Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 8 – Vit skulu fáa Føroyar aftur av glíðibreytini, skapa tryggar karmar til vinnuna og fáa eina 10 ára vakstrarætlan samtykta, segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO M iðflokkurin legði í gjár í Kaffihúsinum í Havn fram val­ skránna til løg­tings­ valið, ið verður leygar­dagin 31. aug­ust. Ein valskrá við ikki færri enn 84 punktum. Evnini vóru nógv og fjølbroytt, men Jenis av Rana læt ongan iva vera um, at tað eru tey kristnu virðini, ið eru grund­ støðið undir valskránni og stevnu­ skránni hjá flokkinum. – Miðflokkurin ynskir av hjarta at tryggja Føroyar á kristnari grund. Í løtuni uppliva vit, at samfelagið er úti á eini glíðibreyt, sum vit hava ávarað um í nógv ár, og tað er longsul okkara at fáa samfelagið inn aftur á eina trygga grund. Tað valdið liggur í hondunum á veljarunum, at hann til valið ikki velur flokkar, sum liggja úti á glíðibreytini, sigur Jenis av Rana. Einki løgfrøðiligt kynsskifti Jenis av Rana vísti á, at fleiri av politisku flokkunum ætla at fara longur á leið eftir 266b, og hesum fer Miðflokkurin at stríðast ímóti. Hann vísti eisini á, at hjúna­ bandið bara er millum mann og kvinnu, at fosturtøkulógin eig­ur at broytast við nullhugsjón sum endamáli, at øll lóggáva er gald­ andi fyri barnið í móðurlívi, og at løgfrøðiligt kynsskifti als ikki eig­ ur at koma upp á tal. – Nú er uppskot frammi í Danmark, har børn heilt niður í seks ára aldur kunnu skifta kyn, um tey kenna seg fødd í skeivum kroppi. Skulu børn niður í seks ára aldur so eisini fáa valrætt ella rætt til at keypa rúsdrekka? Tá ið hetta er komið til Danmarkar, so er vandi fyri, at tað skjótt kemur til Føroyar eisini. Men hetta má ikki henda, segði Jenis av Rana. 10 ára vakstrarætlan Miðflokkurin legði eisini í val­ skránni stóran dent á, at vinnan má hava tryggar karmar at virka undir. Jenis av Rana vísti á, at vinn­ an eigur at verða skattað av úrs­ liti, og pengar skulu ikki takast frá onkrari vinnugrein, av tí at tað gongur væl hjá hesari vinnu­ grein­ini. – Tað, sum eyðkennir vinnulívið, er støðuloysi. Vinnan veit ikki, hvat hon hevur í morgin. Vinnan torir ikki at keypa nýggj skip, men ístaðin keypir hon gomul skip, sum kappingarneytarnir skrotta, tí tey eru ótíðarhóskandi. Tað er av berari neyð, sigur Jenis av Rana. Miðflokkurin legði fram eina 10 ára vakstrarætlan fyri alt Før­ oyar. Í stuttum gongur hon út uppá, at eitt tilmæli verður gjørt av umboðandi pørtum í før­oyska samfelagnum, til dømis ar­beið­ arafeløg, arbeiðsgevarar, almenn­ ir og kommunalir mynd­ug­leikar, ser­frøðingar og onn­ur. Vakstr­ar­ ætlanin skal so sam­tykkjast av løgtinginum, og hon skal eisini end­urskoðast javnan. Alt ov langir bíðilistar Jenis av Rana vísir á, at bíðilistarnir í heilsuverkinum eru alt ov lang­ ir. Hann vísir millum annað á teir í neurologiska økinum, gikta­ økinum og kvinnusjúku-økinum. – Eg havi spurt meg fyri, og eg droymdi ikki um, at teir eru so langir, sum teir eru. Hetta skapar ein ójavnvág í samfelagum. Tey vælbjargaðu hava tryggingar ella ráð at fara av landinum til serlæknar, men tað hava tey tímaløntu neyvan ráð til. Hend­ an ójavnvág hevur hendan sam­ gongan millum annað skapt við sáttmálasamráðingum, at nøkur fáa nakrar fyrimunir, sum onnur ikki fáa, sigur Jenis av Rana. Hann vísir eisini á, at fylgjari eigur at vera við, tá ið sjúklingur fer av landinum. STEÐGA GLÍÐIBREYTINI OG TRYGGAR KARMAR TIL VINNUNA LØGTINGSVAL