi læknan, Olaf
Halvorsen, sum fekk avgerandi ávirkan
á læknaviðurskiftini í Klaksvík. Bæði
samstundis og eftirfylgjandi.
Misnøgdin var stór um heilsuliga
standin í øllum læknadøminum, ið var
so út av lagi, og nakað áleið sum truba
dururin kvøður: “... várt land fer um
koll, hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar
Páll?”
Men tá kom Páll Róland - frá fyrsta
atláti av - at verða eitt slag av heila í
teim truplu samráðingum við myndug
leikarnar - bæði niðri og her heima – og
hetta bara við sakligum argumentum -
at benda tað ófrættakenda málið inn á
eitt betri beiti.
Men hetta vildu teir makthavandi
embætismenninir og ráðaleysu politik
ararnir ikki ganga við til. Og sum tí -
tann søguliga dagin 1. oktober 1955 -
førdi til oyggjalandsins mest groteska
drama, og sum ger bataljuna við kenda
“Brillu-manninum” frá 1808 til eitt lítið
og fitt dukku-teatur.
Eg eri vitiliga Pálli sera takksamur
fyri, at hann frá fyrsta degi tók undir
við at skrivað varð ein - av sjálvroyndum
og tí meiri eftirfarandi - bók um lækna
stríðið (Herskin herðindi).
Ikki tí. Nakað var áður skrivað um
læknastríðið við heimild í tilvildarligum
tosi og avís-søgum í leysari vekt, og so
nakað um, hvussu summi kendu seg so
fornermað í sínum pátikna sóma.
Sum kunnugt bar samráðingarleiðin
ikki á mál; men bleiv til eina vitleysa
innrás av fregattini “Rolf Krake” - við
vilt roterandi kanónum - á odda fyri
einum vápnaðum herskipaflota - móti
einum verjuleysum bygdarsamfelag.
Í land komna løgreglan fór harðliga
fram móti teim bilsnu og óseku fólk
unum í býnum, og “Hin Høgi Rættur”
framdi sama árið justitsmorðið móti
Fischer Heinesen (18 mánaðir í fongsul),
Viggo Joensen (6 mánaðir ) og 28 øðrum
– heilt til sjálvan: Pól Kajer - ið sat
heilar 4 mánaðir í fongsli (og ikki ein
dagur varð eftirgivin fyri friðarligan
fólkasið (!)).
Umframt hetta, at landsins læru
stovnar eftirsíðan tóku til sín ta skeivu
útlegging sigurharranna (hetta krevur
jú onga serstaka støðutakan) og dóm
feldu hervið teir illa hagreiddu og
royndu norðoyingarnar sum uppreistr
armenn - og orsøk til alt tað politiska
óskilið. Og hetta ósakliga uppáhald
kennir enn einki mark.
Men um øll hesi “betri vitandi” - bara
eina ferð - høvdu upplivað ta lagnu
kvidnu støðu, ið fólkini á útoyggj
mangan høvdu á hálsinum - í høgættar
ódn, Kallsoyarfjørður í einari glaðu og
ikki klúgvandi eystur um Múlan við
nakrari læknahjálp - antin í barnsburð
arneyð ella í skakandi andaleypi.
Tá høvdu undanførslurnar - hjá
teim
omanfyri
nevndu
-
um
at
umstøður vóru nóg hóskandi í Norðoya
læknadømi tá - ikki havt langt lív lagað.
Tað er vist.
Heimið hjá Pálli varð lagt undir trýst
við, við tað at danskur politistur nálg
andi stóð á varðhaldi uttanfyri – ikki
húskinum til frama - men til ákæru -
um høvi beyðst.
Páll Róland er serstakur - ein einari -
og um hann verður viðurkendur ella
fagnaður fyri síni avrik – tað nertur,
mær vitandi, ikki við hann. Hann hvílir í
sær sjálvum. Men, Páll, tann tíð kemur...
Og av teim sjey djørvu monnunum,
sum í 1952 tordu at váða nakað til
frama fyri fólksins lítillátna ynski - um
ein heilsuframan bata - og harvið at
behalda læknan Olaf Halvorsen í starvi
- er nú bara Páll Róland eftir á lívi.
Av hjarta til lukku Páll, og við hesum
fara vit hiðani at takka tær fyri tíni
avrik og tín altíð kveikjandi áhuga og
ynskja tær og tínum alt gott í komandi
tíð.
Arnstein Niclasen
Hósdag 8. august:
Høsnarungastykkir · Knettir · Milliónbúffur
Fríggjadag 9. august:
Rivjasteik · Lasanja
Leygardag 10. august:
Fleskasteik
Mánadag 12. august:
Fiskafrikadellur · Forlorin hara
Týsdag 13. august:
Fiskafat · Gullasj
Mikudag 14. august:
Stoktur fiskur 65,- kr. · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-15.00 & Ley: 9.00-14.00