hósdagur 9. desember 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2004
7
Kvinnur í politikki:
Nú má vend koma í
Hans Pauli Strøm fer
í næstum at leggja eitt
uppskot fyri tingið, ið
hevur til endamáls at
fáa fleiri kvinnur
uppí politikk. Verður
tað samtykt, skal ein
nevnd setast í eitt trý
ára skeið, ið skal
virka fyri at fáa
kvinnur í politikk
UPPSKOT
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Uppskotið um at fáa fleiri
kvinnur í politska arbeiðið
botnar í eini tilráðing, sum
bæði Føroyar og Grønland
hava fingið frá útnorður-
ráðnum. Ein nevnd skal set-
ast, sum skal geva út ymiskt
tilfar, fremja lýsingarátøk,
fáa kjak í lag og annað.
Hetta er eitt átak, sum
eydnaðist sera væl í Íslandi,
tá tað varð roynt har. Al-
tingið setti, fyri einum 4-5
árum síðani, eina tílíka
nevnd, og tað gav sera gott
úrslit, tí talið av kvinnum í
politikki vaks munandi eftir
átakið.
Nú er uppskriftin so send
til Føroya, og Hans Pauli
Støm, landstýrismaður, tek-
ur tilráðingina í størsta álv-
ara.
Allir flokkar skulu við
– Ætlanin er at seta eina
nevnd, sum skal vera mann-
að av umleið 10 fólkum.
Henda nevndin verður ikki
sett med alla, men bert í eitt
trýára skeið. Ætlanin er, at
arbeiðið skal verða liðugt
síðst í 2007, beint áðrenn
næsta løgtingsval, greiðir
Hans Pauli Strøm frá
Nevndin verður mannað
við einum umboði frá
hvørjum flokki.
Hans Pauli Strøm sigur
tað vera alt avgerðandi, at
allir flokkar taka undir við
uppskotinum, fyri at tað
skal kunna fungera.
– Hetta er eitt uppskot,
sum ikki er bundið at sam-
gongu- og andstøðupolit-
ikki, og heldur ikki at floks-
politikki. Eg veit, at innan-
hýsis í øllum flokkunum
eru fólk rúkandi ósamd um,
hvørt henda nevndin er
neyðug ella ikki. Men um
meirilutin í øllum flokkun-
um ikki stuðlar nevdini, so
nyttar tað ikki, staðfestir
Hans Pauli.
Men fær uppskotið und-
irtøku, skulu flokkarnir
sjálvir velja sær eitt umboð
í nevndina.
– Tað er ikki neyðugt, at
umboðini eru tingfólk. Tað
kunnu eins væl vera fólk, ið
bert eru limir í flokkinum,
og sum kanska eru von at
umboða flokkin í slíkum
málum, sigur Hans Pauli.
Síðani vera tvey umboð
fyri kommunufeløgini, 1
umboð fyri kvinnufelags-
samskipanina og eitt um-
boð fyri landstýrið, allar-
helst onkur av løgmans-
skrivstovuni.
Ikki rætta veljaran
– Tað er øllum kunnugt, at
tað er ein ógvuliga skeiv
gongd innan politikkin. Av
32 tingmonnum eru bert 3
konufólk, so man má stað-
festa, at gongdin er versn-
andi. Tí má okkurt gerast
og hetta er so ein roynd,
sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at tað er
frægari at arbeiða á hendan
hátt, við eini nevnd, ið kem-
ur við hugskotum og fær
fólk at hugsa um trupulleik-
an, heldur enn at kroysta ein
politikk niður yvir flokkar-
nar, t.d. við at eitt ávíst lut-
fall av konufólkum og
mannfólkum skal vera á
listunum og í tinginum.
– Eg trúgvi ikki, at tað
hevði verið serliga væl mót-
tikið í Føroyum, at man tók
eina politiska avgerð um,
hvussu nógv mann- og
konufólk flokkarnir kundu
havt á listunum. Hetta er í
staðin ein nakað varligari
roynd at fáa kvinnurnar við,
uttan at taka fría valrættin
frá veljarunum, sigur Hans
Pauli Støm, og leggur aft-
urat,
– Hetta er ikki ein krit-
ikkur av veljarunum, men
heldur ein roynd at rætta
skeivu gongdina við at seta
fokus á, at tað er ein trupul-
leiki og at vekja áhuga fyri
evninum, sigur hann.
Fyri í januar
Uppskotið er farið til hoyr-
ingar í landstýrinum og
væntandi verður tað lagt
fyri tingið til samtyktar í
januar.
– Eg havi fingið fleiri
munnligar fyrispurningar
um, nær hetta uppskotið fer
at koma. So tað eru fólk,
sum eru áhugað. Hinvegin
veit eg eisini, at tað eru
fleiri, sum als ikki halda
hetta vera neyðugt, sigur
Hans Pauli Strøm og leggur
dent á, at hetta er eitt upp-
skot, har allir tingmenn
standa fríir, og skulu at-
kvøða eftir egnari sann-
føring.
Uppleggið er sera varið,
júst tí, at meiningarnar um
evnið eru so sterkar og
ymiskar.
– Nevndin skal skipa fyri
tiltøkum, skeiðum, lýsing-
arátøkum, skapa áhuga og
seta fokus á skeivleikarnar,
sum eru. Men hetta fær
bara effekt um undirtøkan
er breið, og allir flokkarnir
stuðla
ætlanini,
leggur
Hans Pauli Strøm dent á.
Átakið verður tó ikki
heilt ókeypis.
– Enn er ikki greitt hvør
kostnaðurin verður og hvør
skal fíggja tað. Um løgting-
ið ikki heldur tað vera
neyðugt við eini slíkari
nevnd, verður uppskotið
ikki samtykt, og so verður
jú eingin kostnaður, sigur
landstýrismaðurin.
Verður tað hinvegin sam-
tykt, verður peningurin
funnin tá.
Um føroyingar hava
ynskt at sæð inn í
vakra Amtmanns-
garðin, hevur higartil
verið neyðugt at
klivið upp um garðin,
ella á annan hátt sníkt
seg inn fyri at njóta
avbera vakra garðin.
Men ríkisumboðið
ætlar nú at lata Amt-
mannsgarðin upp á
mentanatnáttini
komandi summar
MENTANARNÁTT
Eydna@sosialurin.fo
Nógv kjak hevur verið um
hvørt Amtmannsgarðurin
skal latast upp fyri almenn-
inginum ella ikki. Nógvir
føroyingar – og kanska
serliga havnarmenn, hava
hildið, at tað átti at verið
øllum møguligt at njóta
garðin.
Seinasta íkastið til kjakið
var í leygardagssosialinum,
tá komandi ríkisumboð
varð boðið vælkomið til
Føroya. Eisini var í greinini
ein áheitan á hann, um at
lata Amtmannsgarðin upp
fyri almenninginum.
Tí ynskir onkur at síggja
inn i garðin, sum er, er
antin neyðugt at klíva upp
um og sníkja seg innar, ella
at fáa eitt vindeygapláss á
restaurant Hafnia, hinu-
megin Àarvegin.
Núverandi ríkisumboðið
Birgit Kleis sigur nú í
einum skrivi, at afturhaldni
við at lata garðin upp ser-
liga kemst av, at ótti er fyri,
at garðurin verður illa við-
farin og misnýttur.
Víðari sigur hon, at talan
eisini er um ein garð, sum
er ramman um heimið hjá
eini familju. Tí hava ríkis-
umboðini verið so trek við
at lata garðin upp fyri al-
menninginum.
Onkuntíð
hevur verið ført fram, at
Amtmannsgarðurin átti at
verið latin føroysku mynd-
ugleikunum. Hetta sigur
Ríkisumboðið seg tó ikki
hava nakra viðmerking til.
Opið
mentanarnáttina
Í skrivi til Sosialin sigur
Birgit Kleis tó, at tað er
púra rætt, at garðurin er
framúr vakur, serliga í
summarmánaðunum. Og at
hon tí væl skilir, at fólk
ynskja at sleppa inn.
Hon sigur, at hon sjálv
var og vitjaði Boysengarð,
sum
eisini
vanliga
er
stongdur, seinasta summar,
tá mentanarnáttin varð hild-
in í Havn.
Boysengarður er eisini
fantastiska
vakur
um
summarið, um enn hann
ikki er eins stórur og Amt-
mannsgarðurin.
Seinast í skrivinum stað-
festir Ríkisumboðið tó tað,
sum okkum leingi hevur
longst eftir at hoyra. Amt-
mannsgarðurin letur upp.
– Næsta ár ætla vit at
fylgja við og hava Amt-
mannsgarðin opnan Ment-
anarnáttina – fyri at vísa
góðan vilja og møguliga
eisini eina varliga byrjan á
nýggjar tíðir.
Birgit Kleis veðrur í
starvinum sum ríkisumboð
inntil 1. august. Eftir hana
tekur Søren Christensen
við starvinum.
Amtmannsgarðurin letur upp
Á komandi summar-
mentanarnáttini verður
møguligt hjá almenninginum
at vitja inn í Amtmans-
garðin, sigur Birgit Kleis í
skrivi til Sosialin
– Í januar komandi ár kemur eitt uppskot fyri tingið, ið skal
fáa fleiri kvinnur uppí politikk. Átakið varð framt í Íslandi við
góðum úrslitum, sigur Hans Pauli Strøm
Tað
virkaði í
Íslandi
Siv Friðleifsdóttir var
forkvinna í nevndini, ið
skuldi fáa fleiri kvinnur
á ting í Íslandi.
Nevndin fór til verka
um heystið í 1995. Pro-
vokerandi
reklamur,
opnir politiskir fundir,
skeið, ráðstevnur, fald-
arar o.a. var úrslitið av
arbeiðnum hjá nevndini.
Eftir
átakið
vuksu
kvinnuligu umboðini í
Altinginum í tali úr 25%
í 1995 heilt upp til 35%
í 1998.
Siv Friðleifsdóttir
heldur tó, at tað týdn-
ingarmesta fyri at fáa
kvinnur í politikk er, at
flokkarnir sjálvir hava
viljan at sleppa kvinn-
unum framat.
Siv heldur, at alstórur
tørvur er á líknandi til-
tøkum í Føroyum, ser-
liga eftir seinasta val
Í Føroyum er kvinnu-
umboðanin á tingi bert
9%
Í Landsstýrinum er
kvinnuumboðanin 0%
.eys