týsdagur 6. august 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
8-10/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2019
Eitt av heilt stóru ensku nøvnunum
í 70’unum og 80’unum var Smokie.
Bólkurin, sum gjørdi um seg við
væl svingandi bleytum rocki, hevði
hópin av dansihittum, og fram
førslurnar vóru altíð lívligar og
fevnandi.
Forsangari fyrstu nógvu árini var
Chris Norman, og tað er hann, sum
eigur eyðkendu røddina á mongu
hittunum hjá Smokie í sjeyti árun
um – eitt nú »Living Next Door to
Alice«, »Mexican Girl«, »Needles
and Pins« og »Lay Back In the Arms
of Someone«. Chris Norman var
eisini við at skriva nógvar sangir hjá
Smokie. Tí var talan eisini um lítlan
skelk, tá væl dámdi fronmaðurin
valdi at takka fyri seg.
Fyrst og fremst segði Norman,
at tað var longsulin eftir familjuni
og æviga strembanin eftir nýggjum
og størri pallum til framførslurnar.
Hann steðgaði tó á ongan hátt
við tónleikinum. Meðan hann fram
vegis var partur av Smokie, royndi
hann seg í eini duett saman við Suzi
Quatro, og lagið ”Stumblin’ in”,
vann seg upp sum nummar fýra á
Billboard, og meira enn ein millión
eintøk av stakfløguni fóru um
handilsdiskarnar kring allan heim.
Í 1986 trein Chris Nroman so
á pall sum einstaklingur, og alt
fyri eitt gjørdist talan um rimmar
hitt. ”Midnight Lady” var sera væl
umtókt kring alt Europa, og á
Týsklandi var lagið ovast á tóna
tindunum í seks vikur. Onnur væl
dámd løg, sum Normann einsa
mallur hevur staðið fyri, eru ”Some
Hearts Are Diamonds”, ”No Arms
Can Ever Hold You” og ”Broken
Heroes”. Eisini vann hann í 1994
heiðurin sum ársins Video-stjørna
hjá CMT Europe.
Í 2004 var hann partur av so
nevnda Comeback Show, har hann
saman við C.C. Catch framførdi
”Stumblin’ In”. Her vann Normann
seg allan vegin til finaluna, og
mín sann, um hann ikki framførdi
saman við gomlu kenningunum úr
Smokie í finaluni.
Chris Norman hevur síðani út
givið meira enn 20 soloútgávur.
Hann er kendur sum dugnaligur
sangari, og hann er framvegis í
sera góðum formi. Í vár gav hann
út uppsamlingina ”Chris Norman
Definitive Collection – Smokie and
Solo Years”, og tað er eingin ivi um,
at tað verður júst hetta, sum verður
á skránni á Vágsbøi. Tað besta frá
báðum tíðarskeiðum, um so kann
sigast, og so er lítil ivi um, at talan
her verður um ársins bygdaball á
Vágsbøi.
Har hava føroyingar áður havt
møguleika at lurta eftir Smokie,
men tá var tað uttan Chris Norman.
Nú fáa føroyingar fyri fyrstu ferð
høvi at uppliva hann á palli í Før
oyum.
Seinna partin av 1980’unum var
gospelrockbólkurin Samsint virkin
á føroyska tónleikapallinum, og í
desember 1989 góvu teir fløgu
út. Sangirnir á hesari útgávu vóru
sera væl móttiknir og nógv spæld
ir – eitt nú «Vit vóru orsøk« og
»Eg veit frelsari mín livir«.
Nú 30 ár eru liðin síðani ein
astu útgávuna hjá bólkinum,
savnast teir aftur til serstaka
framførslu, sum verður á Summar
Festivalinum í august.
– Eg havi onkuntíð roynt at fingið
bólkin saman aftur, og nú lukkaðist
tað. Tað er gott høvi, at tað eru liðin
30 ár síðani útgávuna hjá okkum.
Vit eru sera spentir at fara á pallin
aftur, sigur Herálvur Jensen, sum er
ein av tónleikarunum í bólkinum.
Allir fimm upprunaligu tón
leikararnir í Samsint verða við til
framførsluna á Summar Festivali
num. Teir eru Heine Lützen, Jan
Zachariassen, Herálvur Jensen,
Andrew Jensen og Jónsvein Heine
sen.
SAMSINT GER COMEBACK
Gospelbólkurin, sum spældi rock í 80’unum, fer nú aftur á pall
KLÁRT TIL RIMMAR BYGDARBALL
Við hópin av vælsvingandi løgum setti Chris Norman
sín stóra dám á dansigólvini kring allan heim.
Eingin ivi tykist vera um, at vit her hava garantin
fyri einum ordans bygdaballi á Vágsbøi