Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 9. desember 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Í dag fyllir Ása Midjord í Fuglafirði 70 ár. Ása er fødd 9. desember 1934 í Leirvík, og er hon dóttir Sigurd Simonsen úr Sandavági, og Marthu fødd Joensen úr Leirvík. Ása er elst av 9 systkjum, og lærdi hon tí tíð- liga at taka ábyrgd og hava um- sorgan fyri øðrum. Pápi hennara, Sigurd hevur sagt frá í samrøðu, at longu tá ið Ása var 5 ára gomul, leit hann á hana at senda hana ørindi fyri seg. Hon vaks upp, sum barn í teimum fátæku tríatiárunum og teimum sváru krígsárunum, 1940- 45 har pápi hennara sigldi øll krígsárini. Blaðung fekk hon starv sum servitrisa á Hotel Hafnia, ið Christ- ian Dahl Restorff stovnaði í 1951. Christian Dahl Restorff helt nógv av Ásu, og gav hann henni tað álit at verða bestýrari á Hotel Hafnia tær ferðirnar hann var burturstaddur í forrætningsørindum. Hon gavst í hesum starvi tá hon bleiv gift við Peturi Midjord úr Fuglafirði. Petur er sonur Rikku og Gordon Midjord úr Fuglafirði. Ása og Petur giftust 21. juni 1958. Tey eiga børnini Ann, Birgith og Gord- on Martin. Ann er gift við Poul Jacob Mohr úr Fuglafirði, og eru tey búsett í Fuglafirði. Birgith er gift við Krisjan Christiansen úr Havn, og búgva tey á Argjum. Gordon Martin er giftur við Davis Joensen úr Klaksvík, og búgva tey eisini í Fuglafirði. Ása og Petur eiga 7 barnabørn. Ása hevur verið nærløgd og arbeiðssom alla sína tíð, og eitt langt skifti rak hon handil í Fuglafirði. Fyrst kolonialhandil og síðani eina gávubúð, ið nevndist "Anbigo", uppkallað eftir børnun- um. Síðstu nógvu árini hevur hon tikið mangt takið á skrivstovuni hjá P/F "Sandgrevstri", sum hon hevur rikið saman við manninum og son- inum. Ása er tiltikin gávumild, og eru vit mong, ið við takksemi hava kent fløvan frá hennara gávumildu hond- um. Hon hevur eisini verið trúføst ímóti sínum nærmastu, og síðani Martha og Sigurd fóru heim til Harran hevur Ása verið tann savn- andi megin í familjuni. Hon fylgir væl við í tí, sum systkini og bróðir- og systurbørnini takast við, og er altíð til reiðar við einum góðum orði ella einari áminning. Vit tíni nærmastu heilsa tær Ása, og takka tær fyri títt trúfesti og gávumildni, og ynska vit tær og Peturi eitt blítt og gott lívskvøld við Harrans ríku signing. Hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum! Familja og vinir Leiðslan á Føroya Handils- skúla og Tekniska Skúla í Tórshavn hava sett Thomas Magnussen í starv sum leiðara á Skeiðsdeplinum. Thomas Magnussen er 42 ár og er útbúgvin løg- frøðingur. Hann hevur seinastu árini starvast í Fíggjarmálaráðnum, sum deildarstjóri á Lønardeild- ini. Harafturat hevur hann starvast sum fulltrúi á landsskrivstovuni frá 1994- 1997, og varð fyribilssettur stjóri á Strandfaraskipum Landsins frá 1992-1994. Thomas Magnussen hev- ur annars royndir sum skeiðhaldari á Skeiðsdepl- inum. Tað er ikki endaliga av- gjørt, nær Thomas Magn- ussen byrjar í starvinum, men tað verður helst í februar 2005. TÍÐINDASKRIV Hósdagin 9. desember fer Sangbólkurin SALT til Skotlands. Tey eru boðin at syngja við á eini jólakon- sert í Motherwell, sum liggur nakað sunnan fyri Glasgow. Konsertin verður hildin í Motherwell Civic Centre leygardagin 11. december kl. 19.00 og verður í tveim- um pørtum. Í fyrru helvt framførir hvør bólkur einar 4 sangir í part, síðani verð- ur ein steðgur í 20 minuttir. Aftaná steðgin framføra tey so aftur einar 4 sangir í part. Umframt SALT luttaka The Gospel Heirs, manstrio úr Glasgow, Crystal Clear, kvinnutrio úr Glasgow og Jane Gallan, solosanga rinna. Eins og S A L T hava hesi eisini luttikið á Gospel Music Convention í Fraser- burgh í Skotlandi. Konsertin eitur The 6th Annual Christmas Greet- ings Concert og tað er Crystal Clear sum hevur boðið SALT at syngja við á hesi konsertini. Heimasíðan hjá SALT er www. salt.fo Dagurin 9. desember. Rólvur. Teir vita einki halgimenni at navni Rólvur ella Rudolf. Komið upp í álmanakkan í 1727. Navnið er týskt, sett saman av hrodr, ið merkir heiður og wulf, ið merkir úlvur. Thomas Magnussen, Tórshavn: Leiðari á Skeiðsdeplinum Ása Midjord 70 ár Sangbólkurin SALT til Skotlands Hósdagin 9. desember fer Sangbólkurin SALT til Skotlands. Tey eru boðin at syngja við á eini jólakonsert í Motherwell, sum liggur nakað sunnan fyri Glasgow Torfinn Nón, Fuglafjørður: Tvey 13 tøl til próvtøkuna sum byggifrøðingur Mikudagin 8. desember 2004 fekk Torfinn Nón, Fuglafjørður, handað prógv sum byggifrøðingur á Byggeteknisk Højskole í Haslev. Til próvtøkuna gjørdi hann seruppgávu um aku- stikk í konsersalum, og høvuðsuppgávan var at seta eina hædd oman á ein íbúðarbygning. Fyri hesar báðar uppgávurnar fekk Torfinn tvey 13-tøl, sum ikki er heilt vanligt. Torfinn er 33 ára gamal og útbúgvin snikkari, hann er sonur Jonnu, f. Højgaard úr Rituvík, og Jim Nón í Fuglafirði. Á sumri 2000 tók Tor- finn prógv sum byggitekn- ikari á Byggeteknisk Høj- skole í Horsens. Síðan arbeiddi hann sum timburmaður í Føroyum, til hann byrjaði aftur á skúl- anum í Haslev januar 2003.