hósdagur 9. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2004
15
Ford-verksmiðjan
setur stór krøv til
sínar forhandlarar í
dag. Tænastustøðið
skal vera høgt, og
bilverkstøðini skulu
hava nýggjastu og
mest framkomnu
útgerðina. Hjá P/F
Wenzel hava teir nú
fingið nýggja fram-
komna sporiútgerð
BILVERKSTAÐUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilverkstaðurin hjá P/F
Wenzel hevur fingið nýggja
útgerð til 4-hjóls útmáting
av bilum. Talan er um
sporitól av italska merkin-
um RAV við infrareyðum
8-sensors CCD tøkni til
útmáting millum øll fýra
hjólini og einum databanka
við 9.500 ymiskum bilmo-
dellum.
Umframt 4-hjólsút-mát-
ing ber til at máta skeiv-
leikar í akslum og í chassis-
rammuni. RAV-sporitólið
hevur automatiskt spoil-
araprogram og er einkult og
brúkaravinarligt.
Anthonius
Dalsgaard,
verkførari hjá P/F Wenzel,
sigur, at tað er eitt krav frá
Ford, at teir hava slík fram-
komin útmátingartól.
Í samband við nýggju út-
gerðina hava bilsmiðirnir
fingið serundirvísing frá
Eiriki Simonsen, lærara á
bildeildini á Tekniska Skúl-
anum. Hann hevur givið
teimum eina holla grund-
undirvísing í hvat ið ein 4-
hjólsútmáting í veruleikan-
um er, og hvat sporing snýr
seg um.
Anthonius heldur, at tað
er ein góð íløga at spora
bilin einaferð um árið.
Kostnaðurin er 625,- krón-
ur, ið er umleið helvtin av
hvat eitt dekk kostar at
keypa. Við tað at bilurin er
rætt sporaður, halda dekk-
ini munandi longri.
Ein av bilsmiðjunum
hjá P/F Wenzel, Ragn-
vald Joensen, var
millum 10 teir bestu
og kom í finaluna í
Autoteam-kappingini
hjá Ford, ið gekk fyri
seg hjá Ford Motor
Co. í Keypmannahavn
BILVERKSTAÐUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Autoteam er eitt blað, sum
kemur út 4 ferðir um árið
og verður sent til allar Ford
forhandlarar
í
Evropa.
Blaðið verður sent persón-
liga til bilsmiðir, plátu-
smiðir, verkførarar, kunda-
móttøku og starvsfólk á
eykalutagoymslum.
Endamálið við Autoteam
er, at starvsfólkini sjálvi
læra at brúka t.d. tekniskar
bøkur
og
vegleiðingar,
hetta fyri at tey skulu læra
at arbeiða sjálvstøðugt. Tey
hava møguleika at lesa seg
til fakliga og tekniska vitan
um Ford-produktið og dag-
føra seg við øllum tí nýggj-
asta, sum er komið á mark-
naðin.
Við Autoteam blaðnum
fylgir eitt spurnarblað, har
tey skulu svara ymsum
spurningum. Fyri at kunna
svara spurningunum mugu
tey hava lisið tað, sum
stendur í Autoteam bløðum
og eisini við at leita í
øðrum Ford tilfari.
Við at svara spurnarbløð-
unum og senda tey inn, lut-
taka starvsfólkini sam-
stundis í Autoteam kapp-
ingini, har tey sum klára
seg best vinna eina ferð til
Ford Motor Co. í Keyp-
mannahavn.
Ragnvald Joensen kom í finaluna
Ragnvald Joensen var
millum 10 teir bestu og kom
í finaluna í Autoteam-
kappingini hjá Ford
Poul Jóhan Dahl, við nýggju RAV-sporiútgerðini hjá P/F Wenzel, og Anthonius Dalsgaard, verkførari
P/F Wenzel:
Ford-verksmiðjan setur krøv
Passat best
umtóktur
VW Passat er best
umtókti tænastubilur í
Týsklandi, framman
fyri Audi A4 og VW
Golf Variant. Mest
nýtti motorurin er 1,9
TDI við 130 hk
Kelda: Motor Magasinet
X5 nógv
stolin
BMW hava betrað lás-
ini og tjóvarískipanini
í X5, sum er ein av
mest stolnu bilum í
Suður- og Miðevropa.
Í roynd og veru blívur
30. hvør BMW X5
stolin
Kelda: Motor Magasinet
Suzuki
vann í
JWRC
Í Spanien vann Suzuki
sítt fyrsta heimsmeist-
araskap í Junior World
Rally Championship
(JWRC), við at vinna
fimm út av sjey fyrsta-
plássum. Vinnarin var
sviin
Per-Gunnars
Andersson í einum Su-
zuki Ignis
Kelda: Motor Magasinet