Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 236 - 9. desember 2004 ES-sáttmálin rakar meint – Tað er harmiligt við stóru niðurskurðun- um í kvotunum. Nøgdirnar, sum vit hava fingið í okkara lut, kunnu ikki brúk- ast til nakað sum helst. Men var hjáveið- an, sum nú er við í sáttmálanum, loyvd í undanfarnu sáttmál- um, høvdu teir verið rímiliga góðir fyri ídn- aðarskipini, sigur Sør- in Svenning Danielsen FISKIVEIÐIAVTALA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sørin Svenning Danielsen, sum hevur ídnaðarskipið, Havørnina, sigur, at nýggi sáttmálin millum Føroyar og ES serliga fer at raka ídnaðarskipini. – Men eg haldi, at størsti trupulleikin hjá hesum skipum, eru okkara egnu myndugleikar, sum ikki vilja loyva okkum at gera íløgur í frægari skip, so- leiðis at vit kunnu fiska av svartkjaftakvotuni, sum vit eiga. Sjálvur hevur Sørin Svenning sitið í rættinum, tí Havørnin, sum hann er reiðari á, hevur verið løgd undir at hava havt ov nógva hjáveiði av sild. – Hjáveiðikvotan av sild hevur sambært landsins myndugleikum skula verið 0 (null), samstundis sum hópur av øðrum skipum á somu leiðum hava havt millum 15 og 20% av sild sum hjáveiði. Sørin Svennnig fegnast tó um, at norðsjóvarsild nú verður loyvd sum hjáveiða í nýggja sáttmálanum. – Somu embætismenn, sum sótu í rættinum og førdu fram, at føroysk skip ikki hava havt trupulleikar við hjáveiði í Norðsjónum, hava nú ásannað, at neyð- ugt er við hesi hjáveiði, um skipini skulu kunna gagn- nýta síni veiðirætindi ann- ars. Nú er tað knappliga vorðið so umráðandi, at føroysk skip skulu kunna hava eina ávísa hjáveiði av sild, sigur hann. Hann ásannar, at nýggi sáttmálin við nýggju hjá- veiðimøguleikunum er eitt framstig. – Sjálvandi er tað harmi- ligt við stóru niðurskurðun- um í kvotunum, tí nøgdir- nar, sum vit hava fingið í okkara lut, kunnu ikki brúkast til nakað sum helst. Men var hjáveiðan, sum nú er við í sáttmálanum, loyvd í undanfarnu sáttmálum, høvdu teir verið rímiliga góðir fyri ídnaðarskipini. Sørin Svenning vísir á tað, sum landsstýrismaður- in, Bjørn Kalsø, hevur sagt um, at ídnaðarskipini kort- ini fiska so lítið av summ- um av teimum fiskasløg- um, sum nú eru skerd. – Men hann kundi hósk- andi spurt seg, hví so hevur verið - og svarið er, at hesi fiskasløg kunnu ikki fisk- ast uttan eina ávísa hjá- veiði, leggur hann. Sørin Svenning Daniel- sen sigur, at ídnaðarskipini, sum verða hart rakt av niðurskurðunum í nýggja ES-sáttmálanum, eru Jeanne, Havhólm, Havørn- in, Petina og Atlantsfarið. – Hetta eru skipini, ið eiga rættindi sum ídnaðar- skip, sigur hann at enda. – Tá ið samráðingar- nar við ES vóru komnar undir land, og næstan bara døg- urðin var eftir, ringdi Bjarti Mohr eftir tveimum umboðum aftrat. Men tað var ikki mær, hann ringdi eftir, sigur Sørin Svenning, sum er vónsvikin av, at hann er hildin uttanfyri ÓGREIÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir samráðingarnar, sum verið hava millum Føroyar og ES um veiðirættindi, sum serliga hava gingið útyvir møguleikarnar hjá ídnaðarskipunum, hevur ivi tikið seg upp um, hvør for- maður í Felagnum Ídnaðar- skip er. Bjarti Mohr, reiðari, var við til samráðingarnar, men maðurin, sum móttekur postin hjá felagnum og hevur hildið seg verið virk- andi formann, Sørin Svenn- ing Danielsen, visti ikki av samráðingunum, fyrr enn tær vóru lidnar. Eftir at Sørin hevur út- talað seg í ÚF um hesi við- urskifti, hevur Bjarti hildið fast um, at hann er formell- ur formaður í felagnum. – Tá ið samráðingarnar vóru komnar undir land, og næstan bara døgurðin var eftir, ringir Bjarti eftir tveimum umboðum aftrat. Men tað var ikki mær, hann ringdi eftir, sigur Sørin Svenning, sum er vónsvik- in av, at hann er hildin utt- anfyri. Sørin Svenning hevur annars sitið í nevndini í fel- agnum seinastu 2-3 árini. Hann sigur, at fyri einum tveimum árum síðan var fundur í felagnum, har Bjarti Mohr varð valdur til formann. – Men felagið hevur ver- ið óvirkið, og ómøguligt var at fáa fatur á formann- inum. Tí varð kallað saman til nýggjan fund, har eg og fleiri við mær tóku tað, sum eg nú var nýggjur formaður í felagnum. Sørin Svenning sigur, at nú samráðingar skuldu vera við ES, hevur Føroya Reið- arafelag brúkt tað sam- bandið, sum teir hava havt, og tá hevur reiðarafelagið kallað Bjarta Mohr inn til samráðingar sum formann í Felagnum Ídnaðarskip. – Orsøkin til, at eg úttal- aði meg í ÚF, var, at limir í felagnum ikki kundu góð- taka, at Bjarti Mohr úttalaði seg sum formaður í felagn- um eftir samráðingarnar. Limirnir gjørdu vart við hetta hjá ÚF, og tí varð eg biðin um viðmerkingar til málið. Sørin Svenning ásannar, at Felgið Ídnaðarskip ikki hevur verið tað raskasta felagið til tey formellu tingini – á pappírinum, sum hann tekur til, og tí hevur hetta málið tikið seg upp. – Eg havi óteljandi ferðir roynt at fingið fatur á Bjarta Mohr, bæði um tele- fonina og við telduposti, men tað hevur ikki eydnast. Hann heldur ikki, at tað er nøkur meining í at keglast um hetta mál, men heldur, at neyðugt er at fáa hesi viðurskifti uppá pláss og fáa felagið at virka betur. – Nú samráðingar verða í Havn, 14. og 15. desember, um sínámillum fiskiveiði- rættindi við Noreg, havi eg fingið fundarboð frá Før- oya Reiðarafelag – og stutt herfyri var eg eisini á fundi við løgmann fyri Felagið Ídnaðarskip. Soleiðis, sum støðan hev- ur verið í Felagnum Ídnað- arskip hesi undanfarnu tvey árini, undrast hann rættiliga yvir, at hann ikki frætti um samráðingarnar við ES, fyrr enn tær vóru lidnar. – Bjarti Mohr veit væl, hvussu støðan í felagnum hevur verið, og tí undrar tað meg, at eg einki fekk at vita um hesar samráðingar, sig- ur Sørin Svenning Daniel- sen. Fiskiveiðusamráðing ar millum Føroyar og ES vóru í Havn 2. og 3. desember. Í stutt- um kann sigast, at partarnir samdust um at gera eina fiski- veiðiavtalu fyri 2005, sum er á einum lægri støði enn árini fram- manundan.Avtalan byggir á vánaligu støðuna hjá ávísum fiskastovnum.Avtal- an millum Føroyar og ES hevur annars verið á sama støði í fleiri ár FISKIVEIÐIAVTALA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í nýggju avtaluni fáa Før- oyar eitt nú kvotur av svartkjafti, ídnaðarfiski og makreli í ES-sjógvi og kvotur av rækju, lodnu og svartkalva í grønlendsk- um sjógvi. ES fiskar sum heild bert ein lítlan part av sín- um kvotum í føroyskum sjógvi. Av upsa og svart- kjafti verður um helvtin av teirra kvotu fiskað. Tey 500 tonsini av toski og hýsu, sum ES fær hjá okkum, verða fiskað. Kvotan av blálongu og longu undir einum, ið eisini fevnir um stinglaks og langasporl, verður eis- ini gagnnýtt um enn ikki til fulnar. Eftir samráðingarnar, ásannar Fiskimálaráðið, at stovnarnir av ídnaðarfiski í Norðsjónum – hvítings- bróður og nebbasild – eru sera illa fyri. Noreg og ES sum strandarlond hava tí tikið avgerð um ikki at fiska hvítingsbróður í 2005 og at skerja fiski- skapin eftir nebbasild nið- ur í at kalla onki. Tó at Føroyar í mong ár hava havt javnt stórar kvotur av ídnaðarfiski og rossa- makreli, hevur lítið verið fiskað av hesum kvotum, eitt nú tí, at fiskiskapurin eftir nebbasild hevur svik- ið. – Lodnustovnurin í grønlendskum sjógvi er eisini illa fyri. Tí hevur Grønland ikki lodnu at lata ES í komandi ári. Fiskimálaráðið sigur, at hesar umstøður gjørdu, at tað ikki var møguligt hjá ES at lata Føroyum kvot- ur av hesum fiska-sløgun- um í 2005. – Men um kanningar á vári 2005 vísa, at grundarlag er fyri fiski- skapi eftir nebba-sild í Norðsjónum, verður møguligt hjá Føroyum at fáa kvotu – ímóti, at ES fær veiðimøguleikar í før- oyskum sjógvi afturfyri. Føroyska kvotan av brislingi, sum annars hev- ur verið roknað upp í ídn- aðarkvotuna, hækkar úr 4.000 tonsum upp í 6.000 tons. Av hesum kunnu 1.200 tons verða norð- sjóvarsild sum hjáveiða. Føroyar hava framman- undan ikki havt kvotu av norðsjóvar-sild frá ES. Sum avleiðing av niður- skurðunum av føroysku kvotunum frá ES, eru botnfiskakvotur hjá ES í føroyskum eisini sjógvi skerdar. Fiskimálaráðið sigur, at kongafiska-kvotan hjá ES verður skerd úr 6.300 tonsum niður í 4.000 tons. Haraftrat verður kvotan av flatfiski og svartkalva skerd úr 1.000 tonsum niður í 600 tons, og henda kvotan fevnir nú ikki longur um svartkalva. – Føroyar, ES og Nor- egi hava sum strandarlond fyrr í heyst gjørt avtalu um at lækka heildarkvot- una av makreli í 2005 við 23% samanborið við 2004. Sum avleiðing av hesum eru kvoturnar í nýggju avtaluni millum Føroyar og ES minkaðar samsvarandi. Føroyar kunnu tó fram- haldandi fiska ein týðandi part av síni strandar- landa-kvotu í ES sjógvi. Við nýggju avtaluni, minka veiðimøguleikarnir hjá bæði Føroyum og ES við eini 2.700 tonsum, tá ið kvoturnar verða gjørd- ar upp í toskavirði, men sambært Fiskimálaráðn- um hava Føroyar fram- haldandi eina yvirvág í avtaluni upp á eini 13%. Í føroysku samráðingar- nevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri sum samráðingarleiðari, Ulla S. Wang, fulltrúi, Jens Helgi Toftum, fulltrúi, Martin Kruse, fulltrúi, Kaj P. Mortensen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Jákup Reinert, fiskifrøð- ingur, Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, Jákup Sól- stein, Bjarti Mohr, Niels Jacob Nielsen, Ólavur Jo- ensen, Atli Hansen, Jóhan Joensen, Petur H. Jacob- sen og Jógvan Norðbúð, allir umboðandi Føroya Reiðarafelag. Við vóru eisini Árni Olafsson, ráð- gevi í føroyskum málum í danska uttan-ríkis-ráðnum og Bo Aaborn frá Færø- ernes Kommando. Skerdir veiði- møguleikar í ES-sjógvi Felagið Ídnaðarskip: Ógreiða um formanssessin Atlantsfariá er eitt av ídnaáarskipunum, sum veráa meint rakt av niáurskuráinum eftir n?ggja sáttmálanum millum Føroyar og ES Mynd: Edvard Joensen