Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 14 TEMA: Rumenar og Jekaragøta Heðin Lamhauge, sum er stjóri í Firmport, og sum eisini varar av húsunum í Jekaragøtu, heldur ikki, at frágreiðingin hjá fakfeløgunum hevur málað eina rættvísa mynd av umstøðunum í umstríddu húsunum í Jekaragøtu. STEINAR PATURSSON STEINAR@SOSIALURIN.FO A t velja sær út nøkur ávís ting, ið ikki eru eins góð og hini, gevur ikki eina rættvísa mynd búviðurskiftunum, held­ur Heðin Lamhauge, sum beinan­veg­ in er uppsettur at fáa nøkur fakta á borðið. - Har eru tilsamans 24 kømur, har helvtin er einkultkømur, og hin helvtin er dupultkømur. Samlaða støddin er 800m2, sum er áleið fimm sethús. Í húsunum eru 12 baðiverilsir, sjey køkar, sjey sett av vaskimaskinum og turkitrumlum, so við fasilitetunum er lagt upp til, at tað eru millum tvey til trý kømur til hvønn køk og vesi, sigur Heðin Lamhauge. Fleiri av kømurunum eru fyrr brúkt til ferðavinnuna, tá Gist­ing­ arhúsið Skansin átti bláu húsini. - Tey eru stór 20m2 kømur, sum hava gott útsýni og eru mitt í Havnini. Tey eru ordiliga góð køm­ ur, sigur Heðin Lamhauge. Rímiligar umstøður sum arbeiðsbústaður Eitt, sum gongur aftur hjá Heðini Lam­hauge, er, at talan er um arbeiðsbústaðir, og altso ikki vanligar bústaðir. Hetta er sostatt ikki at meta sum ein permanent loysn hjá rumenunum, men nakað, ið er fyribils, meðan teir av­greiða arbeiði í Føroyum, sigur Heðin Lamhauge. - Sum arbeiðsbústaður, so haldi eg, at nøkur kømur, kanska helvt­ in, eru heilt góð. So eru hini, sum eru "ok" sum arbeiðsbústaður. Har mangla ikki nakrir fasilitetir. Tú kanst siga, at talan er um ein eldri standard, tí húsini eru frá 70'unum ella har á leið, og okkurt er so renoverað síðani, sigur Heðin Lam­hauge. Kømurini skulu ikki síggjast sum fastur bústaður, men nakað, ið er beinleiðis tengt at arbeiðinum, ta tíð tað arbeiðið gongur fyri seg. Heðin Lamhauge samanber tað við, at ein sandoyingur fær sær kam­ar í Havn, tí at arbeiði skal gerast har. Av tí, at hesin hugsaði sandoyingurin hevur húsarhald í Sandoy, slepst undan at hava dup­ult húsarhald við at leiga sær kam­ar í Havn. Birta Biskupstø, forkvinna í leigu­nevndini, greiddi annars frá í Degi & Viku týskvøldið, at í leigulógini eru ikki serlig­ar ásetingar um, hvat ein ar­beiðs­bú­ staður er, so reglurnar í leigu­lóg­ ini eru galdandi fyri bústað­ir­n­ar í Jekaragøtu eisini. - Hetta er 100 prosent tengt at einum arbeiði, sum tú kemur til fyribils, meðan tú hevur annan bústað. Hetta er ikki ein fastur bústaður, sigur Heðin Lamhauge. Summir av rumenunum, ið Sosialurin hevur verið í sambandi við, hava tó verið í Føroyum í upp til fýra ár. Úr 1700 upp í 2000 krónur um mánaðin Í frágreiðingini varð staðfest, at leigan var stutt síðani farin upp úr 1700 krónum upp í 2000 krónur um mánaðin fyri dupultkamar, meðan einkultkømurini fóru upp á 2300 krónur. Í frágreiðingini stóð eisini at lesa, at tá hann varð spurdur um húsaleiguna, hevði Heðin Lam­ hauge uppgivið gomlu húsa­leig­ una ístaðin fyri ta nýggju. Hann varð síðani spurdur, um húsa­leig­ an ikki júst var farin upp, og hetta játtaði hann. Húsaleigan er tó rímilig í mun til staðseting og slag av bústaði, heldur Heðin Lamhauge. - Marknaðarprísurin er um 60 prosent hægri, enn hvat vit taka fyri har. Hvør maður hevur rindað 1700 krónur um mánaðin fyri eink­ ult­kømur, og nú er tað farið upp á 2300. Marknaðarprísurin fyri tað er kanska 3500 til 3800 krónur um mánaðin fyri líknandi mitt í býn­ um. Tá tað er dupultkamar, so skal hvør persónur gjalda 2000 krónur. Tá spurdur, um hann metir, at ein føroyingur hevði goldið 2000 krónur fyri at ligið í kamari saman við onkrum øðrum, sum kanska var ein tilvildarligur fremmandur, vísir Heðin Lamhauge bert til kostn­aðarstøðið á bústaðar­ markn­aðinum í Havn. - Nei, tað havi eg ikki sagt. Tað, sum eg sigi, er, at um hesir rum­ en­arnir fara út á frá markn­aðin, so fáa teir bara einkultkømur. So skulu teir av við 3500 til 3800, kanska upp í 4000 krónur um mán­aðin. Heðin Lamhauge leggur aftrat, at í helvtini av dupultkømurunum liggja kona og maður, og annars eru tað feðgar ella tveir, sum kennast. - Teir ynskja hetta fyri at halda kostnaðinum niðri. Hetta er eitt tilboð, sum vit bjóða teimum, men teimum stendur frítt at finna okkurt annað. Hevur ikki trýmanskømur Eitt, sum varð víst á í frágreiðingini, var, at tríggjar mans búðu saman í einum lítlum kamari á 10-12 m2. Heðin Lamhauge ásannar, at tað er komið fyri, at tríggjar mans hava ligið á sama kamari, men at hetta hevur verið fyribilsloysnir, tá fleiri menn eru komnir til Før­ oy­ar, enn Heðin Lamhauge visti av. - Tað, sum er hent av og á, er, at tá onkur er komin aftur úr Rum­ enia, so hevur viðkomandi tikið kon­una ella ein annan persón við, sum eg ikki havi vitað av. Tá havi eg ikki viljað sent tey avstað aft­ ur, og so hava vit funnið eina fyri­ bilsloysn - kanska í nakrar vikur - til eitt annað kamar verður tøkt. Tað er nokk so høgur dyna­ mikk­ur aftur og fram, og alt av­ hongur av tí arbeiði, sum er í ger í Føroyum í løtuni. Onkuntíð syrgja aðrir arbeiðsgevarar fyri papp­írunum hjá rumenunum, og Heðin Lamhauge sigur seg sostatt ikki vita, at hesi koma. - Men eg havi ikki eitt tað ein­ asta trýmanskamar, sigur Heðin Lam­hauge. Talan var sostatt eisini um eitt und­antak, tá tað í frágreiðingini stóð, at einir feðgar búðu millum ven­tilatiónsanleggið á einum ov­ asta lofti. - Eg ætlaði ikki, at nakar skuldi búgva har. Men tað er so brúkt í nakrar vikur, meðan vit bíðaðu eft­ir einum øðrum kamari. Fakt­ iskt, so dámdi teimum so væl, hasir feðgarnir, at teir vildu vera verandi har inni. Tað vildi eg so ikki, og teir hava fingið eitt kam­ ar. Hatta var eitt undantak, sigur - FRÁGREIÐINGIN MYND AV JE