hósdagur 9. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 • hósdagur • 9. desember 2004 • 78. árg.
Við fimm stjørnum í
EuroNCAP trygdar-
testunum og ESP,
antispinn og seks
airbag sum standard,
er Renault Modus væl
fyri í kappingini í
sínum klassa, sum ein
rúmligur og praktisk-
ur bilur
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Renault hevur sum mál at
tryggja øll í bilinum maksi-
malt, líkamikið um tey sita
framman ella aftan í bilin-
um, ella um tey sita í einum
stórum ella lítlum Renault
bili.
Modus er tann sjeyndi
Renault á rað, sum hevur
fingið fimm stjørnur í
europeisku
EuroNCAP
trygdartestunum. Bilurin
hevur t.d. antispinn, seks
airbag (inkl. gardinairbag).
Modus er faktiskt ein
mini-MPV - sum ein Re-
nault Scénic í eini minni
útgávu. Í mun til støddina
er Modus ein rúmligur og
praktiskur bilur. At aksil-
frástøðan er stór í mun til
støddina á bilinum, gevur
gott beinpláss í kabinuni.
Eisini er høgt til loftið og
útsýnið hjá bilføraranum er
gott.
Modus hevur smart de-
sign og eyðkendar franskar
koyrieginleikar.
Baksetrið kann flytast 17
cm aftur og fram, soleiðis
at til ber at velja, um ein vil
hava gott pláss við baksetr-
ið ella stórt viðførisrúm,
sum kann broytast frá 198
til 274 litrar, alt eftir hvussu
baksetrið er stillað
Authentique,
Authentique Comfort
og Dynamique
Modus fæst við trimum
bensinmotorum: 1,2 litur
við 75 hk, 1,4 litur við 98
hk, og 1,6 litur við 115 hk,
og tveimum 1,5 litur com-
monrail dieselmotorum við
ávikavist 65 og 80 hk.
Hvat útgerð viðvíkur fæst
Modus í utgávunum: Au-
thentique,
Authentique
Comfort og Dynamique
Standard útgerð í Au-
thentique
er
el-rútar
framman,
infosentur,
TripTic baksetur, el-servo-
stýring, hiti í setrum, radio
við CD-spælara og fjarstýr-
ing frá róðri, kopphaldara,
fjarstýrt
sentrallás,
goymslurúm í dúrkinum
framman. Øskubikar um
tað ynskist.
Afturat
hesum
hevur
Authentique Comfort:
hæddarstilling av førara-
setri, fartpilot, el-rútar við
autofunktión,
lesilampu
framman og el-síðuspegl.
Best útgjørdur er Dyna-
mique við t.d. aircondition
við køling av handskarúmi,
uttandura hitamátara, el-
síðuspeglum við hita, satin-
hurðahondtøk, leðurróður
og leðurgearknøtt, sólgar-
dinur í síðu og bakrúti.
Motorurin
1,2 litur 16V bensin 75 hk
0-100 km/t
13,5 sek
Bensinnýtsla
16,7 km/l
Dekkstødd
165/65-15
Stødd og vekt
Longd
379,0 cm
Breidd
171,0 cm
Hædd
159,0 cm
Eginvekt
1.125 kg
Viðførisrúm
198-274 litrar
Prísur
kr. 188.800
(metallakk + kr. 3.500,-)
(introduktiónsprísur) kr. 159.000,-
Søluumboð
Sp/f VR Bilar
Hoyvíksvegur 61
FO-100 Tórshavn
Tel. 322110
Renault Modus 1,2 Authentique:
Tryggur og praktiskur mini-MPV
Renault Modus 1,2 Authentique
Renault Modus er ein mini-MPV, har høgt til loftið og útsýnið hjá bilføraranum er gott
Modus hevur smart design og eyðkendar franskar koyrieginleikar
Innan líkist Modus
nógv tí størra Renault
Scénic við instrument-
unum í miðjuni á
instrumentborðinum
Sum eyka-
útgerð fæst
Modus við
tvídeildari
lúku í bak-
lúkuni til at
leggja smálutir
í viðførisrúmið