Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 13 - Hetta kunnu vit ikki bjóða nøkrum - Eg trúgvi ikki, nakar føroyingur hevði viljað livað undir hesum viðurskiftunum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, um skilið í Jekaragøtu 8 og 10 PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO S úni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, er skelkaður av kanningini um útlendingar og óskip­ aða arbeiðsmarknaðin. Kanningin av­dúkar eitt nú, at rumenskir hand­verkarar, sum felagið Firm­ port fær til landið, búgva 40- 50 í tali í trongum umstøðum í Jekaragøtu 8 og 10 í Havn. - Bústaðarviðurskiftini hjá teim­um sjokkera meg. Tey eru so vána­lig, at eg trúgvi ikki, nakar føroyingur hevði viljað livað undir hesum viðurskiftunum - hvørki so ella so, sigur Súni Selfoss. - Eitt er tað, at lønin er so lág, sum hon yvirhøvur kann vera, men so eru bústaðarviðurskiftini eisini so ring, sum tey kunnu vera. Tað er krit­isabult, so tað stendur aftur á. Her haldi eg, at myndug­ leik­arnir mugu koma og hyggja eft­ir hesum viður­skift­unum, sigur Súni Selfoss. Kunnu ikki liva við hesum Sjálvur visti hann ikki so nógv ítøkiligt um støðuna áðrenn av­ dúk­ingarnar í kanningini. - Eg havi hoyrt onkrar søgur um, at bústaðarviðurskiftini ikki eru optimal. Eg havi tó ongantíð hoyrt ella sæð nakað, sum kann stað­festa hetta. Men at tað var so ringt sum hetta, hevði eg ikki droymt um, sigur hann. - Vit eru í Føroyum. Vit kunnu ikki bjóða fólki, sum vit taka inn í landið at arbeiða, sovorðni viður­skifti. Tað ber ikki til, og tað kunnu vit ikki liva við. Tí eiga vit nú øll at standa saman og finna út av, hvussu vit fáa loyst hendan trupul­leikan, sigur Súni Selfoss. Skulu ikki hava lægstu løn Útlendingarnir koma til føroysku byggivinnuna sum ófaklærdir, tí eingi pappírir ella útbúgving verður kannað, tí arbeiðsloysið nú er lægri enn 3,5%. Tá arbeiðsloysið er so lágt, kunnu arbeiðsgevarar innflyta og seta í starv so galið, teir vilja, uttan at skjalprógva, at tað eru faklærd, teir seta í starv. Og so verður arbeiðið eisini lønt har eftir. Flestu útlendingarnir verða løntir sum ófaklærdir eftir lægst møguliga lønarsáttmála - sjálvt um teir siga seg hava eina út­búgving. - Um teir hava eina útbúgving, haldi eg, at teir eiga at verða lønt­ ir sum útbúnir og ikki við lægstu løn. Eg skal ikki siga, um tað verð­ ur lønt rætt ella skeivt, tí eg veit ikki, hvørjar treytir eru settar, men tað eigur at kannast, sigur Súni Selfoss. - Men heilt ærligt; um vit løna hand­verkarum við útbúgving við lægsta felagsnevnara, so eru vit illa stødd. Tað er kanska ikki so løgið, at tær somu fyritøkurnar fáa tey stóru arbeiðini, um tær bara brúka ta lægstu lønina. - Vit kunnu ikki liva við hesum Hóast umrøddu útlendsku ar­beið­ ararnir ikki eru limir hjá Starvs­ mannafelagnum, so sær Súni Sel­ foss avbjóðingina sum eina felags ábyrgd. - Eg haldi ikki, at fakfeløg kunnu liva við hesum her. Øll fak­ feløg­ini hava eina ábyrgd, tá tað kem­ur til starvsfólkaviðurskifti og lønarviðurskifti hjá okkara borg­ar­um - um tað eru útlendingar ella føroyingar er líkamikið. Val er í hondum Tað er bara ein góð vika síðan, at løgmaður skrivaði val út at vera hin 31. aug­ ust. Hava fak­ feløgini valt at almanna­ k u n n ­g e r a kann­ing­ ina nú av tilvild, ella er tað gjørt til­ætlað í sambandi við valstríðið? - Orsøkin til, at kanningin kom fram nú, er, tí hon er liðug nú. Tað hevur einki við valið at gera, men eg haldi, at tað er fínt, at hon kemur nú áðrenn valið. Hetta kann blíva ein partur av val­ stríðn­um, tí nú kunnu vit finna út av, hvat tey, sum bjóða seg fram, hugsa um hetta, og um tey ætla sær at gera nakað við hetta. Eg vænti ikki, at nakar, sum vil taka ábyrgd, vil standa aftan fyri hesi óskip­aðu viðurskiftini, sigur Súni Sel­foss, sum hevur eitt boð uppá eina partvísa loysn. - Tað er lítið at ivast í, at út­lend­ingamál mugu takast heim. Vit mugu fáa tey skipað, og vit mugu seta fólk av til at kanna og savna hagtøl um øll við­ ur­skift­ini viðvíkjandi støðuni hjá útlend­ing­um í Føroyum. Næsta stigið hjá teimum 13 fak­feløg­ unum er at seta seg niður og eftir­meta kanningina fyri so at gera eitt tilmæli um, hvat tey meta skal gerast. Súni Selfoss: Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, kann ikki liva við veruleikanum, sum kanningin "Rumenar á