hósdagur 8. august 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
6
POLITIKKUR
Tom byrjan tá
ið formennirnir
hittust til fyrsta
kjakið í KVF
Frontarnir vóru ikki serliga hart drignir upp, tá
fyrsta formansumfarið var í sjónvarpinum – bert
formaðurin í fólkaflokkinum legði upp til kjak
ÁRNI GREGERSEN
T
að er ongin gund til at
øvunda teimum, sum
skulu skipa fyri kjak
fundum upp til løg
tingsvalið 31.august.
Níggju flokkar stilla upp og
harvið eru so eisini sama tal av for
monnum til kjakumførini, í hvsssu
so er tá ið Kringvarpið heldur fast
við formin um at hava allar for
mennirnar í sjónvarpsstovuni í
senn.
Vit fingu týskvøldið eina
klokkuklára mynd av, at so sum
konseptið er bygt upp, so riggar
tað ikki.
Allir formennirnir í ein tíma
kann kanska rigga um teir yvir
ordnað stutt skulu siga, hvat teirra
flokkur fer til val uppá, men at
leggja upp til kjak um einstøk evn
ir í einum slíkum kjaki má enda í
ongum.
Varnir formenn
Um tað var mátin sendingin var
bygd upp uppá, ella okkurt annað,
so kann staðfestast, at formenn
irnir vóru ógvuliga varnir í teirra
útmeldingum í sendingini.
Um tað var í fótbólti, so høvdu
vit helst sagt, at teir ikki vildu
vísa, hvønn taktikk teir hava lagt
til komandi dystin.
Ein semja kundi tó hómast
millum flokkarnar. Tað var tá ið
talan var um bústaðarneyðina,
ljóðaði sum um flokkarnir kundu
semjast um, at treytirnar fyri at
byggja eiga at vera tær somu fyri
tað almenna og tað privata.
Trupulleikin er kortini, at
hetta mál hevur verið frammi,
men málið við bústaðarmeyðini
er ikki loyst.
Málið hjá Miðflokkinum um at
seta ein bústaðarbanka á stovn
var eisini nevnt, men tað var
torført at hoyra frá hinum flokk
unum, um tey yvirhøvur taka
undir við tí loysnini.
Hinir flokkarnir høvdu fleiri
onnur uppskot, men lítið av tí var
ítøkiligt, uttan tað, at núsitandi
samgongan bar eitt uppskot í
tingið, um at geva Bústøðum
heimild til at taka meira lán og
seta ferð á útbyggingina.
Málið fall tó burtur, tá ið tingið
fór í summarfri.
Tvey mál á skránni
Kringvarpið hevði sett tvey mál á
skránna í hesum fyrsta kjakinum.
Annað var ferðavinnan og hitt var
føroyski bústaðarpolitikkurin.
Hvussu væl politikararnir vistu
hvørji evnir kjakast skuldi um, er
sjálvandi avgerandi fyri, hvussu
væl fyrireikaðir teir vóru
Staðfestast kann bara, at tá ið
talan var um ferðavinnuna, var
torført at síggja at poitiska skip
amin hevur nakra loysn uppá teir
trupulleikar, sum ein partur av
ferðavinnuni gevur.
Sær sjálvum líkt, so var for
maðurin í Fólkaflokkinum hann,
sum hevði skjóastu loysnirnar og
lovaði at trupulleikarnir í ferða
vinnuni eru loystir, tveir mánaðir
eftir at hansaa flokkur er sloppin
framat.
Tá ið hugsað verður um, um
onkrir flokkar fríggjaðu til aðrar
í fyrsta kjakumfarinum, so var
tað torført at fáa eyga á. Kanska
blinkaði onkur til onkran annan,
men ikki so vanligi hyggjaran legði
merki til tað.
Útmeldingarnar hava annars
heldur verið hinvegin, at floks
leiðarar hava boðað frá, hvønn
teir ikki vilja samstarva við. Út
meldingarnar leggja upp til, at
tað verður ein risasstóra uppgávu
at skipa samgongu eftir eitt val –
sjálvandi alt eftir hvussu valúrs
litið verður.
Um veljarin tak alt fyri fult, so
er tað torført at síggja ein politikk
– hvørki blokkpolitikk ell annan
politikk, men tá ið avtornar, so
verður ein samgonga skipað.
Onkur fer at svølgja kamelar fyri
at sleppa í Tinganes og sleiðis er
politikkur eisini.
Nýggir flokkar
Millum teir níggju mennirnar
í sjónvarpsstovuni, vóru eisini
umboð fyri tveir nýggjar flokkar.
Hjalmar Zachariassen umboðii
Føroyaflokkin og Arnfinn á Birt
uni Framtakið.
Hjalmar Zchariassen helt fast
um, at gevsta tað almenna at
blanda seg, so gongur alt væl –
altso eina privatkonomiska skip
an í øllum viðurskiftum.
Framtaktið hevur ein boðskap
og tað er at vit fáa frælsi at veja
kannabis, sum medisin.
Báðir flokkarnir hava fingið
meira 800 undirskrivtir, so teir
stilla upp, sum flokkar. Meira iva
samt er, hvuss nógvar atkvøður
hesir báður flokkarnir fáa, tí
nakað serligt nýtt kundu teir
ikki borðreiða við hetta kvøldið í
sjónvarpinum.
Hetta var fyrsta kjakið í sjón
varpinum , men læran má eisini
vera, at níggju mans í sama kjaki
er ikki eitt forum at kjakast um
evnir við substansi í.
Hesi kjakini eru best egnað til
at kjakast um politikk.
Skýggjamynd frá KVF