týsdagur 6. august 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
8-10/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2019
Eitt er, at Bohemian Rhapsody í ár
hevur verið á alheims bio-løriftum.
Men við ella uttan hendan stór
sligna filmin, er kortini ikki verið
neyðugt við nakrari kravmiklari
kunning, tá orð skulu setast á týdn
ingin, sum Queen hevði fyri altjóða
tónleikin.
Snøgt sagt, so var enski bólkurin
millum veruligu gigantarnar í tón
leikaheiminum, og frá 1975 til
1991 vóru teir støðugir gestir á al
heims tónatindum.
Listin við hittum er sera vítt
fevnandi, og bæði ung sum gomul
kunnu uttan stórvegis himpr syngja
við til slaggarar sum I Wan’t to
Break Free, Bicycle Race, Another
One Bites the Dust, Radio Gaga og
mangt, mangt annað. Ja – somikið
umfatandi og populert er tón
listarliga avrikið, at bólkurin hevur
givið ikki bara eina ella tvær – men
heilar tríggjar sonevndar ”Best of”.
Og ikki ein tann einasti sangurin
gongur aftur á nakrari av hesum
útgávum.
Tribute-band
Eitt av heilt kendu løgunum er
”Killer Queen”, og tað er eisini heit
ið hjá ársins gestum á Vágsbøi.
Killer Queen er sonevndur
tribute bólkur, sum ferðast kring
allan heimin at spæla Queen-sang
ir.
Frontmaður er Patrick Myers er
av sonnum ein Freddie Mercury-
klon, og tað sigur ikki so lítið, at
ummælarar í nærum fjórðings øld
aftur og aftur hava sligið fast, at
júst Killer Queen helst er besta
QUEEN
FAGNAÐUR
Á VÁGSBØ
Øll tey stóru og kendu Queen-hittini verða
á skránni, tá tribute-bólkurin, Killer Qeen,
hevur sína framførslu á Vágsbøi
Ein av heilt populeru tættunum,
sum hevur verið fast innbúgv á
Summar Festivalinum, er at
geva rúm til føroysk tónleika
nøvn, sum høvdu sína heilt
stóru tíð fyri nøkrum árum
síðani.
Eitt nú hava vit sæð og hoyrt
Hjarnar, Science Fiction, Tey av
Kamarinum og fleiri onnur, og
í ár verður Nalja navnið, sum
veruliga skal flyta okkum aftur
í 80’ini.
Nalja eru tey bæði, Elin
Heinesen og Kári L. Jacobsen,
sum saman við manning fram
føra. Tey høvdu bert tí einu út
gávuna, sum kom í 1988, men
framvegis eru løg av hesi út
gávuni javnan at hoyra á ymsu
rásunum.
Kári er garantur fyri glaðum
og fangandi poppi, og tað er í
yvirmát hetta, sum eyðkennir
Nalja. Løg sum »Hygg at mær«,
»Sjeikurin«, »Eitt dýpi av dýrari
tíð«, »Livandi ljós« fangaðu alt
fyri eitt lurtararnar, og fram um
alt munnu tey vera kend fyri
ólavsøkuhittið, sum er at hoyra
á rum ár. Nevnliga »Á, tann
deiliga Havn«.
– Vit fegnast um, at Nalja
bólkurin er boðin á Summar
Festivalin at spæla. Tað var
eingin trupulleiki at savna Nalja
manningina, sum spældi fyrstu
ferð saman á Ólavsøkukon
sertini í 1989. Øll søgdu »Yes!
Tað tíma vit ordiliga væl«. Vit
gleða okkum øll sera nógv at
geva áhoyrarunum eitt brak av
einari konsert við øllum teimum
gomlu, væl umtóktu Nalja-hitt
unum, sigur Elin Brimheim
Heinesen.
Umframt Elina og Kára, sum
eru sangarar, spæla Finnur Han
sen (ljómborð), Leivur Thomsen
(gittar), Arnold Ludvig (bass),
Rógvi á Rógvu (trummur), Astrid
McDonald (kór), Rúna á Heygum
(kór) og Eyð Steinbjørnsdóttir
(kór) við Nalja.
Swangah er framfýsin rapp
bólkurin, sum gav sínar fyrstu
sangir út í 2011.
Teir hava yrkt, rappað og
spælt, so tað stendur eftir hesi
árini síðani.
Swangah hevur nógv upp á
hjartað, og teir bæði revsa og
rósa í sínum eyðkendu rappsang
um, sum eisini kunnu hava fang
andi niðurløg.
Swangah hevur fingið fleiri
heiðurslønir fyri bæði tónleik og
yrkingar, og nú eru teir til reiðar
at taka Vágsbø aftur.
Dugnaligi countrysangarin Ólav
ur á Váli Olsen hevur sungið og
spælt alment í nógv ár. Hann
hevur útgivið fløgu, sum er inn
spæld í Nashville í USA, og hann
hevur eisini innspælt einstakar
sangir – tann seinasti kom fyri
kortum og kallast »Føroyar mín
drotning«.
Ólavur á Váli syngur country
sangir, andaligar sangir og fost
urlandssangir, og hann syngur
á bæði enskum og føroyskum
máli. Sterka røddin er í mið
deplinum, og Ólavur dugir væl
at fanga fólk við sínum fram
førslum.
ÓLAVUR Á VÁLI OLSEN
TANN DEILIGA
HAVN Í KLAKSVÍK
Føroyskt popp-nostalgi verður í hásæti,
tá Nalja fer á pallin í Klaksvík
SWANGAH