Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 10 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S irið Stenberg, lands­stýris­ kvinna í heilsumálum, mundi taka tey flestu á bóli, tá hon í juni mánaði kunngjørdi nýggju stjórarnar í føroyska heilsuverkinum. Meðan Alexandra á Dul og Hans Pauli Henryson fingu til uppgávu at stjórna ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús, fór ovasti sessurin, tann sum stjóri fyri alt tað føroyska heilsuverkið og Landssjúkrahúsið, til 37 ára gamla Steinar Eirikstoft. Meðan teir undanfarnu stjór­arnar í heita sessinum á Lands­sjúkrahúsinum og Sjúkra­ hús­verkinum vóru kendir framm­ an­undan, Sigurð Ó. Vang, Johnny í Grót­inum og Jóanis Erik Køtlum, er nýggi stjórin eitt, í føroyskum høpi, óskrivað blað. Men hóast hann ikki hevur sitið á nøkrum leiðarasessi innan tann almenna ella privata geiran heima í Føroyum, so er talan um ein mann við leiðsluroyndum frá nøkrum av teimum heilt stóru fyri­tøkunum innan danska heili­ vágs­ídnaðin. Seinastu 11 árini hevur Steinar Eirikstoft nevniliga arbeitt fyri Novo Nordisk og Xellia Pharma­ ceuticals, harav hann tey seinastu 8 árini hevur røkt ymiskar leiðslu- og stjórasessir. Fyrstu stigini Tá Steinar Eirikstoft sum ung­ ur skifti Havnina út við Keyp­ manna­havn vóru ørindini at lesa til sivil­verkfrøðing á DTU. Hann gjøgn­umførdi skúlan og eftir lokið prógv fekk hann starv sum verk­frøðingur í stóru donsku fyritøkuni Novo Nordisk. Og tað var har, at havnarmaðurin tók síni fyrstu fet innan leiðslu. - Tá eg hevði starvast sum verk­ frøðingur í Novo Nordisk í tvey ár, fekk eg bjóða eitt starvið sum leiðari á økinum, ið eg tókst við. Í tí sambandinum varð mett, at tað hevði gott, um eg skoytti onkra leiðslu­útbúgving aftrat tí, ið eg longu hevði, greiðir nýggi sjúkra­ hús­verksstjórin frá. Sostatt endaði hann aftur á skúlabeinki og við síðuna av ar­ beið­inum tók hann HD í Org­an­ isatión og Leiðslu á Copenhagen Buis­ness School. Lærurík tíð Tíðin í Novo Nordisk var sum heild lærurík fyri unga leiðaran og tá hann hyggur aftur at hana í dag, er hann takksamur fyri, at hann fekk møguleikan at mennast í einum umhvørvi, ið leggur dent á førleikamenning av komandi leiðarum. - Eg eri heppin, at eg havi starv­ ast í einum staði sum Novo, tí tey leggja nógva orku í at menna og út­búgva nýggjar leiðarar. Tað verð­ur so nógvur dentur lagdur á tað, at tað følist sum man er komin á skúlabonk aftur. Tann ráðandi hug­burðurin er, at antin mennist man ella fer man aðrastaðni, sigur Steinar Eirikstoft. Og eftir nøkur ár var tíð­in eisini búgvin hjá unga havn­ar­mann­ inum at søkja nýggja leiðir. Tað var kortini ikki langvegis hann fór. - Eg hevði fleiri møguleikar í Novo Nordisk, men árið framm­ an­undan hevði Nova grunnurin keypt Xellia Pharmaceuticals. Tað er sama samtak, og eg sá tað sum møgu­leikan hjá mær at seta meira ferð á yrkisleiðina, sigur Steinar Eirik­stoft, ið røkti eitt stjórastarv hjá Xellia Pharmaceuticals í gott seks ár. Heimlongsul Nøkur ár seinni var tíðin tó enn eina­ferð búgvin til, at Steinar Eirik­s­toft tók eitt nýtt stig á yrkis­leiðini, og var hann byrjaður at kanna hvørjir møguleikarnir vóru í samtakinum. - Tað gekk væl í Xellia Pharma­ ceuticals, men okkurt nýtt skuldi henda. Møguleikin at flyta uttan­ lands var uppi at venda, men tá ein broyting kortini lá í luftini hugdu eg og konan eftir øðrum møgu­leikum. Heimlongsulin var byrjaðu at gera um seg og sonurin var nú í tí aldrinum, at hann skuldi byrja í skúla. So tá starvið á Lands­ sjúkrahúsinum varð tøkt, valdi eg at søkja tað, sigur komandi stjórin fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Fyri ein persón, hvørs yrkis­leið higartil hevur verið inn­an heili­ vágsídnaðin, var sjúkra­húsverkið eisini eitt av teimum fáu støðum, ið hann ímyndaði sær at arbeiða. - Tá vit hava hugsað um møgu­ leikan at flyta til Føroyar áður, hevur stjórastarvið fyri sjúkra­ hús­verkið verið eitt av teimum spenn­andi størvunum, ið eg sá meg sjálvan í. Fyri Steinar Eirikstoft hevur starvið eisini tann ágóðan, at hann følir at hann kann vera við til at hjálpa fólkum, ið hava tørv á tí. - Eg veit at heilivágsfyritøkur ikki hava tað besta orðið á sær, tí vit tjena nógvar pengar, men enda­málið er gott. Tað er at hjálpa fólki. Og tað dámar mær eisini við MÆR DÁMAR EINA AVBJÓÐIN - Tað er tað, ið ger tað spennandi at fara til arbeiðis. At skulu halda eina játta er ikki ókent fyri mær, tí eg komi frá einum arbeiði har neyðugt var at halda eina fíggjarætlan fyri nakrar partaeigarar. Tilfeingið er minni í Føroyum, men í høvuðsheitum er avbjóðingin tann sama. Man fær ikki ein blankakekk nakrastaðni, sigur Steinar Eirikstoft, nýggjur stjóri í sjúkrahúsverkinum. - Eg hevði fleiri møguleikar í Novo Nordisk, men árið frammanundan hevði Nova grunnurin keypt Xellia Pharmaceuticals. Tað er sama samtak, og eg sá tað sum møguleikan hjá mær at seta meira ferð á yrkisleiðina PERSÓNSØGA Steinar Eirikstoft: