Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 236 - 9. desember 2004 Um vikuskiftið verður ein nýggj, indisk matstova latin upp í Miðvági. Ætlanin er at hava opið um vikuskiftið at byrja við MATSTOVA Edvard Joensen Miðvági: Fríggjadagin 10. december klokkan 17.00 letur nýggj matstova upp í bygdarhús- inum í Miðvági. Tað er indiski Arita Nandy, sum fer at borðreiða við indisk- um rættum. Aritra sum saman við familjuni hevur búð í Før- oyum nøkur ár, sigur, at hann fer at royna at hava eina sonevnda vikuskiftis matstovu í bygdarhúsinum í Miðvági. Sjálvur fer hann at reka matstovuna saman við konuni Srikanya. Tey búgva í Havn, har hann ar- beiðir í pakkhúsinum hjá Smyril Line nakrar tímar um vikuna, umframt at hann arbeiðir á bilverk- staðnum í Sandavági nakrar tímar. Hugskotið við indiskari matstovu er ikki nýtt, sigur hann. At tað verður latið upp í Miðvági, kemst av, at her eru egnað høli tøk. Fyribils verður opið nøk- ur vikuskifti fyri líkasum at vita, hvussu áhugin er, sigur Aritra. Restaurant Apurba, sum matstovan fer at eita, verður opin fríggja- kvøld og leygarkvøld frá klokkan 17.00 til klokkan 23.00. Umframt at virka sum vanlig matstova, har fólk koma inn at fáa sær, verður eisini møguleiki at keypa sær mat heim við. Matskráin verður indisk, sum mong seta í samband við kryddraðan mat. Og tað verður matskráin í Miðvági eisini, sigur Aritra. – Spicy, but not hot, sigur hann og leggur afturat, at eisini beiggi hansara, Asish, sum arbeiðir í Kald- bak, fer at koma vestur av og á at standa í køkinum í bygdarhúsinum í Miðvági. Eftir at hava hildið til í Miðvági seinnu árini er Kunningarstovan í Vágum flutt út á flogvøllin KUNNING Edvard Joensen Vágar: Kunningarstovan í Miðvági er niðurløgd, og virksemið flutt út á flogvøllin, har alt er savnað í Kunningardisk- inum. Seinnu árini hevur Kunn- ingarsotvan í Vágum hildið til í Miðvági. At byrja við nakrar tímar um dagin í kommunuhúsinum. Men seinasta árið ella so hevur verið opið allan dagin í nýggjum hølum. Hetta er nú vorðið søga, og alt virksemið hjá Kunn- ingarstovuni hjá Felagnum Vágum er flutt út á flog- vøllin og er nú í Kunning- ardiskinum á flogvøllinum. Har, Kunningarstovan var, er handil latin upp. Tað varikki tí, at tað var ov trongligt í Miðvági. Heldur er tað øvugt, at nú er sera trongt hjá teimum báðum starvsfólkunum, sum starvast aftan fyri Kunningardiskin. Tað var eitt sindur óarbeiðsligt at hava kunn- ingarstovuna býtta í tvey, við skrivstovu í Miðvági og diskinum á flogvøllinum. Tískil varð valt at lata aftur í Miðvági og savna alt virk- semið á flogvøllinum. Hetta tí, at mett varð, at flogvøllurin er tað mest natúrliga staðið at hava eina kunningarstovu liggj- andi í Vágum. Kunningardiskurin sam- skipar tiltøk, sum hildin verða í oynni og kunngerð tey. Eitt nú við at leggja á Portalin. Eisini veitir hann tænastur fyri aðrar kunn- ingarstovur. Eitt nú fara tey frá fríggjadegnum at selja atgongumerki til sjónleikin Fólk og dólgar í kardu- mummubýi, sum verður leiktur í Sjónleikarhúsinum í Havn í januar. Men fólk, sum ætla í dólgaselskap, mugu skunda sær, tí einans hundrað atgongumerki eru at fáa í Vágum. Fríggjadagin eru tvey ár liðin, síðan Vágatunnilin lat upp. Og hendan annan førðingardagin halda handlar, fyritøkur og feløg í Vágum saman við Vágatunlinum FØÐINGARDAGUR Edvard Joensen Vágar: Vágatunnilin fyllir tvey ár fríggjadagin og heldur dagin við at lata fólk koyra ókeypis gjøgnum tunnilin í eitt samdøgurð. Hesum tilboði vóna vágafólk, at nógv fara at taka av. Serliga nógv, sum ætla sær vestur í Vágar hendan dagin. Og tey hava gjørt klárt í Vágum at taka í móti fólki. Handlarnir í Vágum fara at hava opið líka til klokkan 23.00 fríggjakvøldið, siga tey á Kuningarstovuni í Vágum, sum er flutt úr Miðvági út á flogvøllin. Eisini onnur tiltøk verða í Vágum hendan dagin. Eitt nú verður cafékvøld i missiónshúsinum Libanon í Sørvági, har Magni Christiansen fer at syngja og signera nýggju jólafløgu sína. Eisini verður drama- framførsla og dansur at síggja. Og tey vitjandi fáa ein kaffimunn við vaflum afturvið. Bókaborð við góðum úrvali verður eisini at síggja í Libanon í Sørvági hetta kvøldið, siga tey á Kunningarstovuni. Í Miðvági verður høvið at síggja jólastovuna gomlu húsunum í Jansagerði. Har er opið fríggjadagin og so báðar sunnudagarnar, sum eftir eru av adventini. Opið er frá klokkan 15.00 seinnapartin. Tað er Miðvágs Forn- minnisfelag, sum eigur húsini, og har ber til at síggja gamalt jólapynt og fáa sær ein kaffimunn við kleynum og rosinukøkum afturvið. Jólastovan við Gil í Sør- vági er eisini opin fríggja- dagin. Tá letur upp klokkan 10.00 fyrrapartin og er opið til klokkan 22.00. Eisini er opið har sunnudagarnar í adventini. Tó tá frá kl. 16.00 til klokkan 20.00 har ber til at síggja hetta hugnaliga, væl pyntaða jólahúsið og fáa sær ein kaffimun við ymsum jóla- ligum afturvið. Tá vit í seinastu viku skrivaðu um jólahúsið í Sørvági, gjørdu vit tíverri stigtakaranum til hetta til- takið órætt. Tað skiltist á greinini, at tað er Sørvágs Kommuna, sum stendur fyri hesum fitta tiltakinum. Men so er ikki. Hóast Sør- vágs Kommuna eigur hús- ið, er tað Vinjard Magnus- sen, sum eigur hugskotið og einsamallur hevur sett tað í verk. Indisk matstova í Miðvági Aritra og Srikanya Nandy fara at lata nýggja, indiska matstovu upp í Miðvági um vikuskiftið. Mynd - Edvard Joensen Lívligt í Vágum um vikuskiftið Tað verður frítt at koyra gjøgnum Vágatunnilin føðingardagin, sum er fríggjadagin. Hesum tilboði vænta Vágafólk, at nógv fara at taka av og hava gjørt seg út til at taka í móti nógvum fólki Mynd: Edvard Joensen Kunningarstovan flutt Alt kunningarvirksemið hjá Felangum Vágum er nú flutt til kunningardiskin á flogvøllinum Mynd: Edvard Joensen