Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 236 - 9. desember 2004 Tað verður ikki á hesum sinni, at At- lantsflog fer at flúgva ímillum Føroyar og umheimin við fiski FISKAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ikki á hesum sinni, at Atlantsflog fer at flúgva ímillum Føroyar og umheimin við fiski. Tað staðfestir Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Í summar var annars júst loftvegis flutningur við fiski næstan mett at vera bjargingin hjá føroysku fiskivinnuni. Vanlig semja var um, at skuldi fiskivinnan mennast, skulu vit hugsa um feskar fiskavørur, tí har eru vit sera sterkir í kappingini. Men skal talan vera um at føða marknaðin við feskum fiski, var eisini staðfest, at tørvurin var á væl betri flutningssambandi út í heim, enn vit hava nú. Helst skuldi tað bera til at fáa feskan fisk á marknaðin hvønn dag og tí var mett, at loftvegis flutningur var bjargingin. Atlantsflog loftaði bólt- inum beinanvegin og fór at kanna møguleikarnar. Og Magni Arge segði, at gekk sum ætlað, kundi flutning- urin byrja í heyst. Men nú er árið enda og enn flýgur Atlantsflog ikki við fiski. Onki grundarlag Magni Arge sigur, at sum støðan er í løtuni, tykist tað ikki at vera grundarlag fyri at fara undir slíkan flutn- ing. Hann sigur, at tað hevur ikki eydnast at fáa nóg stórar avtalur við útflytarar um flutning til at Atlants- flog hættar sær undir eina slíka ætlan. Útflytarar vátta, at tað sær út til at vera trupult at fáa hendan flutningin ílag. Teir siga, at marknaðurin í Evropa hevur verið sera trupul í ár og tað hevur gjørt útgangsstøðið hjá før- oysku fiskivinnuni vána- ligt, serliga tá ið vit hugsa um fiskaprísir og kostnað- arstøðið í Føroyum. Sostatt er tað yvirhøvur ómetaliga trupult at selja fisk. Tað ger, at tað verður mest tann dýri fiskurin, tvs, toskur, sum talan kann vera um at flyta við flúgvara. Men tað nógva av toskin- um verður saltað, tí har eru føroyingar serstakliga sterkir. Útflytarar siga, at prísur- in frá Atlantsflog var ein orsøk- í hvussu so er sum marknaðurin er nú. Spurdur um prísin, váttar Magni Arge tíðindini frá útflytarum, at Atlantsflog hevur nevnt ein prís uppá 10-11 krónur fyri kilo fyri at flúgva fisk til norðara part í Evropa og einar 14 krónur fyri kilo til Bret- lands. Hetta halda útflytarar er ov dýrt, soleiðis sum støðan er í dag og ásannast má so bara, at enn er ov langt ímillum roknistykkið hjá Atlantsflog og roknistykkið hjá útflytarunum til at loft- vegis flutningur við fiski kemur uppá tal í hesum føri. – Eg taki fult undir við tankanum um at seta Smyril í sigling ímillum Føroyar og Scrabster, tí tað kundi skapt ein hart tiltrongdan dynamikk í føroyska fiskivinnu, sigur Marner Lisberg í Delta-samtakinum FISKAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg taki fult undir við hug- skotinum. Marner Lisberg á Delta- samtakinum tekur av full- um huga undir við hugskot- inum um at seta Smyril í fasta sigling ímillum Før- oyar og Scrabster. Tá ið nýggi Smyril kem- ur næsta ár, er ætlanin so skjótt sum møguligt at selja Smyril, vit nú hava. Væntandi fáa vit seks milliónir fyri hann, men summi siga, at tað verður minni enn tað. Undir øllum umstøðum er talan um smápengar. Samstundis hevur fiski- vinnan áhaldandi og staði- liga víst á tørvin á at fáa betri flutningssamband ímillum Føroyar og um- heimin, so at vit fáa størri møguleikar at fóðra markn- aðin niðri í Evropa við spillfeskum fiskavørum. Tí er hugskotið fostrað seinastu tíðina um at seta Smyril, vit nú hava, í fasta rutusigling ímillum Føroy- ar og Scrabster, heldur enn at selja hann fyri nakrar piparnøtur, tá ið nýggi Smyril er komin. Eitt frálíkt hugskot Hetta er eitt hugskot, sum Marner Lisberg, nevndar- formaðurin í Delta samtak- inum, tekur fult undir við. – Hetta er eitt frálíkt hug- skot, sigur hann. Tað verður ofta sagt, at vit eru við at tapa fyri ísl- endingum í kappingini um at selja feskar fiskaúrdráttir í Evropa. – Men íslendingar hava tann vansa, at teir eru so fjarskotnir, at skulu teir hava feskar fiskavørur á marknaðin í Evropa, skal hann næstan flúgvast. – Í so máta liggja vit nógv betri fyri, tí vit eru so stutt frá Skotlandi, at vit kunnu sigla. Sostatt hava vit í hasum føri ein stóran kappingarfyrimun framum íslendingar, tí tað er nógv bíligari at føra fisk við skipi, enn tað er at føra hann við flúgvara, sigur Marner Lisberg. Kortini leggur hann afturat, at íslendingar eru eisini farnir at menna sjó- vegis fiskaflutningin úr Íslandi til Evropa. Eitt nú hava teir ment serligar fiskabingjur, sum halda kuldanum væl, uttan at fiskurin frystir. Men júst tað skuldi bara verið ein orsøk afturat hjá føroyingum at gjørt skjótt av. Flutningurin avmark- ar møguleikarnar – Stóri trupulleikin hjá okkum í Føroyum er tann, at vit hava ikki nóg góðar møguleikar at fáa fiskin fluttan av landinum. Taka vit Suðuroy sum dømi kann nevnast, at skulu fiskavirki í Suðuroy hava feskan fisk av landinum mánadag, skulu teir hava minst 10 tons, annars kemur Skipafelagið ikki eftir tí mánakvøld. – Tað ber ikki altíð til at vita frammanundan, um vit hava 10 tons. Og hava vit ikki tað, má fiskurin flytast til Havnar við Smyrli klokkan 15.30 mánadagin. Og sostatt mugu virkini gevast at arbeiða longu á miðdegi. Marner Lisberg sigur, at tað gevur fiskivinnuni sera truplar umstøður at virka undir. – Høvdu vit ístaðin fing- ið eitt fast samband við Smyrli ímillum Føroyar og Scrabster tvær ferðir um vikuna, kundi tað givið fiskivinnuni í Føroyum eitt rættiligt spark uppeftir. – Fæst vissa fyri einum regluligum flutningssam- bandi tvær ferðir um vik- una, hevði tað givið fiska- virkjunum heilt aðrar møguleikar fyri at keypt fisk og at gjørt avtalur við keyparar. Privata riggar ikki Samstundis heldur Marner Lisberg, at vit mugu koma burturfrá óttanum fyri at koma inn á økið hjá privatu flutningsfeløgunum. – Tey hava havt møgu- leikan og tey hava fingið fullkomnan frið nú í nógv ár til at menna flutningin. Men úrslitið er, at vit mugu staðfesta tað bara hevur gingið afturá síðani Teistin varð seldur og almenna sambandi ímillum Føroyar og Skotlands varð niður- lagt. – Avleiðingin er, at føroy- ingar eru at kalla úti av feskfiskamarknaðinum og íslendingar hava mestsum yvirtikið hann. – Hevði tað borið til at fingið lønsemi í eitt slíkt fast, flutningssamband? – Tað ivist eg ikki í. Men so skulu vit eisini vera til reiðar at geva tí ein veru- ligan kans. Men tað er eis- ini greitt, at talan má ikki vera um eitt dýrt skip. Hinvegin heldur Marner Lisberg, at skulu vit byggja eina slíka farleið upp, mugu vit eisini vera til reiðar at missa pening í eini tillagingartíð. – Men júst í hesum sam- bandi hevði tað verið eitt gott hugskot at bygt eitt slíkt flutningssambandi upp við Smyrli, sum er brúktur til endamálið fyrr og sum vit vita, kann brúk- ast. – Tá ið flutningurin so er komin í eina fasta legu, kundu vit hugsa um onnur skip, um kanska er enn betri hóskandi og kanska bíligari í rakstri og sam- stundis kunnu vit so eisini umhugsa av nýggjum, hvør skal standa fyri flutning-in- um. – Tað er ongin ivi um, at skulu vit hava fisk á land í Føroyum, mugu vit eisini hava góðar møguleikar at fáa hann fluttan av landin- um aftur. – Og eru vit fyrst komin til Scrabster, eru møguleik- arnir fálíkir at fáa fiskin fluttan longur niður til alt Evropa. Tað hava vit roynt við góðum úrsliti í fleiri ár. – Tað er ongin ivi um, at hetta er eitt flutningssam- band, sum stórur tørvur er á. Men tað er alneyðugt, at talan er um eitt varandi, regluligt og fast, samband. Og so heldur Marner Lis- berg eisini, at so høvdu vit eina ávísa trygd, skuldi nýggi Smyril víst seg at havt so álvarsligt brek, at hann má takast úr sigling í eitt tíðarskeið. – Eg vil næstan siga, at tað er ábyrgdarleyst at selja Smyril, vit nú hava, áðrenn vit vita, hvussu tann nýggi virkar. Kundi givið fiskivinnuni eitt ordiligt spark uppeftir Ætlanin at flyta fisk við flogfari dottin niðurfyri Ætlanin hjá Atlantsflogi at flyta fisk av landinum við flúgvara er dottin niðurfyri, í hvussu so er fyrbils. Grundarlag er ikki fyri tí í løtuni, sigur stjórin í Atlantsflog – Heldur enn at selja Smyril, hevði tað verið eitt frálíkt hugskot at sett hann í fasta sigling ímillum Føroyar og Skotland við fiski, sigur Marner Lisberg á Delta samtakinum