týsdagur 6. august 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89
VALGREINAR
Norðurlandahúsið vanvirðir Merkið
Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður og valevni
Fólkafloksins
Tann føroyska tjóðin hevur í ár hátíð
arhildið, at tað eru 100 ár liðin, síðani
Merkið, okkara vakra flagg, fyrstu ferð
alment varð borið fram.
Nógv er gjørt burturúr at heiðra
Merkið. Tey føroysku træseglskipini
gjørdu ferð til Danmarkar, har skrúð
gonga var í Normandsdalen, og somu
leiðis varð hátíðarhald í Suðuroy, tá ið
seglskipini komu aftur, har Merkis
gudstænasta var í Fámjin og eisini til
tøk í Salt á Tvøroyri.
Men hvat ger Norðurlandahúsið?
Jú, henda dagin, beint upp undir
okkara kristnu tjóðarhátíð, strika tey
tað hundrað ára gamla krossmerkið og
vinda fyri fyrstu ferð í søguni lgbt-
flaggið í húnar hátt.
Eg haldi, at hetta er óhugnaligt, og
má bara spyrja, hvat tey billa sær inn!
Og eg vil gjarna fortelja Norð
urlandahúsinum og tí nýggja stjóran
um, sum er farin at reka politikk í Før
oyum, at tað føroyska flaggið, okkara
alra tjóðarmerkið, meira enn øll onnur
fløgg fevnir øll menniskju – og tað in
kluderar sanniliga øll fólk.
Men ger lgbt-flaggið tað?
Lgbt umboðar í øllum førum eina
kynsneutrala ideologi, eina ideologi,
sum roynir at pota niður í fólk og ikki
minst niður í okkara verjuleysu børn,
at kyn er nakað, sum tú sjálvur kanst
velja. – Alt skal bera til!
Hetro-, homo-, bi-, poli-, trans-,
single-, alt verður lýst sum akkurát líka
natúrligt og normalt, barnavinarligt og
burðardygt.
Boðskapurin er, at kyn er ikki tað, sum
tín kroppur sigur, tú ert – annaðhvørt
maður ella kvinna. Nei, harafturímóti
er kyn ein sosial konstruktión, sum
byggir á tínar kenslur. Øll skulu nú hava
rætt til at konstruera sín egna kyns
samleika.
Hesari ideologi tekur ein stórur
meiriluti av føroyingum ikki undir við!
Tað eri eg sannførdur um.
Norðurlandahúsið er ein almennur
stovnur, sum eisini fær fígging av
løgtingsins fíggjarlóg, og hann eigur tí
at syrgja fyri at virða føroyska lóg og
føroyska siðvenju!
Eg haldi, at hetta er at vanvirða tað
føroyska flaggið, og sum løgtingsmaður,
sum í mong ár havi verið við at játta
pening til Norðurlandahúsið, mótmæli
eg harðliga!
Politikkur má vera meira enn klandur
Katrin Dahl Jakobsen,
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Eg havi seinastu vikurnar fingið fleiri
áheitanir um at greiða frá ”mínum
politikki”. Fólk spyrja meg, hvørji míni
mál eru, hvussu eg vil raðfesta ymsu
økini, og hvørjar broytingar eg vil
fremja. Tað er ikki løgið at fáa slíkar
spurningar, tí flestu valevni stilla upp
við tí fyri eyga at gera broytingar, fyri
at varðveita ella betra um skipanir og
at raðfesta.
Umboðandi Javnaðarflokkin er tað
sjálvandi
javnaðarhugsjónin,
ið
stendur mínum hjarta nær. Tað er ikki
bara mín politikkur, men tað er tað,
flokkurin stendur fyri. Flokkurin fer
fyrsta dagin at leggja fram okkara
valskrá, so til ber hjá øllum at kunna
seg - ikki um míni mál, men okkara mál.
Tí eingin ger nakað einsamallur. Tað
vita vit.
Vit mugu minnast til, at tá broyting
ar verða gjørdar, so eru tað ikki polit
ikarar, sum eiga hesar. Tað er fólkið-
eisini tey, sum ikki atkvøddu fyri
tínum flokki ella ávísum løgtingslimi.
Tað er jú alt fólkið, sum eigur politisku
skipanina. Ikki øvugt.
Og tað er borgarin, sum antin kennir
ágóðan ella sviðan av, hvussu ið raðfest
verður.
Tí mugu flokkar og umboð eisini
innanhýsis duga betri at lurta hvør eft
ir øðrum og samstarva so væl, sum til
ber.
Avbjóðingarnar eru størri enn
einstakar samgongur megna sjálvar
Hendan samgongan hevur seinastu
fýra árini tikið nøkur megnartøk á
fleiri økjum. Og nú, tað stundar til val,
hava vit facit í hond.
Vit fingu eina neyðuga pensjóns
nýskipan. Við teprum meiriluta. Hetta,
hóast stóru andstøðuflokkarnir báðir
vita, at hon var neyðug og vendir
sosialt rætt.
Vit fingu eina fiskivinnunýskipan.
Við teprum meiriluta. Hetta, hóast
samgongan
og
Sambandsflokkurin
stórt sæð vóru samd um hana.
Vit fingu ongan bústaðarpakka, hó
ast øll vita, at bústaðartørvurin er stór
ur.
Vit eiga onga felags semju um orku-
og umhvørvismál, hóast hetta er eitt av
okkara mest átrokandi málum.
Eingin breið semja er í eygsjón um,
hvussu vit skipa okkara ferðavinnu. Og
partapolitiskur stoltleiki forðaði fyri
semju um føroyska stjórnarskipan.
Eg vóni, at komandi løgting fær
samtykt ein bústaðarpakka, sum svar
ar til tørvin í dag.
At komandi løgting megnar at semj
ast um ein fíggjarleist fyri alt heilsu
verkið, sum í dag tørvar pening og fleiri
hendur. Hetta leggja vit upp til í Javn
aðarflokkinum.
Og eg vóni so inniliga, at partapolit
iska keglið um fiskivinnu – og pen
sjónsnýskipanina ikki endar við, at alt
verður rullað aftur.
Eingin sigur, at alt bleiv perfekt.
Men tveita vit enn einaferð hesi bæði
mál út í partapolitiskt kegl, so velja vit
afturhald heldur enn framhald.
Politikkur snýr seg um menniskju
Tí handan øll hesi øki, aftanfyri allar
politiskar nýskipanir og lógarbroyting
ar – har er borgarin og viðurskifti hans
ara.
Ein bústaðarpakki snýr seg sostatt
líka lítið um hús, sum ein fiskivinnuný
skipan snýr seg um fisk. Tí – í politikki
snýr alt seg um fólk, sum antin verða
ávirkað av, at okkurt verður gjørt. Ella,
at einki verður gjørt.
Tí er mín áheitan til øll, sum stilla
upp til løgtingsvalið hesaferð: Lat okk
um eisini minnast til at lurta hvør eftir
øðrum. Tí, tað kann altíð enda við, at
vit umboða hvønn annan. Og vit um
boða altíð alt føroya fólk.
Tað skylda vit teimum, sum til kom
andi løgtingsval, kanska atkvøða fyri
seinastu ferð.
Og tað skylda vit teimum mongu,
sum enn hava fleiri krossar at seta
komandi mongu árini.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Hús í Havn til sølu
í Svanga 27
Talan er um hús frá 1989 í góðum standi, sum standa í góðum umhvørvi, tætt
við alskyns hentleikar og hava gott ústýni. Stovnar og innkeypsmøguleikar eru
nær við, og býbussur steðgar nærhendis.
Grundøkið er 684m2, og búvíddin er áleið 200m2.
Húsaskoðan fyriliggur, og ognarskiftistrygging verður bjóðað keypara.
Áhugaði kunnu venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 211817, ella
ojk@jura.fo, ella Rúna Hentze, løgfrøðilesandi, tlf. +4553610705, ella rh@jura.fo
Nærri upplýsingar á www.ogn.fo og www.jura.fo