Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 8-10/08 SUMMAR FESTIVALURIN 2019 Rasmus Seebach er helst størsta popp­navnið í kongaríkinum. Hann fekk gjøgnumbrot við sanginum »Engel« í 2009, og síðani hevur hann skrivað eitt hitt fyri og annað eftir – sangir sum »Olivia«, »Lidt i fem«, »Natteravn«, »I mine øjne«, »Glad igen« og »Nangijala« bara fyri at nevna nakrar. Rasmus Seebach er tann fólka­ SEEBACH VIÐ STÓRA SHOWINUM Hittkongurin kemur á Vágsbø við tí stóra showinum og spælir ársins poppkonsert í Føroyum Niclas Heri og hansara menn fara at framføra Dynamit hitt fríggjakvøldið Nú verður aftur møguleiki at upp­ liva sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Á, lat meg vera«, »Til allar kvinn­ ur« og »Bangin« fyri fullum út­ blástri á Vágsbø. Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað nógv av stóru hitt­ un­um hjá Dynamit, verður á odda fyri bólkinum, teir nú kalla Dyna­ mit Perlur. Í bólkinum spæla eisini Henn­ing Nicodemussen, John Johan­sen, Mikkjal Hvannastein og Magni Husgaard. Dynamit hevur givið áhoyrar­un­ um á Summar Festivalium nakrar av bestu løtunum á festivalinum gjøgn­um árini, og nú fara Dynamit Perlur at rokka og rulla teir kendu Dyna­mit sangirnar á Vágsbø. Hetta verður við vissu ein av festligastu løtun­um í føroyska summarinum. DYNAMIT PERLUR Á VÁGSBØ Hamradun hevði eina framúrskarandi framførslu á Summar Festivalinum í fjør. Formurin hjá rockandi bólkinum er framvegis í toppi, og tí eru allar góðar orsøkir at gleða seg Í eini 20 ár hevur tvøramaður, Pól Arni Holm, verið okkara fremsti tulkari av føroyskum kvæðum og tættum. Fyrstu árini sum forsangari í Týr, og seinnu árini hevur hann verið frontmaðurin í Hamra­duni, har hann saman við fram­úr góðum tónleikarunum aft­ur og aftur hevur prógvað sítt eina­stand­ andi evni sum story­teller og rock­sangari. Hetta hevur givið mentanar­ arvi okkara innan kvæði og tættir eitt heilt nýtt lív, og løg sum eitt nú Sinklars vísa, Tað er ein stutt og stokkut løta og Sneppan hava aftur og aft­ur bergtikið áhoyraran, tá kraft­ miklu framførslurnar eru á palli­ num. Hamradun blandar fólka­ tónleik og kvæði við munadygt gittar­spæl og sevjumikið rock­ stev, og á odda fyri bólkin er mergjaði sangarin Pól Arni Holm. Hamradun hevur javnan spælt til tiltøk kring landið, og tað tykist ikki vera nakar ivi um, at formurin er í toppi, nú teir gera seg út til at framføra á ársins Summar Festivali. Hamradun sum bólkur varð stovn­aður í 2015 Umframt Pól Arna manna Uni Debess (gittar), John Áki Egholm (gittar/sang), Finn­ur Hansen (ljómborð), Heri Reynheim (bass) og Rani Hammes­haimb Christiansen (trummur) bólkin. KANN BARA VERÐA GOTT