hósdagur 8. august 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
12
Rumenar og Jekaragøta
- Skelkandi
at hetta
gongur fyri
seg í Føroyum
Leysasøgurnar um óunniligu arbeiðs- og
bústaðarviðurskiftini hjá útlendingum í føroysku
byggivinnuni eru komnar fram í ljósið
PÆTUR HJALMAR
EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
H
etta
er
all
ar
helst bara
toppurin av
ísfjallinum.
Soleiðis
sigur Liljan
Weihe,
journa
listur, um
óskipaðu
viður
skiftini hjá
útlendskum
arbeiðarum
í Føroyum,
sum hevur
skapt nógv
kjak hesa
vikuna. Liljan
Weihe hevur
staðið á odda
fyri kanningini
"Rumenar á
loftinum" hjá 13
fakfeløgum, sum
staðfestir, at har
manglar eftirlit og
gjøgnumskygni á
útlendingaøkinum.
Ein
partur
av
kanningini er um út
lendingar, sum koma
til Føroya at arbeiða
í byggivinnuni, og
kanningin lýsir, hvørjum viður
skiftum teir virka undir. Dentur
verður lagdur á arbeiðsmegi úr
Rumenia, sum er størsti bólkurin
av útlendskum arbeiðarum í Før
oyum.
Skelkandi
bústaðarviðurskifti
í Jekaragøtu
Kanningin avdúkar, hvussu livi
umstøðurnar hjá rumenum, ið
vikarstovan Firmport hevur
fingið til Føroya, eru í tveimum
húsum í Jekaragøtu 8 og 10 í Havn.
Í sambandi við fyrireikandi
kanningararbeiðið var Liljan
Weihe inni í hesum báðum hús
unum, har hon hitti nøkur teirra,
ið hava sína dagligu gongd har.
Komið varð fram til, at talið av
íbúgvum tilsamans var uppímóti
50 í húsunum, sum treingjast til
álvarsligar ábøtur.
At standurin var so ringur, kom
óvart á Liljuna Weihe, tá hon vitj
aði rumenarar í Jekaragøtu í mai
mánað.
- At síggja hvussu hesir útlend
ingarnir búgva í Føroyum er tað,
sum hevur sjokkerað meg allar
mest í sambandi við hesa kann
ingina, sigur Liljan Weihe.
- Til dømis búðu tveir feðgar
á einum ovastalofti millum eitt
ventilatiónsannlegg. Tað hevði
eg ikki droymt um, at kundi gingið
fyri seg í Føroyum, sigur hon.
Útlendingarnir eru nøgdir
Liljan Weihe varnaðist, at útlend
ingarnir í Jekaragøtu ikki eru
beinleiðis ónøgdir við bústaðar
viðurskiftini har. Millum annað
tí at húsaleigan er lutfalsliga
bílig, og í mun til umstøðurnar í
heimlandi teirra hava teir ikki tær
stóru átalurnar. Men hetta metir
Liljan Weihe ikki rættvísger vána
ligu bústaðarviðurskiftini.
- Tá mann tosar um, hvørjum
standi ein bústaður skal vera í, so
er tað týdningarmikið, at mann
ikki samanber við standardin í
Rumenia, tí í Føroyum hava vit ein
ávísan standard. Tey, sum koma
hendan vegin, skulu liva og virka
í Føroyum, sum føroyingar annars
gera, sigur hon.
- Tað løgna er, at Heðin Lam
hauge (red. stjóri í Firmport) við
gekk púra blankt, at eingin før
oyingur hevði viljað livað undir
hesum umstøðunum. Hví er tað so
í lagi at lata rumenar búgva und
ir hesum umstøðunum, um tað
ikki er í lagi fyri ein føroying? Eg
skilji ikki, mann kann gera hend
an munin millum fólkasløg, sigur
Liljan Weihe.
Løntir sum ófaklærdir
Kanningin "Rumenar á loftinum"
vísir eisini, at útlendingarnir í
byggivinnuni verða løntir sum
ófaklærd arbeiðsmegi eftir lægst
møguliga arbeiðarasáttmálanum -
flestu fáa 132,24 krónur um tíman.
- Eingin hevur kannað, um hetta
er rætta lønin at geva teimum, og
um teir hava útbúgving ella før
leikar, sum gera, at teir eiga at
verða løntir eftir øðrum sáttmála.
Tað er áhugavert at kanna, nett
upp fyri at staðfesta, um lønar
dumping fer fram ella ikki. Tað er
ikki møguligt at staðfesta, sum nú
er, sigur Liljan Weihe.
Liljan Weihe:
Liljan Weihe, journalistur, hevur gjørt
kanningina um útlendska arbeiðsmegi í óskipaða
arbeiðsmarknaðinum fyri 13 føroysk fakfeløg
TEMA: Rumenar og Jekaragøta