Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8-10/08 SUMMAR FESTIVALURIN 2019 17 orke­strið av sínum slag yvirhøvur. Um­mælarar siga, at tað er sum at hoyra upprunaliga Queen spæla, og fram­førslurnar fáa framúr ummæli. Killer Queen verða roknaðir sum besti bólkur av sínum slagi, og teir eru eisini heiðraðir fyri sínar fram­ førslur Hetta seinasta árið hevur Queen veruliga verið á breddanum aftur. Film­urin »Bohemian Rapsody« breiddi av nýggjum Queen og teirra sang­ir út til fólk kring heimin, og teir klassisku Queen sangirnir hava verið spældir sum í gomlum døgum. Tribute-band merkir sjálvandi, at spælt verður til heiðurs fyri onkr­ um, og tað er eingin ivi um, at limir­ nir í Killer Queen veruliga ynskja at heiðra Freddie Mercury og Queen. Ikki minst, nú Bohemian Rhapsody sum filmur hevur skumpað enn meira undir góða umdømið hjá Queen (sum um tað var neyðugt). Summar Festivalurin ætlar sær sanni­liga eisini at feira stóra Queen árið við serligari fagnaðarkonsert á Vágsbø. Killer Queen fer at spæla sangir sum »We Are The Champions«, »Who Wants To Live For­ever«, »Bohemian Rapsody«, »We Will Rock You«, »Radio Ga Ga«, »I Want To Break Free« og aðr­ar. Hetta verður ársins syngið- við løta, sum fer at fagna ein av størstu rockbólkunum í søguni. Ein av heilt stóru føroysku bólk­un­um um aldarskiftið var Moirae. Bólkurin var settur saman av fleiri av fremstu føroysku tón­ leikanøvnunum, og við kryddi frá multitalentinum, Anker Eli Jørgensen, var talan um fram­ førslur, sum bæði í laga- og tekstsmiði skaraðu framúr. Ikki minst, tá løgini eisini vórðu fram­førd av somikið dugnaligum tón­leikarunum. Fyrstu ferð Moirae gjørdi um seg, var á Prix-Før­oy­ar tónleikakappingini í 1995, har teir á pallinum í Norður­landa­ húsi­num vórðu kosnir vinnarar av tón­leika­kapp­ingini. Komandi árini spældu teir nógv live, og vikuskifti eftir vikuskifti fyltu teir hallirnar kring landið, sum tá í tíðini vórðu roknaðir sum størstu pall­irnir í landinum. Pallir har tey heldur minni nøvnini hitaðu upp, áðrenn høvuðsnavnið trein á pallin. Júst sum vit í dag kenna tað frá stórum konsertum úr granna­ londum okkara. Útgávurnar, sum bólkurin sen­di á marknaðin, fingu eisini góða móttøku. Kanska vóru tað fleiri, sum hildu tað vera eitt sindur overkill, tá fyrsta útgávan ”Moirae” varð send á marknaðin. Mest sum óhoyrt tal av studiotímum varð lagt í útgávuna, og limirnir í bólki­num settu fitt av peningi í projekt­ið, sum tó als ikki kundi bera seg fíggjarliga – í øllum før­ um ikki fyrstu árini. Við tíðini hevur tað tó víst seg, at talan her varð um kanska best umtóktu føroysku tón­leika­ útgávuna av øllum. Heilt óvan­ liga hevur talan verið um útgávu, sum støðugt hevur staðið seg á sølutindunum, og sjálvandi er hon eisini at finna á Spotify, nú tann tænastan hevur tikið nógv av vanligu plátu- og fløgusøluni. Løg sum ”Tú”, ”Lognbrá” og – ikki minst ”Eg flýggi til tónleikin” gjørdust fólkaogn, og tað eru tey eisini framvegis í dag. Næsta útgávan varð nevnd ”Sang­ir úr náttini”, og aftur her gjørdist talan um fleiri landa­ plág­ur, sum framvegis liva sítt fríska lív. Mest av øllum ”Hvussu kann eg vita”, sum er ein heldur rockutur poppari, sammett við fleiri av hinum væl dámdu ballad­un­um, sum vóru á skránni. Tað eru nøkur ár liðin, síðani Moirae var á palli. Í mun til hallarkonsertirnar, sum tá var eitt tað størsta, sum føroyskir tón­leikarar kundu uppliva, kunnu fest­ivalarnir í dag bjóða munandi meira stórslignar karmar, men tað man neyvan fara at at ræða framúr góðu tónleikararnar, sum manna bólkin. Allir hava teir eisini hvør í sínum lagi verið javnir gestir millum tey, sum hava framført á Summar Festivalinum, men hetta er altso fyrstu ferðina, at teir aftur eru saman um at manna Moirae. Tað verður tí eitt heilt ser­ stakt høvi, fólk fáa at uppliva bólk­in aftur, tá ið hann spælir á landsins størsta tónleikafestivali í august. Terji Rasmussen er sangari í bólkinum, og saman við honum spæla tónleikararnir Hjalti Joen­ sen, Mikkjal Joensen, Kim Han­ sen og Kaj Johannesen. Teir vera allir við til framførsluna á Summ­ar Festivalinum. Kongkamerat er rockbólkur úr Noregi, sum spælir tónleik, ið sník­ir seg inn í oyruni og setur seg í høvdið. Tón­leik­urin er stundum myrkur og kensluríkur, stundum harður og ágangandi. Yrkingarnar snúgva seg um lívið og deyðan – og matreinføri. Við hvørt er tað vakurt, við hvørt rátt. Bólkurin sigur seg gleða seg at koma til Føroya at framføra á fyrsta sinni. KONGKAMERAT FÁA MEIRA AV MOIRAE Moirae var nakað av tí størsta innan føroyskan tónleik um aldarskiftið. Á Summar Festivalinum ber aftur til at hoyra væl smíðaðu løgini live á palli