Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 11 sjúkrahúsverkinum. Tað hjálpir fólki. Eg hevði ikki trivist, um eg arbeiddi í einari fyritøku har vit framleiddu sigarettir, sigur hann. Sjónligur stjóri Spurdur um hvussu starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum fara at merkja, at ein nýggjur stjóri nú er settur, svarar hann, at tey nokk fara at síggja hann á teirra deildum. - Eg havi altíð lagt dent á at vera ein sjónligur leiðari. Tað er sjálvandi ringt, tá man hevur 1000 starvsfólk, men eg ætli mær at vera sjónligur á øllum deildunum og teimum trimum sjúkrahúsunum. Eg komi nokk ikki at kenna øll nøvnini hjá starvsfólkunum, men eg ætli mær í hvørt fall at møta so nógvum sum gjørligt og skilja teirra gerandisdag, so at eg sum stjóri kann kenna teirra umstøður, sigur hann. Tað er eingin loyna, at hann stígur inn í ein stovn, ið mangan hevur verið merktur av stríði, klandri millum starvsbólkar og manglandi játtan. Kortini er hann við gott mót, nú tað styttis til hann tekur við starvinum. - Mær dámar eina avbjóðing. Tað er tað, ið ger tað spennandi at fara til arbeiðis. At skulu halda eina játta er ikki ókent fyri mær, tí eg komi frá einum ar­beiði har neyðugt var at halda eina fíggjarætlan fyri nakrar parta­ eig­arar. Tilfeingið er minni í Før­ oy­um, men í høvuðsheitum er av­bjóðingin tann sama. Man fær ikki ein blankakekk nakrastaðni, sigur hann. Hóast hann hevur roynt ym­ iskt í síni yrkisleið, so ásannar hann, at almenna trýstið nokk verð­ur øðrvísi tí, ið hann kennir framm­anundan. - At gerast ein almennur per­són­ ur er nakað, ið eg havi tosað nógv við konuna um. Tað er ringt at siga hvussu tað verður. Eg eri vanur við at arbeiða undir trýsti, men ikki undir einum slíkum almennum trýsti. Tað verða trupular støður og tungar avgerðir, ið skulu takast, men tað týdningarmikla er, at eg kann grundgeva og standa inn fyri mínar avgerðir, sigur hann. Politiskur spurningur Hóast hann ikki byrjar í starvinum fyrr enn 1. september, hevur hann kortini sett sær fyri hvørji mál hann ynskir at fara í holt við bein­ an­vegin. - Ein av mínum høvuðs­upp­ gávum er at sameina tað heila. Tað eru nógv økir og starvs­fólka­bólk­ ar, ið umskarast. So at fáa starvs­ bólk­ar at samstarva og draga somu línu verður ein av mínum fyrstu uppgávum, sigur hann. Eitt av heitu politisku mál­un­ um seinastu árini hevur verið spurningurin um Føroyar skulu hava trý sjúkrahús. Men tað er eitt kjak, ið nýggi stjórin letur onnur um. - Eg eri settur sum stjóri í ein­ um sjúkrahúsverki við trimum sjúkrahúsum. Um vit skulu hava færri, so er tað ein politiskur spurn­ingur, men tað sigur seg sjálvt, at tað kostar at hava trý sjúkra­hús til 50.000 fólk. Men tað gevur eisini nakað, at vit hava trý sjúkrahús, tí tað veitir ein trygg­ leiki í nærumhvørvinum, sigur Stein­ar Eirikstoft. G - Eg eri settur sum stjóri í einum sjúkrahúsverki við trimum sjúkrahúsum. Um vit skulu hava færri, so er tað ein politiskur spurningur, men tað sigur seg sjálvt, at tað kostar at hava trý sjúkrahús til 50.000 fólk. Men tað gevur eisini nakað, at vit hava trý sjúkrahús, tí tað veitir ein tryggleiki í nærumhvørvinum Neyð­ugt við sam­starvi T að skapti mikið kjak, tá tað í fjør kom undan kavi, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu­málum, hevði sagt nei takk til eitt tilboð frá Novo Nordisk, ið ynskti at byggja eina diabetes mið­støð í Føroyum. Fleiri hava eisini funnist at lands­stýriskvinnuna fyri av­gerðina, ið summi vilja vera við kundi lyft við­gerð­ina hjá føroyskum diabetessjúklingum. Nýggi sjúkrahússtjórin kennir væl til Novo Nord­isk, tá hann alla sína yrkis­leið hevur starvast í sam­takinum, men ynskir hann ikki at siga nakað ítøkiligt um málið. - Eg kenni ikki tilboðið hjá Novo Nordisk. Men fær man eina slíka diabetes mið­støð í Føroyum, so fær man faklig góð starvsfólk til landið, ið er ein fyri­mun­ur fyri sjúklingar. Men tað skal vigast upp móti tí, ið man letur afturfyri. Tann partin havi eg ikki sett meg inn í og kann tí ikki meta um hvat er rætt í hesum málinum, sig­ur Steinar Eirikstoft og legg­ur afturat. - Tað kemur altíð annað upp á treytirnar. Men tá man býr í Føroyum er sam­starv neyðugt. Vit hava eisini longu samstarv við onnur sjúkrahús og ser­læknar, tí tað er ymiskt, ið vit ikki gera ella kunnu gera her í Føroyum. So um man ikki kann samstarva, verður tað trupult.