Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 7 Uni ætlar sær í løgtingið PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO T að hevur ligið í luftini, men nú eru spekulatiónirnar váttaðar. Uni Rasmussen hevur tikið avgerð um at stilla upp til løgtingsvalið 2019 fyri Fólkaflokkin. Hann gjørdi eitt megnarval til fólkatingsvalið, har hann óvæntað gjørdist fremstu á fólkaflokslistanum við 827 persónligum atkvøðum. Uni Rasmussen er beiggi løgtingsmannin Joen Magnus Rasmussen, sum fyri lítlari viku síðani boðaði frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið. Brøðurnir høvdu annars avtalað, at teir ikki ætlaðu sær at stilla upp til sama val. Uni Rasmussen stillaði upp til fólkatingsvalið, meðan Joen Magnus Rasmussen eftir ætlan skuldi stilla upp til løgtingsvalið.  Tá Joen Magnus Rasmussen boðaði frá, at hann ikki stillaði upp, kundu summi leggja tvey og tvey saman, at ætlanin allarhelst var at fáa Una Rasmussen á vallistan, eftir sum hann fekk eitt so gott fólkatingsval seinast. Tað vísti seg so at passa, tí í gjárkvøldi kunngjørdi Uni Rasmussen tíðindini, at hann stillar upp. Nýtt hotell latið upp í Suðuroynni Gamla Hotell Ørðavík er klárt at taka ímóti gestum undir nýggja navninum, Gist PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Gistingarhús hevur verið í Ørðvavík í nógv ár, men tað hevur ligið stilt síðan 2012, tá eldur varð ásettur á Hotell Ørðavík. Men nú er vent í holuni, og gamla gistingarhúsið er klárt at taka ímóti nýggjum gestum aftur.  Nýggi eigarin er Arnbjørn í Smiðjuni, sum keypti bygningin í desember í fjør. Hann hevur gjørt umvælingar, og har sær út sum nýtt, men okkurt er tað sama, sum tað plagdi at vera.  Gistingarhúsið hevur fingið navnið "Gist". Verkætlanin er komin í helvt, og sum nú er, eru 8 kømur liðug, sum eru klár at taka ímóti gestum. - Tá alt verður liðugt, vera 16 kømur, og hvørt kamar hevur brúsu og vesi. 10 av teimum vera einkult- ella dupultkømur, og hini seks kømrini vera familjukømur við dupultsong og koyggjum, greiðir Arnbjørn í Smiðjuni frá og leggur aftrat, at liggikapastiteturin verður 44. Løtan var tann rætta Arbjørn í Smiðjuni sær møguleikar í ferðavinnuni og helt tað vera upplagt at keypa gamla Hotell Ørðavík. - Eg helt, at løtan var tann rætta, tí alsamt fleiri ferðafólk koma hendan vegin. Tað lá í kortunum, at mann skuldi royna at fáa fleiri ferðafólk til Suðuroynna, og eg rokni við, at fleiri koma suður at ferðast, tí nú eru fleiri sengur, sigur hann. Ætlanirnar eru nógvar í Ørðavík. - Tankin er, at umhvørivð rundan um skal vera hugaligt og barnavinarligt. Har rennur ein á, og tað er friðarligt og pent. Vit fara at gera eitt minni spælipláss og terassur, og so verða har eisini gassgrill, hitapottar, benkur og hitavarmarar. Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Vangamynd Jóna Jógvan Hendriksdóttir Nicolajsen, Skopun Sum valevni fyri Miðflokkin fari eg at virka fyri: • At betra korini hjá lesandi. Tað skal vera lættari hjá lesandi við avbjóðingum at fáa hjálp. Heilt frá fyrsta flokki til lestrarlok. • At betra um flutningin millum Skopun og meginøkið. • At tryggja útoyggjum støðugt ferjusamband. • At verja umhvørvið móti plastdálking. Eitt nú kunnu vit byrja við at banna nýtslu av plastikposum. • Tá útlendsk ferðafólk koma til landið við egnum bili, verður gjald álagt fyri at brúka føroysku vegirnar og matur til uppihald verður konfiskeraður, soleiðis at ferðafólkið keypir føroyskt. • At lyfta sjúkrabil-tænastuna í Sandoynni upp á sama støði sum restina av landinum. Valevni fyri miðflokkin