hósdagur 9. desember 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein drukkin bilførari
rýmdi av staðnum, tá
ið hann seinnapartin
mánadagin rendi á
ein annan bil á
Toftum
FERÐSLUÓHAPP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eitt ferðsluóhapp á Toftum
í mánadagin mundi enda
galið. Óhappið hendi um
hálvgum
fimm
tíðina
seinnapartin mánadagin, tá
ið ein bilur skuldi snara til
vinstru við bensinpumpuna
við gamla Oyrahandilin
niðan á vegin móti Fót-
bóltsvøllinum. Ein bilur
koyrdi beint aftan fyri
henda bilin, og bilførarin
varnaðist ikki, at fremri
bilurin hevði steðgað á og
gjørt seg kláran til at snara
til vinstru. Hann rendi tí
við nógvari ferð upp í
reyvina á fremra bilinum,
og
vakthavandi
á
politistøðini
í
Runavík
sigur, at stoyturin var so
mikið harður, at fremri
bilurin
styttist
einar
hálvanannan metur.
Rýmdi av staðnum
Rygglenið á førarasetrinum
brotnaði eisini, og kvinnu-
ligi bilførarin endaði tí
bráddliga á baksetrinum.
Tíbetur fekk kvinnan tó
ongan skaða av stoytinum.
Maðurin, ið koyrdi bilin
aftan fyri, steðgaði bilin-
um, og tá ið fólk komu til,
varnaðust tey, at maðurin
var drukkin. Løgreglan
varð boðsend, men áðrenn
hon kom á staðið, var
ávirkaði bilførarin rýmdur
av staðnum til gongu oman
móti bátahylinum.
Løgreglan fór at leita, og
tað eydnaðist teimum at
finna mannin í øllum
myrkrinum. Vaktahavandi
sigur, at maðurin var týðu-
liga drukkin, og helst verð-
ur hann dømdur at missa
koyrikortið.
Báðir bilarnir fóru rættu-
liga illa í samanstoytinum.
Nr. 236 - 9. desember 2004
3
Í morgin, fríggjadagin,
verður ókeypis at koyra
ígjøngum Vágatunnilin -
hetta er tvey ára føðingar-
dagurin hjá tunlinum. Eitt
av tiltøkunum, ið til ber at
vitja hendan dagin, er
Vatnsoyrar Bilasavn hjá
Hans Elmari Poulsen.
Á savninum eru nógv
áhugaverd gomul akfør -
teirra millum fleiri av elstu
bilum í Føroyum, eitt nú
ein 89 ára gamal Ford T og
ein Ford TT lastbilur frá
1922, ið er júst sama slag
bilur, sum tann fyrsti, ið
kom til Føroya hin 6. mai í
1922.
Hans
Elmar
Poulsen
sigur, at opið verður frá kl
13 fríggjadagin.
Bilasavnið opið
fríggjadagin
Hesin Ford TT hjá
Vatnsoyra Bilasavni er
frá 1922. Hann er júst
sama slag, sum tann
fyrsti bilurin, ið kom til
Føroya. Tað var tann 6.
mai í 1922
Ógvusligt ferðsluóhapp á Toftum
1. januar fara tey bæði
nýggju feløgini, Landing-
armiðstøð Føroya og Faroe
Fish Market, undir virk-
semi sítt.
Tveir stjórar skulu í hes-
um sambandi setast, og nú
stendur í øllum førum
greitt, hvør annar teirra er.
Kristian Fríðrik Olsen
hevur seinnu árini verið
leiðari á deildini hjá Fiska-
marknaðinum í Klaksvík,
og framyvir verður tað so
hann, sum skal stjórna
landingarmiðstøðini.
Hetta
váttar
Harry
Benjaminsen,
sum
er
næstformaður í nevndini
hjá Fiskamarknaðinum, og
sum eis-ini er nevndarlimur
í nýggja felagnum.
Eisini skal nýggjur stjóri
setast til søluliðið í nýskip-
aðu feløgunum, Faroe Fish
Market. Harry Benjamin-
sen sigur, at enn er hesin
spurningur ikki endalga
avgreiddur. Hann vil tó
siga somikið, at stjórin er
settur, tá virksemið byrjar
fyrst í komandi ári.
-jm
Landingarmiðstøðin
sett stjóra