hósdagur 9. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 236 - 9. desember 2004
Kjaksendingin í SVF týskvøldið staðfesti einaferð afturat,
hvussu stutt vit eru komin á íbúðaøkinum. Og tað merkir, at
tú skal byggja ella keypa tær eini sethús og tað mugu vera
tvey um tað og lønin skal vera hampilig. Sum einsamallur,
og serliga um tú hevur børn, hevur tú ikki ein livandi kjans.
Uttan so at onkur kann spjaða til við nøkrum 100.000 krón-
um. Ella, at tú góðtekur at liva á hungursmarkinum. Tað
sama er sjálvandi galdandi fyri tey, sum ikki eru arbeiðsfør.
Soleiðis er støðan í dag!
Er hetta í samljóð hugsjónirnar um eitt vælferðarsamfelag?
– Hvat siga javnaðar- og tjóðveldisfólk? Tveir sosial-
demokratiskir flokkar, sum aðrastaðni hava slóðað fyri, at
vanlig fólk eisini fingu ein sømiligan bústað! Sjálvandi
grundað á hugburðin um, at heimið er kjarnin í familjuni
- í samfelagnum!!!
Flokkarnir kunnu ikki siga so nógv - utan at harmast.
Hinir flokkarnir verða ikki nevndir, tí teir vísa sum oftast
eina líkasælu, tá tað ræður um viðurskiftini hjá teimum,
sum eru minni væl fyri.
Men nú hómast ein bati - eftir at fleiri, serliga Húsaláns-
grunnurin, hevur víst á hesa støðuna og nýggjar møgu-
leikar í nógv ár. Og aftur er tað landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sum hevur
sett sær fyri, at nú skal nakað henda á hesum øki, so tær
ber til at byggja íbúðir uttan forðingar, og soleiðis, at
leigarar og húsaeigarar onkursvegna verða javnsettir.
At byggja hús ella eigaraíbúðir er eingin trupulleiki, tí
tann, sum byggir ella keypir, fær rentustuðul og harafturat
skal hann ella hon ikki gjalda meirvirðisgjald fyri
handverksarbeiðið. Øvugt er við tí, t.d. einum felagsskapi
ella einum stovni, sum ætlar at byggja leiguíbúðir. Tá fæst
ikki rentustuðul, mvg skal gjaldast fyri handverkið og
harafturat er inntøkan skattskyldug.
Tí eru eigarar og leigarar ikki javnsettir. Og mismunurin
verður upp aftur grefligari, tá hugsað verður um, at ein
húsaeigari kann byggja eini hús við eini kjallaraíbúð, og
fáa allar fyrimunirnar, men gevur neyvan leiguinntøkuna,
ella alla -inntøkuna, fyri íbúðina upp á sjálvuppgávuni.
Hetta hava fleiri landsstýrismenn, bæði í almanna- og
fíggjarmálum, fingið málað upp á veggin fleiri ferðir, men
meira er ikki hent. Og tó, eitt álit kom í fjør ella fyrraárið,
men tað segði ikki annað, enn tað, sum øll vistu framman-
undan og tilmælini vóru meira ella minni órealistisk.
Nú hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri, at nakað skal
henda, so tey, sum byggja leiguíbúðir fáa somu rættindini
sum húsa- ella leiguíbúðaeigarar. Sambært kjaksendingini
í SVF týskvøldið mátti hann ásanna, at tað gongur seinri
enn hann hevði roknað við frammanundan. Men fær hann
broytt lóggávuna her á landi og fær slóðað fyri, at tað ber
til at byggja leiguíbúðir, so hevur hann sett ein
marknastein á hesum øki, sum ein partur av Føroya fólki
fær gagn av.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nú hómast ein glotti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Urtagarðurin verður opin mentanarnáttina
Birgit Kleis
Under overskriften »Nye
ansigter - nye tider« bød
Sosialurin i lørdagsavisen
min
efterfølger
Søren
Christensen
velkommen
som ny rigsombudsmand
på Færøerne og takkede
samtidig mig for godt ar-
bejde. Jeg er naturligvis
glad for rosen, men vil også
gerne slå fast, at jeg bliver i
stillingen indtil den 1. aug-
ust, dvs. i mere end halv-
delen af 2005. Jeg vil sål-
edes i de kommende knap 8
måneder - og for den sags
skyld også i tiden derefter -
fortsat gøre mit bedste for
at bidrage til et godt sam-
arbejde mellem færøske og
danske myndigheder og en
positiv udvikling af for-
holdet mellem Færøerne og
Danmark.
Det, der nu får mig ud af
busken (bogstavelig talt) er
imidlertid omtalen af Rigs-
ombudets have og opfordr-
ingen til, at denne over-
drages til de færøske mynd-
igheder og/eller bliver gjort
tilgængelig for offentlig-
heden. Det er jo ikke første
gang, dette spørgsmål bliv-
er rejst, selv om det vist eft-
erhånden er et par år siden,
det sidst var fremme. Det
tilkommer ikke mig at tage
stilling til spørgsmålet om
en eventuel overdragelse af
haven. Derimod vil jeg
gerne indrømme, at op-
fordringen til at åbne haven
for offentligheden hidtil er
blevet mødt med nogen
tøven fra Rigsombudets
side. Det skyldes ikke alene
overvejelser om eventuelle
uhensigtsmæssige følger af
denne brug af haven, men
også den omstændighed, at
haven i det daglige danner
rammen om ikke blot en ar-
bejdsplads,
men
også
boligen for en familie.
Især i forårs- og sommer-
månederne er haven meget
smuk med en del planter,
som det ikke er sædvanligt
at se på Færøerne. Derfor
forstår jeg også godt ønsk-
erne om at få adgang til
haven. Der har i de senere
år i Tórshavn i starten af
juni måned været afholdt
en "kulturnat" med forskel-
lige kulturelle begivenhed-
er og åbent hus diverse
steder i byen. I år besøgte
jeg på denne aften haven
bag den gamle boghandel,
som jo ellers normalt ikke
er åben for offentligheden.
Til næste år vil vi følge trop
og holde Rigsombudets
have åben på kulturaftenen
- som et udtryk for god
vilje og måske også en for-
sigtig start på nye tider.
Erhard Jacobsen
Eg síggi, at onkur á Sosiali-
num hevur rættað í míni
grein:
Ikki apan, men
leyvan, og summastaðnis
sett orðið teologi í staðin
fyri orðið teleologi, sum eg
annars hevði skrivað.
Tað kann vera ringt at
gera mun á hesum báðum
hugtøkunum, men í grein-
ini hjá mær var munurin
avgerandi. Tá ið talan er um
teologi, meina vit heilt
einfalt við læruna um Guð
og trúnna á hann. Teleologi
gongur hinvegin meira út
uppá, at alt í heiminum er
stýrt av einum endamáli
ella ætlan. Hetta kann
møguliga vera rætt, men
trupulleikin er bara, hvør
av okkum skal ella kann
avgera, hvat evsta enda-
málið við øllum er. Sigur tú
teg vita, so trýrt tú, sigur tú
teg ikki vita, so kanst tú
trúgva kortini.
Orðini líkjast, men mun-
urin í míni verð er stórur.
Tað eru tískil ikki teolog-
isku,
men
teleologisku
argumentini,
sum
ofta
byggja á eina einfalda, dog-
matiska metafysik, sum
skjótt kunnu enda sum
fundamentalisma.
Lat meg leggja aftrat, at
hetta við ætlan og endamáli
ikki bara hevur við religión
at gera, men er meira ella
minni partur av øllum til-
veruforkláringum. Í ger-
andisdegnum er tað sjálv-
andi avgerandi, at tað vit
siga, uppliva og takast við
hevur (onkra) meining.
Rætting til grein:
Teleologi og ikki teologi