hósdagur 9. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2004
9
Nýggja Kirkjulundin
við Vesturkirkjuna er
ein fragd fyri eygað
og ein stoltleiki fyri
bæði kirkjuna og
býin. Og longu nú
hava bæði síl og vill-
dunnur leitað sær til
friðsæla blettin á
Frælsinum
KIRKJULUNDIN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Seinasta sunnudag varð ný-
gjørda lundin oman fyri
Vesturkirkjuna alment tikin
í nýtslu. Heri Joensen præ-
dikaði til gudstænastuna,
og aftaná varð bjóðað til
kaffi og køkur í kirkjukjall-
aranum, umframt at fólk
fingu høvi til at spáka ein
túr í lundini, sum hevur
fingið navnið Kirkjulundin.
Ongin ivi er um, at
nýggja Kirkjulundin longu
nú tænir tí endamáli, stig-
takarnir høvdu sett sær, tá
arbeiðið byrjaði, nevniliga
at fríðka og hugna um økið
framman fyri vøkru kirkj-
uni og harvið eisini um
hendan eyðsýniliga blett í
høvuðsstaðnum. Á økinum
hevur borið til at fáa bæði
hólm og hyl, og longu nú
hava bæði síl og villdunnur
leitað sær til lundina.
Liðavrik
Sjúrður Poulsen, kirkju-
ráðsformaður, greiðir frá, at
hugskotið til lundina byrj-
aði longu at spíra, tá Vestur-
kirkjan fekk ognarrættin til
økið í 1986. Tað gjørdist tó
skjótt greitt, at hetta kom at
verða eitt rættiliga umfat-
andi arbeiði, sum sjálvsagt
fór at kosta nakað av pen-
ingi. À hvør sín hátt hava
øll kirkjuráðini, sum hava
sitið hesa tíðina, gjørt sítt
til at savna inn pening, og
fyri einum ári síðani bar tað
umsíðir til at fara undir
arbeiðið. Sjúrður leggur
afturat, at Tórshavnar býráð
allatíðina hevur sýnt ætl-
anini stóran áhuga og hevur
stuðlað henni væl, bæði
moralskt og peningaliga.
Hóast hugskotið er gam-
alt, hevur tað í stóran mun
varðveitt sniðið, sum tásit-
andi kirkjuráð legði út við.
Og eftir at Marius Müller
frá teknisku deild hjá
Tórshavnar býráð kom við í
arbeiðið og gjørdi endaligu
tekningina lidna, var so at
siga klárt at fara í gongd.
Tað er Gunnar Waagstein,
sum hevur staðið fyri
byggiarbeiðnum,
meðan
Henning Thomsen hevur
staðið fyri snøggu grótlað-
ingini, og fólk frá Hjálpi-
rótini hava syrgt fyri, at
plantur og runnar seta sín
serliga dám á vøkru lund-
ina. Nógv onnur hava eisini
tikið eina hond í, og Sjúrð-
ur Poulsen leggur áherðslu
á, at nú arbeiðið stendur so
gott sum liðugt, er tað í
allar mátar talan um eitt
liðavrik. Samlaði kostnað-
urin á arbeiðinum liggur
undir 3 1/2 millión.
Rættará hvílir seg
Tá arbeiðið fór í gongd,
stúrdu summi fyri, at Rætt-
ará fór at verða gloymd í
øllum útgrevstrinum, men
so er ikki.
- Vit hava frá byrjan lagt
upp fyri, at Rættará skuldi
verða ein partur av lundini,
so tú kanst siga, at hylurin
er í veruleikanum Rættará,
sum bara hvílur seg eina
løtu, áðrenn hon rennur
víðari undir brúnni við
Landavegin, sigur Sjúrður.
Í hylinum eru eisini
gjørdir smáir fossar, og
longu nú síggjast síl og
villdunnur við ungum í hyl-
inum. Sunndagin var sum
vera man stúgvandi fult av
fólki komið at hyggja at
nýggju lundini, men ofta er
størst møguleiki fyri at
síggja
dunnurnar
um
kvøldarnar, tí tá er meir
friðarligt rundan um økið,
sigur Sjúrður.
Standmynd á veg
Nú Kirkjulundin er liðug,
dylur Sjúrður ikki yvir at
hann er ómetaliga væl
nøgdur við úrslitið. Og øll,
hann hevur tosað við, eru
samd um, at lundin er ein
fragd fyri eyga og ein
stoltleiki fyri allan býin og
ikki minst ein virðilig inn-
gongd til stórbæru kirkj-
una. Men ætlaninar hjá
kirkjuráðnum steðga ikki
her. Komandi ár verður
farið undir at fríðka meir
um økið niðan móti Fræls-
inum, og gongur alt eftir
ætlan, verður ein 3 metur
høg súla við eini stand-
mynd av Sigmundi Brest-
irsson reist á økinum um
eitt ár ella so. Tað er kendi
myndhøggarin Hans Pauli
Olsen, sum skal gera stand-
myndina, og sum skilst, er
listamaðurin so smátt farin
í gongd við arbeiðið.
Kirkjulundin:
Vøkur og friðsæl
Heri Joensen, prestur, prædikaði í Vesturkirkjuni sunnudagin. Eftir gudstænastuna varð Kirkjulundin alment tikin í nýtslu
Bergur Debes Joensen, prestur, heilsar upp á Johan Samuelsen, lærara, eftir gudstænastuna sunnudagin, tá Kirkjulundin alment
varð tikiní nýtslu