Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 9. desember 2004 11 Messell leypir fløguna um Føroyski tónleikarin Terji Messell er sum nakað nýtt farin at geva tónleik út á internetinum, og hetta fer helst at breiða seg næstu árini TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nýggi tónleikurin hjá úti- setanum Terja Messell verður bara givin út um- vegis heimasíðuna hjá honum, har tað ber til at taka sangirnar niður á telduna fyri eitt ávíst gjald. – Tað er fyri tað fyrsta nógv bíligari, bæði fyri meg og fyri keyparan at gera soleiðis. Eg spari pengar av, at ongin fløga skal prentast og kann tí- skil bjóða lurtaranum tónleikin nógv bíligari. Harumframt fer allur peningurin beinleiðis til tónleikaran - tað er ong- in millummaður, ið tekur størsta partin av kakuni, sigur Terji Messell. Hann heldur, at fløgan hevur ikki sama virðið nú, sum hon einaferð hevði. – Tey flestu ungfólk-ini hava nú ein MP3-spælara ella I-Pod og leggja ofta líka í at eiga tónleikin á fløgu, og tey tilkomnu eru eisini við at finna út av hesum. So man kann siga, at hettar er vegurin fram. Og so frætt eg veit, eri eg tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið gevur út tónleik sín á hendan hátt. Terj Messell hevur nógv seinnu árini búð í Nibe í Danmark, har hann fæst við tónleik – bæði sum undirvísari og sum tónleikari. Og so skrivar hann sangir, sum hann gevur út. – Eg skrivi um evni sum kærleika, sorg og annað, og eg dylji ikki, at alt, sum eg skrivi, er 100% autobigrafiskt. Og kanska taki eg evni upp, sum aðrir ikki tora – eg veit ikki, sigur hann. Messell hevur eisini spælt á nógvar konsertum niðri, og hann hevur havt ein bólk at spæla saman við. Nú er hann aftur farin at spæla einsamallur við kassagittar, sum hann eisini áður hevur gjørt. – Í løtuni eri eg við at leggja til rættis eina kon- sertferð fyri 2005. Ætlan- in er eisini at koma til Føroyar um tað ber til - hetta hevur ikki eydnast mær fyrr, so eg vóni, at tað fer at lukkast hesu ferð, sigur Messell. Teir etableraðu bólk- arnir og tey, sum ikki tíma at kappast um tónleik, fáa nú eisini ein kjans at sleppa fram at í besta sýnis- glugganum fyri før- oyskan tónleik – finaluni í Prix Føroy- um, sum nú verður til eitt størri og meira fjølbroytt tónleika- tiltak TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Atlantic Music Event. Tað er navnið á nýggja og stóra endatiltakinum í kappingini um Prix Før- oyar. Finalan í Prixnum verður nú bara ein partur av hesum nýggja tiltaki, og bólkar, sum ikki vilja vera við í Prix Føroyum, fáa nú ein møguleika at sleppa upp í part, tá ið hópin av útlend- ingum í tónleikavinnuni kemur til Føroya at for- vitnast til Atlantic Music Event. – Fremsta endamálið við Atlantic Music Event er at skapa eitt gott tónleika- tiltak. Finalan í Prix Før- oyum verður bara ein part- ur av hesum tiltaki, og bólkar, sum als ikki eru við í Prixnum, men sum hava ambitiónir, sleppa eisini á pallin at spæla, sigur Fróði Vestergaard, sum er sam- skipari av Prix Føroyum. Finalan verður Prix Føroyar 2005 verður skipað á tann hátt, at í mesta lagi 24 bólkar fara at kappast í fýra innleiðandi umførum í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði. Av hesum bólkum verða samanlagt átta bólkar valdir til hálvfinaluna, sum verð- ur hildin í Trongisvági. Har skulu bólkarnir kappast um trý finalupláss. Finalan verður síðani hildin sum partur av Atlantic Music Event, sum verður hildin í Norðurlandahúsnum í Havn. Umframt sjálva finaluna í Prixnum, verða eisini tríggjar heiðurslønir lætnar – til bestu fløgu síðani sein- asta Prix, til besta sangarar og bestu songkvinnu. Og so verða einir tríggir ella fýra bólkar afturat bidnir um at koma at spæla til Atlantic Music Event, har tað vænt- andi verða nógv útlendsk eygu og oyru til staðar. Hugsa um tey sum ikki vilja kappast Tað er ein stór broyting, at nakrir bólkar, sum ikki hava verið við í Prix Føroy- um, verða kallaðir inn til tiltakið, tá ið finalan verður hildin. – Vit gera hetta fyri at fáa ein nýggjan møguleika at vísa føroyskan tónleik fram. Hetta hevur einki at gera við, at vit ikki halda Prix-bólkarnar verða nóg góðar til spæla einsamallar, men tí vit viðurkenna, at tað eru bólkar, sum ikki hava hug at verða við í Prix Føroyum, men sum hava stórar ambitiónir fyri tað, sigur Fróði Vestergaard. – Tað eru tónleikarar og bólkar, sum ikki vilja kapp- ast um tónleik. Summir hava roynt tað áður og vilja ikki fara við aftur. Onnur eru komin víðari við sínum tónleiki, og tey hava alt at tapa við at vera við í Prix- num. Tí er tað rætt, at skapa hendan nýggja møguleikan fyri tey eisini. Vit fáa við hesum bæði eina góða tón- leikakapping og eisini eitt nýtt og spennandi tónleika- tiltak. Fróði Vestergaard heldur, at møguleikin er til staðar, at biða onkran bólk verða við til Atlantic Music Event, sum ikki megnaði at koma í Prix-finaluna, men sum er spennandi fyri tað. – Vit skulu minnast til, at Prix Føroyar-finalan verður bara ein partur av Atlantic Music Event, og tað, sum vit annars hava á skránni, skal verða við til at skapa eitt gott tónleikatiltak. Hvør skal velja bólkar? Tað verður ivaleyst stórur spenningur og nógv kjak um, hvørjir bólkar skulu bjóðast við til Atlantic Music Event, og tað verður ikki endaliga nøkur løtt uppgáva hjá fyrireikar- unum at velja bólkarnar. Ætlanin er, at triggir ella fýra bólkar verða bidnir, og ein av teimum verður vinn- arin av Prix Føroyum sein- ast, Gestir. – Vit hava eina nevnd fyri Prix Føroyar, sum er mannað við umboðum fyri Norðurlandahúsið, Útvarp- ið, Sjónvarpið og FUT, og tað verður hendan nevnd, sum í síðsta enda kemur at gera av, hvørjir bólkarnir í Atlantic Music Event verða. Men vit fara sjálv- andi at spyrja okkum fyri í tónleikalívinum og royna at finna fram til teir best egnaðu bólkarnar, sigur Fróði Vestergaard. Stúrir tú ikki fyri mis- nøgd, tá ið bólkarnir skulu veljast? – Vit hava tosað við fólk í tónleikaheiminum um broytingarnar, sum vit hava gjørt, og stemingurin er sera positivur. Vit fara at royna at finna góð umboð fyri føroyskan tónleik til Atlantic Music Event. – Tað er sera umráðandi, at Prix Føroyar kappingin verður broytt, og at hon støðugt mennir seg. Tað eru tey fólkini, sum vit hava tosað við í tónleikalívinum, eisini samd um, og tey taka undir við hesum broyting- unum, sum nú verða gjørd- ar, sigur Fróði Vestergaard. Tey etableraðu fáa ein kjans – Tað eru tónleikarar og bólkar, sum ikki vilja kappast um tónleik. Summir hava roynt tað áður og vilja ikki fara við aftur. Onnur eru komin víðari við sínum tónleiki, og tey hava alt at tapa við at vera við í Prixnum. Tí er tað rætt, at skapa hendan nýggja møguleikan fyri tey eisini. Vit fáa við hesum bæði eina góða tónleikakapping og eisini eitt nýtt og spennandi tónleikatiltak, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum og Atlantic Music Event Mynd: Jens Kr. Vang Atlantic Music Event Prix Føroyar kappingini endar við einum nýggjum tiltaki, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum. Sjálv finalan í Prix Føroy- um verður bert partur av hesum tiltaki. Til Atlantic Music Event skulu eisini aðrir bólkar spæla, og bæði føroyskir og útlendsk umboð fyri festivalar og spælistøð koma til tiltakið at velja sær bólkar. Sum nakað nýtt verða eisini tríggjar virðislønir lætnar til føroyskt tón- leikalív. Tær verða lætnar til bestu fløgu síðani sein- asta Prixið, til besta sang- aran og bestu songkvinn- una. Atlantic Music Event verð- ur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23. apríl, og ætlanin er, at bæði ÚF og SvF senda beinleiðis frá tiltakinum.