Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 236 - 9. desember 2004 Altjóða manna- rættindadagur TÍÐINDASKRIV Fríggjadagin 10. desemb- er er altjóða mannarætt- indadagur. Tá heitir Am- nesty International á fólk um at tendra eitt ljós í vindeyganum fyri teim- um, sum sita í fongsli or- sakað av teirra kyni, húð- arliti, trúgv ella politisku sannføring. Tað eru fólk, sum hvørki hava nýtt ella eggja til harðskap. Am- nesty rópar hesi fólk samvitskufangar. Amnesty heitir eisini á øll, sum hava hug, at senda eina heilsan - eitt kort ella eitt bræv - til nøkur av hesum fólkun- um, sum verða forfylgd ella sum skulu verða í fongsli um jólini og nýggjárið. Heilsurnar bera vón og eggjan í eini svárari tið. Men heilsurnar siga eisini myndugleikunum, at al- tjóða samfelagið hevur eyguni eftir teimum. Tað kann gagna málunum hjá fangunum og verja teir og familjur teirra móti fleiri álopum. Á heimasíðuni hjá Am- nesty DK eru upplýsingar um 22 fólk, sum heilsanir kunnu sendast til. Les meira á www.amnesty.dk/nytaars hilsen Týdningarmikið, áðrenn tú skrivar!!! Her eru nakrar reglur, sum skulu tryggja, at tú ikki av óvart kemur at skaða tey, tú sendur heilsu til. Tú mást ikki nýta Am- nesty kort, nevna Am- nesty í tíni heilsu, senda átrúnaðarligar ella polit- iska heilsur - ein stutt heilsa, har tú sýnir sam- kenslu og stuðul, er nóg mikið. Skriva navn og bústað á kortið og lat móttakar-an avgera, um tú skalt fáa svar. Skriva á enskum, sponskum ella fronskum. Merk brævbjálvan sum luftpost ”A-prioritare”. Brøv til Evropa kosta 7,50 kr., til onnur lond 10,00 kr. Send heilsanirnar fyri 31. januar 2005. Vinarliga send okkum eitt avrit, um tú fært svar av onkrum slag. Stuðul til Amnesty Enn er møguleiki at stuðla Amnesty við at keypa lutaseðlar. Seinasta freist er 8. desember.Tað ber eisini til at keypa Amnesty ljós á Torginum í SMS og í FK í Hoyvík 10. og 11. desember. Les meira á www.amnesty.fo Hósdagin 25. no- vember vórðu høv- uðsvinningarnir í Shell Helix Grand Prix 2004 kappingini funnir, og týsdagin 7. desember vórðu teir handaðir á skrivstov- uni hjá Føroya Shell á Viðarnesi Fyrsti vinningur, sum er ein ferð til Formel 1 í Evropa, vann Jan Nicla- sen, ið starvast hjá P/F D.B.Bilar og annar vinn- ingur, sum er ein ferð til Sturup Raceway í Svøríki, vann Jona Jensen, ið starvast hjá P/F Meinhardt Arge. Shell Helix Grand Prix 2004: Vinningarnir handaðir hjá Føroya Shell Derek Brockie frá DB Bilum tók ímóti heiðursskjalinum fyri Jan Niclasen, ið er burturstaddur, Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðari hjá Shell, og Jona Jensen sum vann 2. virðisløn Mynd: Jens Kristian Vang Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur. heima.olivant.fo/~eydgunn Nógv skriving hevur verið síðan seinasta býráðsfund, saklig og minni saklig. Farið her at gera við- merkingar til nakað av hesi skriving. Fíggjarstøðan hjá kommununi Ongantíð fyrr hevur fíggj- arstøðan hjá kommununi verið so góð, sum nú, tá ið vit taka alla myndina við bæði ogn og skuld. Valdu vit bert at gera vanligu íløgurnar á sama støði sum undanfarin ár, so var Klaksvíkar kommuna skuldarfrí um 4 ár. At býráðið samtykkir at geva eina heimild til, um neyð- ugt, at læna 10 milliónir er ein spurningur um likvidi- tet. Vit kundu haft lænt pening fyrr og ikki nýtt tøkan pening í fyrstu syftu, tað sum summi kallað meirnýtsla. Tøki peningur- in er millum annað nýttur til at fíggja verkætlanina undir Kráarbrekku, keyp av skrivstovubygningi hjá JFK og læknamiðstøðina. Men vit valdu at bíða við at læna millum annað fyri at spara rentuútreiðslur, og hevur hetta als onki við pening til at gjalda lønir við, sum summi vilja vera við, men er ein beinleiðis avleiðing av teimum útreiðslum ið eru avleiddar av norðoya- tunlinum. Sparingar í mun til hvat ? Tað sum fram er komið um sparingar á fíggjarætlanini er eisini langt frá veruleik- anum, ein fær tað fatan at kommunan nærmast má fremja hópuppsagnir. Nevndirnar hava í miðal skarvað 1,7 millión av hvør sínum øki, men í mun til tey ynskir ið komu inn til fíggjarætlanina fyri 2005. Ynskini frá stovnum, um- siting við meira kostaðu ein rakstur fyri 2005 á 85,4 mió, í mun til eina játtan á 73,8 mió í inniverandi ári. Ùtfrá hesum hava vit spart, ella skorið av aftur, so raksturin í 2005 verður á 78 mió. Raksturin fyri 2005 hevur í høvuðsheitum tað øking í mun til 2004 at hædd er tikin fyri lønar- vøkstrinum, øktum virk- semi innan barnaansingina, uppnormering á brand- støðini, ungdómshús og leigugjald fyri Kí-høllina. Skattahækking - til hvat ? Tað ljóðar í bløðunum, at skattahækkingin kemur sum ein bumba og at hon er hend í panikki. Øll ið hava fylgt við tjakinum og lisið millum annað tað ið hevur verið skrivað uppundir val- ið, hava fingið við, at skulu íløgurnar økjast fyri at menna Klaksvíkina so var spurningurin, skuldu vit velja at taka lán? hvussu nógv? skuldi skatturin hækkað nakað, so vit gjalda nakað av íløgunum so hvørt tær vera gjørdar ? ella skulu vit bara skjóta afturgjald- ingina av íløgunum fram- eftir til tey ið koma eftir okkum? Hesir spurningar hava allir verið almennt frammi í longri tíð. Lántøka: gitingar og veruleiki Nógv ymisk tøl hava verið frammi um hvat er neyðugt at læna og hvussu stór skuldin hjá Kommununi verður. Fyrst er at siga, at neyðugt er ikki at læna um vit bara útbyggja við van- ligari ferð og síggja burtur frá teimum avbjóðingum ið liggja fyri framman. At taka lán, er nakað ið ein velur at gera ella ikki at gera. Tað ið vit hava valt er, at læna pening til serligar verkætlannir ið mugu fram- skundast orsaka av fasta sambandinum. Í 2005 er lagt upp til, at læna 24 mió samstundis sum 10 mió verða goldnar í avdráttum á verandi skuld, tað vil siga ein nettolántøka á 14 mió. Samlaða skuldin í 2008, um henda ætlan verður fylgd, verður 94,9 mió og ikki 140 mió, sum onkur greinskrivari vil vera við! Velja avbjóðingina? Fráfarandi samgonga hev- ur, í sínum fíggjarlógar- uppskoti fyri 2005, valt at taka avbjóðingina upp fyri at seta ferð á menningina av Klaksvíkini. Hetta er orsøkin til at vit, umframt "vanligar" íløgur á góðar 26 mió, hava sett nakrar "serligar" verkætlannir á skránna ið kosta 22,5 milli- ónir. Hesar vera fíggjaðar partvís við lánið og partvís við eini skattahækking á 1,25%. Vit meta eisini at tað, í einum aldudali sum okkara búskapur nú er í, hevur stóran týdning at gera íløgur, ið kunnu viga upp ímóti eini niðurgongd í búskapinum. Íløgur á 48 mió skuldu sæst aftur í øktum virksemi í Klaksvík. Sjálvandi er tað tungt hjá húsarhaldunum at gjalda meira skatt, men havast má í huga, at henda skatta- øking ferð beinleiðis til serligar íløgur ið fara at síggjast aftur í býnum, og ikki til forbrúk og øking av rakstri. Eisini kann eg minna á, at tað var eitt samt býráð ið einmælt samtykti skattahækkingina og sam- stundis var ein hækking á 500 kr. Í barnafrádráttinum samtykt. Hvat fáa vit fyri peningin? Tá ið ein avgerð at nýta nógvan pening til íløgur, er avgerðandi hvat ein fær fyri peningin, kanska serliga tá ið bæði lán og skattahækk- ing skulu fíggja løgurnar. Her kann nevnast at tað kann gerast ein dýr søga bert at fíggja íløgur við láni, afturgjalding av skuld- ini frá lántøkuni í 80’unum kostar okkum í 2005 12,6 mió og svarar hetta til 2 skattaprosent. Íløgurnar ið ætlanin er at gera, fevna um øll økir í kommununi: útstykking, ídnaðarøki á Skarðhamri, Ánirnar, vatn og kloak, vegir, skúlarnar, barnagarð, miðbýin og badmintonhøll. Hvørjar av hesum íløgum skulu vit ikki gera? Hvørjar av hesum íløgum eru ikki átroðkandi? Sitandi sam- gonga hevur mett, at onki av hesum kann bíðja, men tað stendur einum komandi meiriluta frítt fyri at strika av ella gera broytingar á listanum, um hon vil tað. VIÐMERKINGAR Framhaldandi menning av Klaksvíkini?