Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKÚLABYRJAN NØKUR GÓÐ RÁÐ UM SKÚLAÁRSBYRJAN Skúlabyrjanin eigur sum so ikki at krevja so øgiliga  stóra fyrireiking, hon er í roynd og veru eitt framhald av tí, barnið higartil hevur lært og fingið í beinini. Eyðvitað hevur skúlin nýggjar avbjóðingar fyri barnið, og tað hevur týdning, at tað   fær møguleika at laga seg til broytingarnar. Lærar­ar­ nir leggja   undirvísingina so­ leið­is til rættis, at viðføddi hugurin hjá barninum at læra fær bestu umstøður. Hugaða barnið lærir nevnliga skjótari, minnist betur, er meira kreat­ ivt, vísir størri ábyrgdar­kenslu og fær uppaftur betri hug at læra meir. Í innskúlingini hevur skúlin góðar royndar lærarar at taka ímóti næmingunum og heima hava børnini foreldur/avvarð­ andi og kanska eldri systkin at hjálpa sær á leið. Fremstu fortreytirnar fyri at inn­lær­ ingin eydnast eru, at barnið fær ta hvíld, tað eigur, góðan mat og eisini dugir at føra seg høviskt at. Eru hesi viðurskifti ikki í lagi verður undirvísingin tarnað, og tað er til skaða fyri felagsskapin og barnið sjálvt. Nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst hjálpa tínum barni til eina góða skúlabyrjan: 1. Tosa við barnið, les bøkur, lurta  og vís tí ans. Tá ið tú hevur  lisið fyri barninum,  er gott hugskot at lata tað endursiga úr innihaldinum. 2. Vís barninum tøl og bókstavir, tá ið møguleikin býðst. Tosa um, hvat tøl og bókstavir nýtast til. Tosa um skeltir í handum, gøtunøvn , støðini, har tit eru, hvussu tey eita o.s.fr. 3. Lær barnið at skriva sítt egna navn, aldur og búðstað. 4. Ven barnið at klára seg sjálvt: fara á vesið, vaska hendurnar, lata seg í og lata seg úr, binda lissur o.s.fr. 5. Ven  barnið at taka ímóti boðum og skilja tey: Barnið skal duga at taka í móti felags boðum. Tá ið lærarin t.d. biður næmingarnir taka mateskjurnar fram, so eigur barnið at skilja tað, uttan at lærarin noyðist at venda sær til  einstaklingin. 6. Lær barnið at samskifta uttan at rópa. Sera gott er at vísa, hvussu væl tað ber til at tosa róliga saman. 7. Lær barnið at lurta og geva øðrum rúmd at koma framat uttan at bróta av. Heima kunnu tit t.d. skiftast um at siga frá, hvat tit hava gjørt, spyrja hvør annan og geva hvør øðrum tíð til at greiða frá. 8. Lær barnið at bíða og hava tol, veri tað við kassan í handlinum,  á spæliplássinum ella aðra staðni. Ger barnið tilvitað um, hvussu tað kann hava fyrilit við øðrum, lata onnur koma fram um og bíða eftir tørni. 9. Lær barnið at biðja um umbering og at vera ein góður vinur. Tað er umráðandi, at barnið lærir at vera fyrikomandi, blítt og hjálpssamt. Barnið lærir hetta best við  at fáa uppmerksemi og umsorgan, men eisini við at fáa smáar uppgávur heima. Umráðandi er, at børnið kennir, at tað hava ein leiklut heima við hús og at øll hjálpa hvør øðrum. 10. Tosið saman um skúladagin, hvat barnið hevur gjørt/lært,  hvussu hevur gingist og hvat er á skránni í morgin. Heimildir: Tv2-netsíða, netdoktor.dk, Úlvsá umskrivað, lagað til og lagt afturat Hendan greinin er upprunaliga løgd út á heimasíðuni hjá Skúlanum á Fløtum. Vit hava fingið loyvi at prenta hana í blaðnum.