Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 236 - 9. desember 2004 UTTAN ÚR HEIMI Oljuprísurin fer at fella Oljuprísurin er fallin nógv í seinastuni, og leiðararnir í OPEC-londunum vænta, at hann fer at fella uppaftur meiri til várs. Oljumálaráðharrin í Qatar, Abdullah Bin Hamad Al- Attyah, sigur við Aftenposten, at fallið á oljuprísinum verður høvuðsevnið á fundinum, sum OPEC-londini fara at halda fríggjadagin. Hann vísir á, at londini framleiða meiri olju, enn tey upprunaliga samdust um, men at hetta kann ikki standa við, tí eftir øllum at døma fer eftirspurningurin at minka, tá veturin er av, sigur ráðharrin. Sum er framleiða tey ellivu londini í OPEC meiri enn 30 milliónir tunnu av olju um samdøgrið. Altjóða orkustovnurin segði í einari meting herfyri, at eftirspurningurin eftir olju fer at minka í øðrum ársfjórðingi næsta ár. BBC repar seglini Almenni bretski fjølmiðilin BBC skal spara umleið hálva fjórðu milliard krónur, samstundis sum bygnað- urin skal broytast. Fyri nøkrum døgum síðani spáddu bretsk bløð, at BBC fór at siga umleið 6.000 fólkum úr starvi, men týsdagin kunngjørdi stjórin, Mark Thompson, at 2.900 medarbeiðarar missa arbeiðið tey næstu trý árini. Sum er starvast 28.000 fólk hjá BBC, sum er heimsins størsti fjølmiðlastovnur. Høvuðsorsøkin til, at BBC noyðist er spara, er vandin fyri, at stovnurin fer at missa lurtara- og hyggj- aragjaldið. Verandi avtala við stjórnina um gjaldið fer úr gildi í 2006, og tað fer at fáa álva5rssamar avleiðing- ar, verður hon ikki longd. Í fjør fekk BBC næstan 30 milliardir krónur í lurtara- og hyggjaragjaldi. Tað var ikki eitt tekn- iskt brek, sum gjørdi, at eitt flogfar við port- ugisiska forsætisráð- harranum datt niður fyri 24 árum síðani YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Í 24 ár hava myndugleikar- nir í Portugal hildið uppá, at tað var eitt tekniskt brek, sum var atvoldin til, at eitt flogfar við millum annað forsætisráðharranum og verjumálaráðharranum datt niður. – Vit hava fingið prógv fyri, at onkur hevði lagt spreingievni undir gólvið í stýrihúsinum á flogfarinum, og at har var so mikið av spreingievni, at tað var nóg mikið til at oyðileggja út- gerðina og at særa báðar flogskipararnar, segði for- maðurin í kanningarnevnd- ini, Nuno Melo, fyrradagin. Samstundis kunngjørdi Paulo Portas, verjumálaráð- harri, at málið skal kannast til botns, soleiðis at teir, sum skipaðu fyri, verða revsaðir. Tann 46 ára gamli for- sætisráðharrin, Francisco Sá-Caneiro, var formaður í sosialdemokratiska flokkin- um í Portugal og ein sera væl umtóktur politikari. Hann hevði verið forsæt- isráðharri í umleið eitt ár, tá flogfar hansara datt niður. Í flogfarinum var eisini danska kvinnan Snu Seid- enfaden, sum livdi saman við Sá-Caneiro. Hon var hálvsystir blaðstjóran á Politiken, Tøger Seiden- faden. Ein bumba var í flogfarinum Hann bleiv eitraður Ein eysturríkskur lækni sigur seg kunna prógva, at andstøðu- leiðarin í Ukraina, Viktor Jusjtjenko, bleiv eitraður fyri fýra mán- aðum síðani. Mynd- irnar vísa, hvussu nógv hann er broyttur UKRAINA Árni Joensen fartekst@mail.dk Myndin vinstrumegin av Viktor Jusjtjenko er tilin tann 4. juli í ár. Myndin høgrumegin er tikin tann 24. november. Men hvussu kann hann vera eldur so nógv eftir so stuttari tíð? Eysturríkski læknin Niko- lai Korpan sigur seg hava svarið. Hann viðgjørdi Vikt- or Jusjtjenko, eftir at hesin var vorðin illa sjúkur tann 6. september, og læknin ivast ikki í, at onkur hevði givið Jusjtjenko eitur við tí enda- málið at beina fyri honum. Nikolai Korpan sigur við bretska blaðið The Times, at hann dugir ikki at siga, hvat slag av eituri Jusj- tjenko hevði fingið, men at tað ivaleyst ber til at finna evnið, um Jusjtjenko verður kannaður eina ferð afturat. Spurdur, hvussu andstøðu- leiðarin kann hava fingið eiturið í seg, sigur læknin, at hann kann hava fingið tað í mati ella vatni. Viktor Jusjtjenko hevur fyrr sagt, at myndugleikar- nir hava roynt at beina fyri sær, og eygleiðarar í Ukra- ina siga, at tey nýggju tíð- indini kunnu fáa avgerandi ávirkan á forsetavalið tann 26. desember. Eftir stendur spurningur- in, hvør kann hava roynt at beina fyri andstøðuleiðar- anum. Gitt verður, at tað kann vera stýrið í Kiev, sum styðjar hitt forsetavalevnið, Viktor Janukovitj, ella kanska Moskva, sum ber ótta fyri, at Ukraina fer at knýta seg tættari at Vestur- heiminum, verður Jusj- tjenko valdur til forseta. Talsmenn hjá Janukovitj vísa øllum skuldsetingum um eitran aftur. Teir siga, at Jusjtjenko gjørdist sjúkur í september, tí hann hevði etið vánaligt sushi og drukkið ov nógv konjakk.