Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8-10/08 SUMMAR FESTIVALURIN 2019 7 kæri poppsangarin, sum er framúr á pallinum, hann har hann spælir saman við sínum stóra og væl spæl­andi bólki. Tónleikurin er tíðar­leysur og fangandi poppur, sum fólki í øllum aldri dámar. Rasmus Seebach spældi á Summ­ar Festivalinum í 2011, og tað er framvegis ein av bestu kon­ sert­unum, sum hevur verið á festi­ valinum. Síðani hevur Seebach givið fimm útgávur út, og nú er hann til reið­ar at koma aftur til Føroya at spæla konsert. Tað verður sjálvsagt á landsins størsta palli á Vágsbø. Stórt show Tá ið Rasmus Seebach spældi á Summar Festivalinum í 2011, vænt­aðu fólk ikki tað stóra, og tí nógv vóru bilsin av, at Seebach dugdi so væl á palli, sang so væl og hevði eitt so flott show. Ras­mus Seebach er ikki bara ein til­vild­ar­ ligur poppsangari, hann er sang­ skrivari, sangari og ja, ein stjørna. Tað hevur eisini víst seg síðan. Hann hevur havt eitt hitt fyri og ann­að eftir og savnar sera nógv fólk til sínar konsertir. –  Seinnu árini hava vit javnan tos­að saman, og Rasmus Seebach vildi sera fegin aftur til Føroya at spæla. Nú bar til hjá báðum pørtum at gera eina avtalu um framførslu. Tað eru vit sera fegin um, tí Ras­ mus Seebach er eitt av størstu popp­nøvnunum á okkara leiðum og passar sera væl til Summar Festi­ valin, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum. Rasmus Seebach ger nógv burt­ ur úr framførsluni á Vágsbø. Hann tekur ta stóru uppsetingina við sær til Føroya, og tað merkir, at ein bingja komin til landið við útgerð, sum skal brúkast á pallinum fríggja­kvøldið. Er tað ein konsert, tú skalt upp­ liva í Føroyum í summer, tað kon­ sert­in við Rasmus Seebach á Vágs­ bø fríggjakvøldið. Svenski vísusangarin Elona Plan­ man hevur seinastu árini ferð­ ast nógv at spæla konserti. Kon kallar sína konsertferð »Evig­ hets­tur­néen« og hevur okkurt ár ferðast mest sum uttan íhald kring norðurlond. Elona syngur sterkar sangir við lív­s­játtandi og viðkomandi tekst­ um. Hon spælir gittar og munn­ harmonikku, og hon er nær­verandi og hugtakandi á palli.  Elena syngur um lívið og lívs­ førslu, og hon er partur av nýggj­um ættarliði, sum hevur verið við til at endurnýggjua norður­lendsk­ar vísur. Elena hevur givið tón­leik út, men er serliga kend sum ein ferða vísu­ sangari. Nú er hon komin til Før­oya at spæla fyri fyrstu ferð. VÍSUSANGARI Á ÆVIGARI FERÐ Lea Kampmann hevur tey bæði seinastu árini víst, at hon avgjørt telist millum mest spennandi føroysku tónleikanøvnini. Lea er uppvaksin í Danmark, og barna- og ungdómsárini vóru merkt at tónleiki. Henni hevur altíð dámt at skrivað og fram­ ført tónleik, og tá hon sum 18 ára gomul flutti til Føroya, kom enn meira ferð á hendan hugin. Í 2017 sendi hon staklagið “Water” í umferð, og alt fyri eitt fekk lagið framúr góða mót­ tøku. Seinni hevur hon eisini sent EP’ina “Common Blue” á marknaðin, og bæði um­mælar­ ar og lurtarar hava rós hesi út­ gávuni sera nógv. Hóast sín unga aldur, so hevur Lea longu vunnið eina FMA virðisløn, og eingin sum helst ivi tykist vera um, at vit her hava eitt tað mest spenn­ andi talentið á føroyskum tón­ leika­pallum yvirhøvur. SERA SPENNANDI SONGKVINNA Hóast sín unga aldur hevur Lea Kampmann longu prógvað seg sum eitt hitt mest skínandi talentið á føroyska tonleikapallinum