Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 9 Stovna almennan bústaðarbanka – Tað almenna má kenna sína ábyrgd fyri teimum mongu húsvillu familjunum í Føroyum. At vit gera eitt alment tilboð til teirra, at fíggja síni sethús, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður og valevni FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO Hann vísir á, at møguleikarnir, ið peningastovnar og onnur bjóða í dag, als ikki eru nóg góðir. – Tað eru alt ov nógv, sum ikki sleppa í gongd við at byggja síni hús, tí at bankin og fíggjar­ eftirlitið siga nei. Her má tað al­ menna kenna sína ábyrgd, tí at fólk verða kroyst at keypa eini alt ov dýr hús, tí fyri bankan er tað ein góður handil, men tað er eingin loysn fyri familjurnar, sig­ur Bill Justinussen. Sambært formanninum í Mið­flokkinum er trupulleikin stórur, tí fyri einum mánaða síð­ ani hevði flokkurin eitt valevni, ið tók seg av listanum aftur, tí at viðkomandi saman við familjuni flutti til Danmarkar. Orsøkin var, at tey ikki fingu tað at hanga saman fíggjarliga. – Vit ætla at stovna ein almennan bústaðarbanka, sum kann veita heil lán, ella tann síðsta prioritetin, sum bankarnir ikki vilja lána til fólk uttanfyri Havnina, so at fólk sleppa í gongd við at byggja bæði á Viðareiði, í Sumba og aðrastaðni. Váðin skal takast saman við eigaranum, at tað almenna er við til at lata tann síðsta partin av láninum, har mestur váði er, sigur Bill Justinussen. Skal hann kappast við verandi peningastovnar? – Tað er nokk eingin kapping, tá ið verandi peningastovnar siga nei. Vit siga, at tað er ein mannarættur at hava tak yvir høvdið, og tær familjurnar, ið fáa nei frá peningastovni, skulu eisini fáa rætt til at fáa fígging til sítt heim, sigur Bill Justinussen. Barsilsfarloyvi leingjast til 75 vikur – Vit vilja, at barsilsfarloyvi verður longt úr 50 til 75 vikur. Vit ynskja eisini, at tað verður meira fleksibult, millum annað at mamman og pápin skulu kunnu nýta farloyvi samstundis, og at møguleiki eisini er at arbeiða hálva tíð, sigur valevnið hjá Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi Steffan Klein Poulsen er yngsta valevni í flokkinum. Saman við Aksel Berg úr Havn mannar hann Ung fyri Miðflokkin. Barsilsfarloyvi er eitt av hansara hjartamálum. – Vit ynskja, at eitt lágmark verður sett fyri útgjaldinum, sum øll hava rætt til. Vit ynskja eisini, at hámarkið fyri útgjaldi verður hækkað úr 25.000 krónur upp til 35.000 krónur. Hetta ger tað millum annað møguligt hjá pápum, ið hava eina góða inntøku, at teir eisini velja at taka barsilsfarloyvi, sigur Stefan Klein Poulsen. Ung fyri Miðflokkin ætla at vera við á valfundum, sum ungmannafeløgini skipa fyri. Ung fyri Miðflokkin er virkið á facebook, men tó ikki á Twitter og Instagram. – Sum nú er fáa 40 prosent av fólkinum ikki fylgjara við. Hjá teimum vælbjargaðu er hetta ikki ein trupulleiki, tí tey fara kortini, men tað kunnu tey tíma­ løntu vanliga ikki. Hendan sam­ gongan hevur skapt gjáir. Tað gjørdu tey, tá ið tey góvu teimum vælbjargaðu eina lønarhækkan, ið er 10-12 ferðir so stór, sum tey tímaløntu fingu tveir dagar aft­ aná. Hesin ójavnvágin má burtur, sigur Jenis av Rana. Nógv vallyfti Umframt evnini, ið her eru nevnd, so hevði Miðflokkurin nógv onnur vallyfti: Somu rættindi til frískúlar sum til fólkaskúlan, fara í gongd við byggjan av vardum bústøðum, sambýlum og øðrum, psykiatrisk skaðastova verður skipað, gerontologur (eldralækni) verður settur í starv, játtanir til hjálparfelagsskapir dagførast og tryggjast, minking av plastdálking setast í verk, skattalætta til lág- og miðalinntøkur, mótrokningsfría upphæddin hjá pensjónistum hækkar til 100.000 krónur, kring­ varpsgjaldið avtikið og public service sáttmálin bjóðaður út alment, avtøka av uppboðssølu og tilfeingisgjaldi hjá fiskivinnuni, størri játtan til tollvaldið, sendi­ stovu í Ísrael, hægri menn­ing­ar­ hjálp, betri samferðslu til út­jað­ aran og ferð á boring av tunlum til Dals, norð um Fjall og til Famjins. – Vit hava pengarnar. Í staðin fyri at seta teir í ein grunn, sum er ætlaður at loysa við, so kunnu vit brúka teir til at hjálpa teimum, sum veruliga hava brúk fyri hes­ um pengum nú, segði Jenis av Rana millum annað. Bill Justinussen, valevni hjá Miðflokkinum. Mynd: Jens Kristian Vang Steffan Klein Poulsen er í nevndini fyri Ung fyri Miðflokkin og yngsta valevni hjá flokkinum Mynd: Jens Kristian Vang Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Mynd: Jens Kristian Vang