týsdagur 6. august 2019síða 40
Tekstur á síðuni
18
8-10/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2019
Vágbingurin Ingi Poulsen hevur við
sínum fangandi sangum og eyð
kenda suðuroyarmáli sungið seg út
millum føroyingar.
Sangurin »Tann fittasta« gjørd
ist risahitt, og síðani hevur hann
eisini hittað við sangunum »Tá ið
eg síggi teg« og »Einsemi«, sum
hann framførir saman við Danny
Baldursson, ið hann hevur spælt
nógv saman við seinastu tíðina. Nú
er Ingi aktuellur við summarhitti
num »Kostbar«.
Royndi poppsangarin, sum bæði
er kendur sum solistur og sangari í
Frændum, skrivar og syngur fram
vegis viðkomandi og fangandi tón
leik, og tað hevur hann gjørt, síðani
hann var tannáringur.
Millum kendu sangirnar, sum
Eyðun Nolsøe hevur skrivað, kunnu
nevnast »Mítt Land«, »Dansa«,
»Á um vit«, »Brot og vandasker«,
»Hvønn dag« og »Tað er løtan«.
Eyðun Nolsøe hevur javnan
spælt á Summar Festivalinum, og í
ár spælir hann sum solistur á Torgi
num.
Beinir er nýggjur poppbólkur, ið
varð stovnaður í 2018. Beinir
Troest Rasmussen syngur og
spælir
akkustiskan
gittara,
Bárður Petersen el-gittara, Eyð
tór á Dalbø Gregersen trummur
og Benjamin Djurhuus bass.
Í vár hevur bólkurin arbeitt
við nýggjum tilfari, og fyrsta
staklagið, Drowning in Melody,
kom út nú í summar. Sangurin
snýr seg um, hvussu tónleikur
kann fáa fólk at ferðast úr
trupla gerandisdegnum og inn í
ein tónleikaheim.
Umframt útgivna sangin,
vera fleiri aðrir nýggir sangir
at hoyra, tá ið Beinir spælir á
Summar Festivalinum 2019.
Norski spælimaðurin Ola Nord
skar hevur í fleiri áratíggju skriv
að og framført egnar sangir.
Ola hevur gjøgnum árini
havt gott og regluligt samband
til Føroya, og onkrir av hansara
sangum eru týddir til føroyskt
– eitt nú á útgávu hjá Millum
Frændur.
Ola spælir sum solistur á
Torginum.
Mark the Messenger er pro
gressivur poppbólkur, sum í fjør
gjørdi vart við seg í Sement tón
leikakappingini. Bólkurin hevur
hetta seinasta árið spæla á G!
Festivalinum, í Reinsarínum,
Sirkus, Perluni, Tøting og aðra
staðni. Nú er løtan, at Mark The
Messenger kemur á landsins
størsta tónleikatiltak at spæla.
Mark the Messenger arbeiðir
við egnum tónleiki, og teir hava
ætlanir um at koma út um land
oddarnar við tónleikinum og
framførslum.
Tónleikarar í bólkinum eru
Eyðun Ranason Nolsøe, Rasmus
Vigant, Bergur Fonsdal og Tórð
ur Dam.
Nakrar av lívligastu og fest
ligastu framførslunum á Summ
ar Festivalinum hava verið, tá
ið Grandma’s Basement hevur
spælt í stóra tjaldinum.
Klaksvíksbólkurin við teimum
fangandi sangunum hevur sum
fáur megnað at fingið áhoyrara
fjøldina at liva og syngja við.
Grandma’s Basement byrjaði
sum ein kjallarabólkur, og í
2010 teir fóru at spæla inn og
geva út, vunnu Planet Awards,
hittaðu við fleiri sangum og
hava síðani havt herligar fram
førslur – serliga á Summar
Festivalinum, har teir hava verið
fastir fúsir.
Í fjør hildu Grandma’s Base
ment frí frá Summar Festivali
num, men nú koma teir sterkt
aftur og vera fyri fyrstu ferð at
uppliva at stóra palli á Vágsbøi.
Tað verður ein heilt serlig og
serliga festlig løta.
Ver har!
Í fleiri ár hevur Herborg Torkils
dóttir skrivað yrkingar og gjørt
løg, men tað er ikki fyrr enn í
ár, at hon hevur roynt flogið við
útgávu av sangum. Hon hevur
innspælt tveir sangir higartil
– »Lalala« og »Are you sure?«
– og báðir sangirnir hava fing
ið góða móttøku. Stílurin er
americana, country og blue
grass.
Herborg hevur havt fleiri
framførslur seinastu mánaðir
nar, og vit eru fegin um at bjóða
henni vælkomna á landsins
størsta tónleikatiltak.
Saman við Herborg spælir
Rakul Petersen, sum er ein av
Petersen songsysturunum, ið
hava givið fløgu út. Rakul spæl
ir gittar og syngur saman við
Herborg.
Hans Andrias er sangskrivari og
tónleikari, sum seinastu sjey
árini hevur verið sjónligur partur
av føroyska tónleikaheiminum.
Hann legði fyri við útgávuni
av sanginum »Don’t Wanna
Burn«, og tað var góð byrjan.
Í 2016 gav hann út fløguna
»Vision«, sum fekk sera góð
ummæli.
Hans Andrias hevur hesi árini
spælt nógv kring landið og alt
meira í útlandinum eisini. Hann
hevur vunnið fleiri heiðurslønir
fyri sín tónleik.
Í summar hevur hann verið
nógv at hoyra við sangunum
»Burt í minnunum«.
BEINIR
OLA NORDSKAR
MARK THE MESSENGER
GRANDMA’S BASEMENT
HERBORG TORKILSDÓTTIR
HANS
ANDRIAS
INGI
POULSEN
EYÐUN
NOLSØE