hósdagur 9. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2004
5
Kaffiprát skapti nýggja vøru
Virkið Looknorth í
Klaksvík er farið und-
ir at framleiða serlig-
ar stólpar til saltfiska-
eskjur. Hugskotið
næstan av tilvild í
kaffipráti, men síðani
hevur Looknorth
arbeitt miðvíst við at
menna nýggja stólpan
FRAMLEIÐSLA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Virkið Looknorth, sum hig-
artil hevur framleitt kassar
til alivinnuna, er nú farið
undir eina nýggja fram-
leiðslu til fiskivinnuna.
Virkið leitar í løtuni eftir
nýggjum framleiðslum, tí
alivinnan í Føroyum steðg-
ar mest sum heilt tíðliga
næsta ár.
– Tí er tað umráðandi fyri
okkum, at vit kunnu skapa
nakrar nýggjar vørur, tí
annars kann felagið hjá
okkum yvirliva, sigur Árni
Skaale, stjóri á Looknorth.
Og tann fyrsta nýggja vør-
an er nú blivin veruleiki.
Looknorth framleiðir vørur
úr plasti, og nýggja átakið
er ein stólpti til saltfiska-
eskjur.
Føroyskur útflutningur
av saltfiski fer vanliga fram
í 500 kilo pappeskjum, og
nýggi stólpin skal bæði
styrkja hesar eskjur og gera
tað møguligt at stápla tveir
plattar omaná hvørjum øðr-
um. Hetta skal hava við
sær, at útflutningsfyritøkur-
nar kunu spara í flutningi
og ikki fáa reklamatiónir, tí
eskjurnar eru skaddar.
Hugskot
Tað var næstan av tilvild, at
stjórin í Looknorth kom
fram á hugskotið við stólp-
unum. Tað var í kaffipráti
við saltfiskamenn, at teir
fóru at tosa um eskjurnar
og stólparnar, sum teir ikki
høvdu at brúka.
– Vanligt hevur verið at
gjørt okkurt træ ella okkurt
rør til hesar eskjur, men tað
er nógv stríð av hesum, og
tað er ikki matvørugóð-
kent. Nú hava vit gjørt ein
nýggjan stólpa úr plasti,
sum lættur at fáast við, og
sum er matvørugókendur,
sigur Árni Skaale.
Fyrr í ár framleiddi
Looknorth fleiri túsund
stólpar sum eina roynd til
tvey virki í Klaksvík. Ann-
að virkið upplivdi at stólp-
arnir brotnaðu undir flutn-
ingi, meðan hitt virkið
einki merkti til hetta við
sínum 5000 stólpum.
– Vit hava síðani arbeitt
við at styrkja stólparnar, og
vit hava gjørt fleiri royndir.
Nú er stólpin nógv sterkari
enn hann var, og hann er
væl egnaður til hesar eskj-
urnar, sigur stjórin á Look-
north.
Kostar at menna
Looknorth hevur brúka
hálva triðju millión krónur
til at menna nýggja stólpan.
Fyrst var ein nýggj maskina
keypt, sum kann framleiða
slíka vøru, og síðani eru
eisini nógvar hundrað tús-
und krónur nýttar til at fáa
júst tað rætta skapið og
røttu styrkini á stólpanum.
– Hetta hevur tikið tíð og
hevur kostað nógvar peng-
ar, men nú eru vit til reiðar
at bjóða fiskivinnuni stólp-
arnar, sigur Árni Skaale.
Looknorth hevur sjálvt lagt
meginpartin av pengunum í
nýggju vøruna, men eisini
oljufelagið BP hevur stuðl-
að menningini.
Looknorth hevur fram-
leitt kassar síðani februar
mánað í 2001, og seks fólk
arbeiða á virkinum, sum
heldur til á vestara kaiøkin-
um í Klaksvík.
Nýggi stólpin hjá Looknorth skal styrkja pappeskjurnar, sum saltfiskur verður sendur av
landinum í. Tað hevur kosta hálva triðju millión krónur at útvikla stólpan
Jól í sparikassanum
Eins og undanfarin ár fer
Norðoya Sparikassi at
skipa fyri jólahugna uttan
fyri stovnin við Ósávegin.
Á skránni verður tónleik-
ur av ymsum slagi, tey
vitjandi fáa kaffi og køkur
og eisini verður okkurt
gott til børnini. Peninga-
stovnurin
hevur
latið
teimum børnunum, ið
tøma Silva í jólamánaðin-
um ein Silva kalendara og
eitt jólakort. Hetta jóla-
kortið er ein lutaseðil um
nakrar Silva vinningar,
sum verða drignir til hesi
uttandura tiltøkini.
Sum vanligt kemur tón-
leikurin at ganga fyri seg
á pallinum hjá Sparikass-
anum.
Hesi tiltøkini verða teir
tríggjar komandi hósdag-
arnar undan jólunum.
Fríggjadagin 17. desem-
ber verður so skipað fyri
einum líknandi tiltaki
utann fyri deildina hjá
Sparikassanum í Leirvík.
Fyrsta tiltakið verður í
dag frá klokkan 17 til 18.
- sae -
Fríggjadagin 17. desem-
ber verður kommunu-
læknamiðstøðin í Klaks-
vík tikin í nýtslu. Klaks-
víkar kommuna hevur
sent innbjóðingarnar til
móttøku
í
læknamið-
støðini út, og verður hon
klokkan 15 fríggjadagin
17. desember.
Í nýggju læknamiðstøð-
ini verða fyri fyrstu ferð í
Norðoyggjum fýra fult
útgjørd kommunulækna-
høli undir sama taki.
Kommunan
vónar,
at
hetta verður viðvirkandi
til eina nýggja tíð við
støðugum
kommunu-
læknaviðurskiftum
í
Klaksvík, har bert tað
eina av teimum fýra føstu
kommunulæknastørvunu
m eru mannað, sum nú er.
Tvey onnur størv eru
mannað við avloysarum,
og tað fjórða er ikki sett.
Henda bygging er á ein
hátt søgulig, tí umframt
byggiharran í Klaksvíkar
kommunu hava eisini
grannakommunur í Norð-
oyggjum luttikið fíggjar-
liga í hesi íløguni, sum jú
kemur øllum Norðoya
Læknadømi tilgóðar.
- sae –
Læknamiðstøðin liðug